Laos

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Laos er eitt lýðveldi í Asia. Høvuðsstaður er Vientiane. Laos er kommunistiskt ríki og er av fátækastu og avbyrgdastu londum í heiminum. Tríggir fjórðingar av fólkinum eru bøndur, og flestu teirra dyrka ikki meira enn til dagligt breyð. Í Mekongdali er fruktagott, men hálendið er berligt og ónýtiligt sum landbúnaðarjørð. Men nógv gull og onnur steinsløg eru í Laos; eisini er nógvur skógur, og kaffi verður dyrkað.Hmongfólkið og onnur fólkasløg hava í øldir livað fyri seg sjálvi í fjarskotna hálendinum í Laos. Tey dyrka mais og rís til matna og dreymsóljuna, sum tey selja. Men drúgvu kríggini á hesum leiðum tóku lutvíst grundarlagið undan hesum gamla lívshátti, og mong hmongfólk eru rýmd av landinum. Stórsligna Vinabrúgvin um Mekongá, stutt frá høvuðsstaðnum Vientiane, varð latin upp í 1994. Í 2007 læt Onnur Vinabrúgvin upp. Laos er avbyrgt frá havinum - hevur onga strond. Brúgvarnar eru einasta beinleiðis samband við Teiland og havnabýirnar har.

Lao Airlines er almenna flogfelagið í Laos. Tað var stovnað í 1976 og eigur 14 flogfør. Felagið flýgur innanríkisrutur og altjóða rutur til Kina, Kambodja, Tailands, Vietnam og Singapor.



Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barain | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kirgistan | Kuvait | Kýpros | Laos | Libanon | Malaisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Tailand | Taivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið