Forsíða

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vælkomin á Wikipedia,
14.060 greinir á føroyskum
Yvirlit · Rætting · Spurningar · Hjálp

Bólkar · Set ein spurning · Skriva mánaðargrein

Dagsins mynd

Gamli vitin í útróðrarbygdini Akranesi liggur vestast á Akranes-hálvoynni, Suðurnesi í Íslandi. Vitin, ið er ein av teimum elstu í Íslandi, ið eru gjørdir av betong, varð bygdur í 1918. Í 1947 varð hann tikin úr rakstri, í staðin varð ein størri viti tikin í brúk fáar metrar burturi.

Mánaðargreinin

Monmouth
Monmouth

Monmouth (Walisisk: Trefynwy = "býurin við Monnow") er ein býur í landssynningspartinum av Wales. Býurin liggur, har ið áirnar Monnow og Wye møtast, umleið tríggjar kilometrar frá markinum til Onglands. Býurin liggur 58 km í ein landnyrðing av Cardiff og 204 km vestan fyri London. Býurin liggur í Monmouthshire. Í 2001 búðu 8.877 fólk í Monmouth.

Í rómaratíðini lá ein borg her, sum nevndist Blestium. Eftir 1067 vaks býurin upp kring normannaraborgina, sum verður nevnd Monmouth Borgin (Monmouth Castle). Miðaldarbrúgvin á borgini, Monnow Brúgvin er tann einasta av sínum slag, ið er eftir í Stóra Bretlandi. Seinni kom borgin at hoyra til Lancaster ættina, og Henrik 5. av Onglandi bleiv føddur her í 1387. I 1536 gjørdist býurin høvuðssæti hjá fyrisitingini í Monmouthshire.

Monnow Brúgvin

Seinni gjørdist býurin ein miðdepil fyri ferðavinnu í Wye Dalinum, og harumframt eisini til ein marknaðarbý.

Søga

Útgrevstur, sum Monmouth Archaeological Society hevur staðið fyri, fram við Monnow Street, hava avdúkað eitt ríkidømi av kunning um ta elstu søguna hjá býnum. Council for British Archaeology hevur útnevnt býin sum ein av topp 10 býum í Stóra Bretlandi, sum eru verdir at vitja tá talan er um fornaldarfrøði.

Rómaratíðin

Tað fyrsta niðursetustað, ið man kennir til í Monmouth, er rómverska borgin Blestium. Henda borg var forbundin við aðrar partar av Rómararíkinum við vegum, sum førdu til teir størri býirnar Glevum og Isca Augusta. Fornfrøðingar hava funnið pottaskar og myntir í miðbýnum. Í tí seinni rómaratíðini, frá 2. øld til 4. øld, sær tað út til at býurin hevur verið miðdepil fyri jarnsmíð.

Miðøld

Monmouth Borgin

Eftir at Rómaraveldið endaði í Bretlandi, var Monmouth økið í syðra endanum av walisiska kongadøminum Ergyng (5. - 7. øld). Tað einasta prógvið fyri at fólk framhaldandi hava búð í Monmouth alla hesa tíðina er ein tekstur um eina kirkju í økinum í 7. øld. Tað er óvist hvar ið kirkjan var, men hon var í býnum, og so var hon ognað walisiska halgimenninum Cadoc. Í 1056 var økið lagt í oyði av walisiska prinsinum Gruffydd ap Llywelyn, tá hann var á veg í hernað saman við einum heri av walisum, saxonarum og dønum fyri at niðurberja Ralph, jarlin av Hereford. Edvard 2. av Onglandi sat eitt styttri tíðarskeið í fongsli í Monmouth Borgini, eftir at kona hansara, Isabella, og elskari hennara, Roger Mortimer, høvdu sett hann frá trúnuni.

Aktuellar hendingar
Jon Fosse
Í dag

Hin 8. januar:


Visti tú...

Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…

Venus

Seinastu andlátini

Evnisyvirlit

Føroyar
Føroyar · Bygdir í Føroyum · Festivalar · Fyritøkur · Søga · Føroyingar · Kommunur í Føroyum · Føroyskt mál · Oyggjar · Politikkur · Ríkisumboð · Tónleikur · Vøtn · Ítróttur · Bókmentir
Samfelagsvísindi og Mentan
Bókmentir · Feløg · Filmur · Fløgg · Fólk · Heimspartar · Heimspeki · Landafrøði · List · Listafólk · Matur og drekka · Mál · Mátieindir · Mentan · Merkisdagar · Norrøn gudalæra · Politikkur · Samfelag · Sjónleikur · Spøl · Søga · Tjóðskapur · Tónleikur · Undirhald · Virðislønir · Vísindi
Ítróttur
Borðspøl · Fótbóltur · Hondbóltur · Ítróttur · Kappróður · Oyggjaleikir · Rógving · Spøl · Svimjing · Frælsur ítróttur · Súkkling · Ítróttartiltøk
Ríkisstjórn
Løgting · Heimspolitikkur · Mannarættindi · Fíggjarpolitikkur · Kommunisma · Lýðveldi · Løgloysi · Sameindu Tjóðir · Talufrælsi · Politikkur · Ríkisstjórn
Átrúnaður
Átrúnaður · Ásatrúgv · Bahá'í Trúgvin · Buddhisma · Gudalæra · Hinduisma · Islam · Jehova Vitni · Jødadómur · Kristindómur · Norrøn gudalæra · Rómversk-katólska kirkjan · Sikhisma · Trúloysi
Náttúruvísindi
Alisfrøði · Alisevnafrøði · Alisfrøðingar · Djórafrøði · Evnafrøði · Frumevni · Heilivágur · Jarðfrøði · Landafrøði · Lívevnafrøði · Lívfrøði · Lívrunnin evnafrøði · Læknafrøði · Mýlislívfrøði · Plantufrøði · Smáverulívfrøði · Stjørnufrøði
Støddfrøði
Algebra · Grannfrøði · Hagfrøði · Rúmfrøði · Støddfrøði · Støddfrøðingar · Teldufrøði · Tøl
Ymiskt
Brúkarakassar · Felagsskaps Portalur · Tilvildarlig síða · Wikipedia

Systirverkætlanir

Wikimedia Foundation hýsir eisini øðrum verkætlanum:

Wikiorðabók
Ein orðabók á fleiri málum
Wikibooks
Eitt savn av tekstbókum
Wikiquote
Eitt savn av endurgevingum
Wikisource
Eitt savn av opnum greinum/skjølum
Wikispecies
Listi yvir djórasløg
Wikinews
Opin tíðindi
Commons
Felags miðlasavn
Meta-Wiki
Samskipan av øllum verkætlanunum
Wikiversity
Savn við lærutilfari og virksemi

Wikipedia á øðrum málum