Forsíða

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vælkomin á Wikipedia,
13.984 greinir á føroyskum
Yvirlit · Rætting · Spurningar · Hjálp

Bólkar · Set ein spurning · Skriva mánaðargrein

Dagsins mynd

Vetrarløtumynd frá Karula tjóðarparkini í syðra parti av Estlandi.

Mánaðargreinin

Massachusetts
Massachusetts

Samveldið Massachusetts (enskt: Commonwealth of Massachusetts) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. Massachusetts er næststørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine.

Her í Massachusetts búgva umleið 6,5 mió. fólk. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boston, næststørsti býur eitur Worcester. Elsti lærdi háskúlin í Amerika, Harvard, er staddur her í Massachusetts.

Í 1788 bleiv Massachusetts stakríki í USA. Norðari parturin í Massachusetts varð seinni til statin Maine. Eyknevni av Massachusetts er Víkstaturin (enskt: Bay State).

Kendi amerikanski rithøvundur Henry David Thoreau er føddur og deyður í býnum Concord í Massachusetts. Náttúra og serliga fuglar hugtaka amerikanska rithøvundin, og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the Woods” (1854). Hann búði m.a. við vatnið Walden Pond í Massachusetts árini 1847 til 1849.

Landafrøði

Cape Cod

Í norðri hevur Massachusetts mark við New Hampshire og Vermont, í suðri við Rhode Island og Connecticut, og í vestri við New York. Atlantshavið liggur í eystri. Áin Connecticut rennur ígjøgnum Massachusetts. Hægsta fjallið er Mount Greylock í útnyrðingsparti av landinum. Tað er 1.069 metrar høgt.

Søga

Upprunafólkið

Upprunafólkini í sunnara parti av Nýonglandi.

Upprunafólkið í Massachusetts eru norðuramerikanskir indiánar av ymsum ættbólkum, ið allir tosaðu tungumál, sum hoyra til eysturalgonkinska bólkin í algonkinsku málættini. Fyri 500 árum síðan búði ættbólkurin Massachusetts fram við eysturstrondini. Hetta fólkið var partur av Wampanoag-sameiningini. Í miðpartinum av Massachusetts búðu fólk av Nipmuck-ættbólkinum og í vestara parti livdi ættbólkurin Pocumtuc.

Niðursetufólkið

Mayflower. Skipið, sum flutti fyrstu niðursetufólkini til Massachusetts.

Bretskir keypmenn og átrúnaðarlig flóttafólk búsettu seg í niðursetuøkjum sum Plymouth1620) og Massachusetts Bay (í 1630) í Massachusetts. Tey komu við vónum um at røkja sína trúgv uttan uppílegging av høvuðkambum, biskupum, prestum og øðrum, sum trýstu tey at hoyra til almennu kirkjuna.

Niðursetufólkini ella pílagrímarnir vóru ein blandingur av fólkum ymsastaðnis frá: serliga týskarar, fraklendingar og onglendingar. Teir síðstnevndu búsettu seg í landnyrðingshorninum, t.d. í Boston. Niðurlendskir og svenskir niðursetumenn komu eisini hagar. Fyrst í 17. øld vóru mangir protestantar ónøgdir við bretsku kirkjuna. Ein protestantiskur sertrúarflokkur, loysingarmenninir (separatistarnir), seinni nevndir pílagrímarnir, gjørdi av at fara til Massachusetts. Teir vónaðu at kunna seta seg niður og dyrka sína trúgv í friði og náðum. Í september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Stóra Bretlandi við skipunum Mayflower. Mayflower var upprunaliga farmaskip og ikki bygt at flyta fólk. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts.

Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu Plymouthlundin. Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin Plymouth hevði helst doyð út, høvdu indiánararnir, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Men Plymouth hóraði undan, og sum tíðin leið, kom hon reiðiliga fyri seg. Tíggju ár eftir at pílagrímarnir komu til USA, fóru reinleikabrøðurnir (puritanararnir) at flyta til Massachusetts í stórum tali. Reinleikabrøðurnir stovnaðu lærda háskúlan í Harvard í 1636. Nakað norðan fyri Plymouth er Boston; hann er ein av teimum elstu býunum í Amerika, og har er góð skipahavn. Nógv vara, sum kemur til Massachusetts, verður uppskipað har.

Síðan 18. øld hevur Massachusetts tikið ímóti nógvum fólkum við ymiskari mentan. Innflytarar eru komnir úr Evropa, Afrika og Ásia.

Aktuellar hendingar
Petteri Orpo
  • Tann 53 ára gamli konservativi Petteri Orpo (myndin) er nýggjur forsætisráðharri í Finnlandi. Umframt Savningarflokkin eru tjóðskaparligi flokkurin Sannir Finnar eins og Svensk Folkeparti og Kristindemokratarnir við í stjórnarsamgonguni.
  • Hansina Iversen, listakvinna, fær Mentanarvirðisløn Landsins 2022 fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga.
  • Ulf Kristersson er valdur til nýggjan forsætisráðharra í Svøríki, eftir at Magdalena Andersson hevur lagt frá sær. Hann verður fyrsti borgarligi forsætisráðharrin í Svøríki í átta ár.
Í dag

Hin 11. juli: Tjóðardagur Mongolia

Mongolia


Visti tú...

Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…

Venus

Seinastu andlátini


Evnisyvirlit

Føroyar
Føroyar · Bygdir í Føroyum · Festivalar · Fyritøkur · Søga · Føroyingar · Kommunur í Føroyum · Føroyskt mál · Oyggjar · Politikkur · Ríkisumboð · Tónleikur · Vøtn · Ítróttur · Bókmentir
Samfelagsvísindi og Mentan
Bókmentir · Feløg · Filmur · Fløgg · Fólk · Heimspartar · Heimspeki · Landafrøði · List · Listafólk · Matur og drekka · Mál · Mátieindir · Mentan · Merkisdagar · Norrøn gudalæra · Politikkur · Samfelag · Sjónleikur · Spøl · Søga · Tjóðskapur · Tónleikur · Undirhald · Virðislønir · Vísindi
Ítróttur
Borðspøl · Fótbóltur · Hondbóltur · Ítróttur · Kappróður · Oyggjaleikir · Rógving · Spøl · Svimjing · Frælsur ítróttur · Súkkling · Ítróttartiltøk
Ríkisstjórn
Løgting · Heimspolitikkur · Mannarættindi · Fíggjarpolitikkur · Kommunisma · Lýðveldi · Løgloysi · Sameindu Tjóðir · Talufrælsi · Politikkur · Ríkisstjórn
Átrúnaður
Átrúnaður · Ásatrúgv · Bahá'í Trúgvin · Buddhisma · Gudalæra · Hinduisma · Islam · Jehova Vitni · Jødadómur · Kristindómur · Norrøn gudalæra · Rómversk-katólska kirkjan · Sikhisma · Trúloysi
Náttúruvísindi
Alisfrøði · Alisevnafrøði · Alisfrøðingar · Djórafrøði · Evnafrøði · Frumevni · Heilivágur · Jarðfrøði · Landafrøði · Lívevnafrøði · Lívfrøði · Lívrunnin evnafrøði · Læknafrøði · Mýlislívfrøði · Plantufrøði · Smáverulívfrøði · Stjørnufrøði
Støddfrøði
Algebra · Grannfrøði · Hagfrøði · Rúmfrøði · Støddfrøði · Støddfrøðingar · Teldufrøði · Tøl
Ymiskt
Brúkarakassar · Felagsskaps Portalur · Tilvildarlig síða · Wikipedia

Systirverkætlanir

Wikimedia Foundation hýsir eisini øðrum verkætlanum:

Wikiorðabók
Ein orðabók á fleiri málum
Wikibooks
Eitt savn av tekstbókum
Wikiquote
Eitt savn av endurgevingum
Wikisource
Eitt savn av opnum greinum/skjølum
Wikispecies
Listi yvir djórasløg
Wikinews
Opin tíðindi
Commons
Felags miðlasavn
Meta-Wiki
Samskipan av øllum verkætlanunum
Wikiversity
Savn við lærutilfari og virksemi

Wikipedia á øðrum málum