Katar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Katar ella Qatar (alment دولة قطر) er langt nes, sum gongur út í Persaflógva. Veðurlagið er heitt og turt, og næstan alt landið er oyðimørk. Oljuvinnan er høvuðsvinnan. Fyri ikki at hava púra eintáttað vinnulív og gerast ov bundin at oljuni, eru myndugleikarnir farnir at stuðla landbúnaði og fiskivinnu. Í 1940-árunum heittu smá oljulond sum Katar og Kuveit á fólk í øðrum londum í Miðeystri og í Asia at koma til sín at arbeiða í oljuvinnuni, ið vaks skjótt hesa tíðina, tí at teirra egna verkamegi var alt ov lítil. Í Katar eru til dømis fremmand verkafólk fjølmentari enn katarska fólkið.


Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kirgistan | Kuveit | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið