Kavaklæddur skógur á vestara skráanum av Beskid-fjøllunum í Schlesia og Mähren.
Mánaðargreinin
|
Smyril (frøðiheiti - Falco columbarius subaesalon) er av minstu falkum og tann minsti í Evropa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm. Smyril er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum.
Stórur munur er á steggja og bøgu. Steggin er grábláur omaná og reyðbrúnur um búkin og hevur breiðar álir.
Omaná er bøgan morreyð og um búkin er hon heilt ljósagul og hevur breiðar morreyðar álir.
Teir ungu fuglarnir líkjast bøguni til fram ímóti vári, tá teir missa gomlu fjaðrarnar
og grábláir fjaðrar vaksa fram á bakinum á ungu steggjunum.
Bøgan vigar í miðal 210 gr, og er tí heldur størri og tjúkkri enn steggin, sum í miðal vigar 50 g minni.
Smyrilin er líka grammur sum veiðifalkurin. Starar, steinstólpur, títlingar og aðrar smáfuglar drepur hann í meingi. Leingi kann hann sita samanhoykin á eini túgvu og skimast — avbæra væl skygdur er hann. Nú fær hann eyga á ein grátítling langt burtur. Lágt yvir jørðini flýgur hann — títlingurin støkkur upp, og kvikur sum ein hvirla er smyrilin eftir honum. Men hin lítli er knappur í vendini, hvørja ferð hann kennir smyrilin tætt at sær, snittar hann til viks, so smyrilin verður áhaldsin í takinum. Men títlingurin møðist, og finnur hann ikki eitt friðskjól, so er deyðin vísur. Mót einum garði heldur hann ferðini, smýgur inn í eina holu og er bjargaður. Nipin setur smyrilin seg uppiyvir at lúra, men títlingurin kemur ikki út, fyrr enn hann er farin.
|
|
|
Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…
- ...at Ítróttarfelagið Hvirlan varð stovnað í mars 2008 í Tórshavn. Felagið, sum íðka frælsar ítróttir, hevur regluliga venjing á Tórsbreyt.
- ...at Ingilín D. Strøm var tann kvinnan, sum fekk flestar persónligar atkvøður á løgtingsvalinum 2019 og at hon var einasta kvinna, sum varð vald inn á ting fyri Javnaðarflokkin?
- ...at gongustjørnan Venus (myndin) er tann sum er tattast jørðini, og at gomlu føroyingarnir róptu Venus Stakkalastjørnuna?
- ...at Tvøroyrar Bóltfelag er elsta bóltfelag í Føroyum. Felagið varð sett á stovn 13. mai 1892.
- ...at Rebekka Fuglø var fyrsta føroyska kvinna, sum hevur runnið 400 metrar undir ein minutt.
- ...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
- ...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
- ...at elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), át nógva grind, ið granskarar annars siga vera so dálkaða, at hon er heilsuskaðilig?
- ...at føroyski trúboðarin Daniel Jacob Danielsen var við til at støðga ræðuleikum, ið vórðu framdar av belgiarum í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo fyrst í 20. øld?
- ...at mannakroppurin er samansettur av uml. 60 billiónum (60.000 milliardum) kyknum?
|