Mánaðargreinin
|
Butan er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Thimphu er høvuðsstaður í Butan.
Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin, er einaveldugur.
Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka mykjuna til brenni.
Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla".
|
|
|
Hin 7. mai:
- 1697 - Kongaliga borgin í Stokkhólmi, ið stavar frá miðøldini verður oyðiløgd av eldsbruna.
- 1832 - London-sáttmálin verður undirskrivaður, har viðurkenningin av Grikkalandi sum eitt sjálvstøðugt kongsríki verður staðfest av Stóra Bretlandi, Fraklandi, Russlandi og Bayern.
- 1994 - Heimskenda listaverkið "Skríggið" (myndin), hjá norska listamanninum Edvard Munch verður funnið, eftir at tað hevði verið stjolið frá norska kunstgallerinum í februar sama ár.
Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…
- ...at Tvøroyrar Bóltfelag er elsta bóltfelag í Føroyum. Felagið varð sett á stovn 13. mai 1892.
- ...at Rebekka Fuglø var fyrsta føroyska kvinna, sum hevur runnið 400 metrar undir ein minutt.
- ...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
- ...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
- ...at elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), át nógva grind, ið granskarar annars siga vera so dálkaða, at hon er heilsuskaðilig?
- ...at føroyski tónasmiðurin Óli Jógvansson vann "The UK Songwriting Contest 2015" í intrumentala bólkinum fyri lagið Forever Gone?
- ...at føroyski trúboðarin Daniel Jacob Danielsen var við til at støðga ræðuleikum, ið vórðu framdar av belgiarum í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo fyrst í 20. øld?
- ...at gongustjørnan Merkur er poknut um alla skorpuna av stórum kraterum? Tað størsta, Caloris-bassengið, røkkur 1.300 km í tvørmát.
- ...at mannakroppurin er samansettur av uml. 60 billiónum (60.000 milliardum) kyknum?
|