Muhammed
Muhammad ibn ‘Abdullāh (eisini stavað Muhammed ella Mohammed) (uml. 570/571 Mekka – 8. juni 632) er tann mest týðandi profeturin í Islam.
Bakgrund[rætta | rætta wikitekst]
Í umleið ár 500 e.Kr. ár var tað øgiligur ófriður í Evropa, fólk gjørdu innrás í Rómverjaríkið, og tað fór so spakuliga í sundur. Meðan alt hetta hendi runt í Evropa, var alt sera friðaligt í Arabianesi, sum er nesið, har Saudiarabia, Katar, Sameindu Emirríkini, Oman og Jemen liggja. Handilsbýurin Mekka í Saudiarabia hevði stóran týdning fyri fólkið á Arabianesinum. Býurin var tó ikki so nógv at reypa av. Tey ríku útnyttaðu tey fátøku, kvinnur og børn vóru sera illa viðfarin, átrúnaðurin í býnum hevði eiheldur so stóra ávirkan á fólkið, og tey bóðu bara til nógvar ymiskar gudar.
Í ár 570 e. Kr. varð Muhammed føddur í Mekka. Longu sum 6 ára gamal misti hann bæði foreldrini og mátti tí liva ógvuliga fátæksliga í býnum. Muhammed var altíð eitt sindur ørkymlaður um korini í býnum og helt eisini, at tað var skeivt, at fólk bóðu til allar hesar smágudarnar. Ein dagin kom eingilin Gabriel fram fyri Muhammed. Muhammed segði fólkinum í Mekka frá hesum, og at tann einasti eini gudurin var Allah, og at tað var hann, tey øll skuldu biðja til. Muhammed kom við átrúnaðinum islam.
Tekningar[rætta | rætta wikitekst]
Islamska trúgvin forbjóðar myndum av Muhammed, og tað vóru 12 keiputekningar av profetinum, sum hin 30. september 2005 vóru prentaðar í Jyllands Postinum sum í 2006 høvdu við sær ógvislig mótmæli móti Danmark, og eitt nú vóru ambassadurnar í Damaskus og Beirut brendar. Í februar 2006 vóru í minsta lagi 139 fólk deyð í mótmælisgongum í muslimskum londum. Kurt Westergaard var ein av teimum 12 teknarunum, hann teknaði eina mynd av Muhammed sum ein terroristur við eini bumbu í turbanini á høvdinum, eins og Aladdin hevði eina appelsin í turbanini, og tað fekk muslimska heimin upp at koyra. Morðroynd varð eisini framd ímóti teknaranum, sum varð noyddur at liva á ókendum bústaði í fleiri ár.
Fólk vóru eisini í øðini um, at ein bólkur á Facebook mælti fólki til at tekna profetin Muhammed. Amerikanska flaggið bleiv m.a. brent í Pakistan, eins og donsk og norsk fløgg eisini vóru brend.