Lýsing

  • Kykmyndir
  • Lesarabrøv
  • Tíðindi
  • Tingarbeiði

So óseriøsur er fíggjarmálaráðharrin um Atlantsflog

Landsins fíggjarmálaráðharri svarar nú loksins undirritaða um støðuna hjá starvsfólkunum hjá Atlantsflogi. Men svarið er sum vanligt púra óseriøst og bygt á ósannindi og uttanumtos. Fíggjarmálaráðharrin leggur nú Tjóðveldi undir at koyra Atlantsflog á heysin. Ja, eg meini tað! Tjóðveldisflokkurin hevur frá fyrsta degi sagt, at vit standa 100% aftanfyri Atlantsflog og at fíggja tey tap, ið...

Jørgen Niclasen háðar starvsfólkini hjá Atlantsflogi

“Atlantsflog skal ikki vera eitt sosialkontór hjá Tjóðveldi”, segði Jørgen Niclasen í Løgtinginum mánadagin “Undir viðgerðini av løgmansrøðuni á tingi í gjár, reisti eg ann einaferð málið um syndarligu støðuna hjá teimum mongu dugnaligu starvsfólkunum hjá Atlantsflog, ið eru uppsøgd og send til hús, hóast hjálparpakkar eru tøkir. Eg vísti á, at hesi starvsfólkini – flogskiparar,...

Hollendska samgongan

Í føroyskum politikki hava vit nú fingið eitt hugtak, ið eitur hollendska samgongan.  Hollendska samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin. Hollendska samgongan, sum avreiddi meginpartin av ogn Føroya fólks til útlendingar. Hollendska samgongan, ið ætlar at halda fram at avreiða alt til útlendingar og nøkur fá í Føroyum. Á henda hátt er hollendska samgongan við til at gera føroyingar...

Tá ið løgmaður neyðtók Mikkjal á Ryggi

Eitt av nýggju fyribrigdunum, sum okkara tíð hevur borið okkum, er starvið sum røðuskrivari. Okkara fremstu politikarar, sum t.d. løgmaður,  eru at vísa seg ikki so frægt at sær komnir, at teir duga at skriva eina røðu. Og tá er røðuskrivarin tøkur, tí hann hevur lært, hvussu ein boðskapur skal orðast, so hann glíður væl niður hjá fjøldini, sum politikararnir munnu halda vera býtta. Ofta verður...

Manglandi heilsupolitisk kós!

Tað vóru ring tíðindi at frætta í kvøld, at læknar kenna seg noyddar at flyta úr Føroyum, tí ov fá útbúgvingarstørv eru tøk. Slíkt eigur als ikki at koma fyri og er tekin um manglandi heilsupolitiska kós. Ikki tí, tað var tíverri væntandi. Longu tá ið fíggjarlógin var fyri til jólar, var løgtingið kunnað um, at játtanin til útbúgvingarkontuna var ov lág. Vit løgdu uppskot fram um at hækka...

Útferðin hjá Tjóðveldi útsett!

Summarútferðin ið lýst er at verða í morgin, er úsett vegna vánalig veðurlíkindi. Útferðin verður seinni í august Tjóðveldi

Samgongan letur skattgjaldaran rinda fyri útlendsk ferðafólk

Fólk á arbeiðsmarknaðinum mugu vísa hógv og ikki krevja lønarhækking er niðurlagið hjá samgonguni. Men nú letur júst sama samgonga føroyska lønmóttakaran rinda fyri at ferðafólk ókeypis skulu kannast, tá tey koma til Føroya. Higartil skal føroyski skattgjaldarin rinda 10 milliónir, so ferðafólk kunnu verða kannaði ókeypis fyri covid-19. Eg má spyrja, hví skulu føroyingar rinda fyri útlendsk...

Saman loysa vit bústaðartrotið

Landsstýrið hevur nú lagt fram part av uppskoti teirra til loysn uppá bústaðartrotið. Vit í Tjóðveldi fegnast sjálvandi um øll átøk, ið hava til endamáls at loysa bústaðartrotið, men uppskotið hevur við sær stórar prinsippiellar broytingar, har Bústaðir skal gerast eitt vinnufyritøku-líknandi projekt. Bústaðartrotið er ein ovurstórur samfelagsligur trupuleiki og hevur tí onga heilt einfalda...

Tað stóra ránið av fólksins dýrastu ogn

  Meðan landsstýrið krevur hógv og afturhald frá vanliga løntakarunum í Føroyum. Og samfelagssinni og samanhald frá øllum fólkinum undir koronastongslinum… So trumla tey uppskot ígjøgnum Løgtingið, sum lata alt á víðan vegg til tey fáu at spekulera við fólksins ogn – eisini til útlendingar. Samgongan hevur bara í ár latið fimm teimum størstu reiðaríunum virðir afturat fyri 500 mió. um...

Broytingaruppskot hjá Høgni Hoydal

Tjóðveldi Broytingaruppskot til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 142/2019 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar) Broytingaruppskot   Í § 1 verða broytingarnar: Nr. 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15,...

Løgmaður skal svara um privatar koronakanningar

Høgni Hoydal vil nú hava løgmann at standa til svars fyri avgerðunum um privatar koronakanningar av ferðafólki. Á tingfundinum seinasta fríggjadag kravdi Høgni svar frá løgmanni um hesi viðurskifti. Men hóast orðaskiftið um hetta vardi í meira enn ein tíma, so metti Høgni, at løgmaður als ikki svaraði spurningunum. Tí er nú ein sonevndur §52a-fyrispurningur settur løgmanni, har løgmaður skal svara...

HVAR ER FÍGGJARMÁLARÁÐHARRIN?

Fríggjakvøldið varð søguliga stór eykajáttan samtykt á Løgtingi. Talan var um 2-300 mió. kr. í fleiri útreiðslum, harav bert umleið ein fjórðingur var orsakað av átøkum, ið hava við Korona at gera. Undir viðgerðini varð eftirlýst, hvar fíggjarmálaráðharrin var. Fyrst og fremst tí alt bendir á, at ongin fíggjarstýring er í landinum í løtuni – og hartil var landsstýrismaðurin ikki til...

Hvør ræður á Føroya landi? 

Í skugganum av koronu, verður bæði okkara persónliga og tjóðskaparliga frælsi álvarsliga sett til viks.  Hava vit fólkaræði í Føroyum, tá ið seráhugamál og myndugleikar, ið vit ikki hava valt, sleppa at taka avgerðirnar yvir høvdið á føroyska fólkinum?  Ætla vit veruliga at lata hetta um okkum ganga? Korona hevur kastað ljós á so nógvar dygdir í okkara tjóð og samfelag. Á alt tað, sum...

Onki høvd – men berur hali

Jú, Jaspur Langgaard. Sanniliga er Arktis og okkara støða í miðjum Norðuratlantshavi, eitt tjóðskaparmál. Tað er eitt mál um fólkaræði, og hvør skal taka avgerðirnar um, hvat okkara land verður brúkt til. Og at føroyska tjóðin kann røkja síni egnu áhugamál mótvegis stórveldunum   Tað sæst sjáldan betur enn nú. Tá ið ongin tjóðskaparlig kós er, verður føroyskur politikkur sum í...

ALS-Koronaskipanin – hvat hendir tann 30. juni?

Koronaskipanin í ALS eigur at leingjast nakað fyri at tryggja arbeiðspláss, og landið eigur at gjalda. Men fremst av øllum mugu løntakarar og vinna fáa greitt at vita, hvat landsstýrið ætlar, nú skipanin fer úr gildi um bert tvær vikur. 1700 fólk vita hvørki, um tey eru keypt ella seld.   Um 14 dagar gongur serliga koronaskipanin hjá ALS út. Í dag eru fleiri enn 1700 fólk knýtt at hesi skipan, umframt...

Reint fupp frá bankunum

Bara uppá 10 ár, hevur tað kostað minst 350 milliónir og 25 størv av landinum at bankarnir sluppu at flyta allar okkara peningaskipanir burtur   Í dag svaraði landsstýrismaðurin fyrispurningi á tingi um kostnaðin fyri føroyska brúkaran og mist størv í KT-vinnuni av, at bankarnir sluppu at flyta sínar skipanir av landinum eftir ómetaligt trýst og lobbyvirksemi móti...

Tryggja TROM sum føroysk filmsframleiðsla!

Aftur eru spennandi tíðindi um filmsrøðina TROM, ið er seld fleiri útlendskum sjónvarpsrásum – longu áðrenn upptøkurnar eru byrjaðar. Fari tí at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, Helga Abrahamsen, um hvørt hann ætlar at tryggja, at framleiðslan av TROM verður í Føroyum? Um hann fer at hækka upphæddina til afturbering fyri útreiðslur í sambandi við filmsframleiðslu í Føroyum. Við tí í...

Aðalfundurin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, hevur havt ársaðalfund fyrr í vikuni. Nógv fólk vóru til fundin og kjakið var sera áhugavert. Høgni Hoydal, hugleiddi um politisku støðuna. Millum annað varð greitt frá ríkis-rættarligu og -politisku støðuni. Kjakið snúi seg somuleiðis um ta skeivu kós sum vit síggja verður løgd av sitandi samgongu. Gjógvin millum tey múgvandi og vanlig fólk vaksur alsamt...

Korona-kanna øll, ið koma til Føroyar – Sjálvandi!

Hví lata landamørkini upp uttan Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar?  Landsstýrið hevur fráboðað, at 15. juni verða landamørkini í Føroyum latin upp mótvegis Íslandi, Grønlandi og Danmark. Eftir 15. juni verður ikki neyðugt við sóttarhaldi fyri borgarar úr hesum londum.  Tá Danmark boðaði frá, at nú fór Danmark at lata upp fyri borgarum úr Týsklandi og Noregi, varð fráboðað...

Stovnar handan læstar dyr

Hvat er tað, sum gongur fyri seg ? Fólk sleppa ikki inn í bankarnar, sjálvtøkurnar verða tiknar niður, tað kostar meira og meira at hava konto, og tað verður gjørt so tvørligt og dýrt sum gjørligt at brúka tænasturnar. Tað kundi eins væl staðið á hurðini “vit ynskja hvørki kontakt ella kontantir” Ikki tí, tað sama ger seg galdandi á øðrum stovnum. Har sita fólk eisini handan læstar dyr og...

Latið okkum saman avtaka uttanríkispolitisku avmarkingarlógina

Uttanríkispolitikkur og samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark í sambandi við uttanríkispolitikk, er nú aftur sett á dagsskrá. Tað er gott og neyðugt, tí verandi støða er alt annað enn góð. Føroyar eru í eini uttanríkispolitiskari spennitroyggju, ið forðar okkum í, at umboða okkum sjálvi á so ómetaliga nógvum pallum. Ein av høvuðsforðingunum er – umframt at vit ikki eru...

Vit vilja eina føroyska løgreglu!

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri tingið um at taka løgregluna undir føroyskt ræði Í skugganum av koronakreppuni hava landsstýrið og samgongan tíverri valt at trýsta eina røð av stórum prinsippiellum málum gjøgnum Løgtingið. Ongin verulig viðgerð er farin fram av hesum – hvørki í Løgtinginum, í fjølmiðlunum ella í almenninginum annars. Flestu føroyingar munnu vita lítið og onki um, hvat fer...

Samgongan feldi uppskotið um FLEXBARSIL

Familjur eru ymiskar. Tær liva ymiskt. Eru ymisk samansettar, og tær raðfesta ymiskt. Tí skal barsilsskipanin eisini vera liðilig, so tit sum familja kunnu brúka hana, sum tað hóskar til júst tykkara tørv.  Tí hevur Tjóðveldi smíðað eitt uppskot, sum ger júst tað. Flexbarsil er ein klippikortsskipan, har foreldrini kunnu velja at brúka barsilsfarloyvið yvir trý ár. Fleiri aðrir batar eru í...

Føroyskt rættarmál!

Á tiltikna jólafundinum í 1888 settu tjóðskaparfólk sær fyri, at vinna føroyska málið tann heiður, tað hevur uppiborið. Í 1938 varð kravið um danskr skúlamál avtikið, og vit fingu føroyskt skúlamál. Árið eftir, í 1939, fingu vit føroyskt kirkjumál.  Føroyska málið hevur tó enn ikki vunnið sær ta viðurkenning, sum tað eigur, í rættarskipanini. Hetta hevur stak óhepnar avleiðingar fyri...

Ovurstórur tørvur er á fleiri námsfrøðingum

Tí er tað sera ørkymlandi at okkara uppskot um at útbúgva fleiri námsførðingar fall á tingfundinum í síðstu viku. Partur av uppskotinum var eisini at fara í eina tilgongd har vit deila útbúgvingina meira upp í barangarðspedagogik og sernámsfrøði.  Vit hava eina dagstovnalóg, sum ásetir, at í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar.  Í tilfari, sum trivnaðarnevndin fekk frá...

Føroyar til sølu!

Fyrst selja teir fiskiríkidømið og nú landið og bústaðirnar til útlendskar spekulantar ”Sjá hesi fjøll og tindar, er hetta landið mítt? Er hetta tað, sum fedrar várar numu?” Soleiðis yrkir Jóannes Patursson fyri meira enn 150 árum síðani. Og í løtuni eru orð hansara meira viðkomandi enn nakrantíð.   Í dag feldi samgongan uppskot okkara, um at forða fyri, at útlendingar keypa jørð, bústaðir...

Almenn arbeiðspláss um alt land

Tjóðveldi skjýtur upp at skipa fjarstørv kring alt landið. Tað merkir, at tú skal hava møguleika at arbeiða í heimbygdini ella oynni, hóast títt arbeiðspláss ella stovnur liggur í miðstaðinum. Góð arbeiðspláss eru ein grundleggjandi fyritreyt fyri fólkavøkstri, og at familjur velja at seta búgv í einum øki – koronastøðan hevur víst í verki, at tað letur seg gera at arbeiða heimanifrá. “Í...

Vit kunnu ikki venda blinda eyga til

Eingin myndugleiki hevur yvirskipaða ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Sostatt eru heimleys ikki einans heimleys. Tey eru eisini heimleys í tann mund, at tey ikki veruliga hava nakran myndugleika at venda sær til. Tað mugu vit broyta. Í øllum okkara grannalondum er myndugleikaábyrgd av heimleysum sett, sum hevur við sær, at myndugleiki er at hjálpa teimum, ið enda á gøtuni.  Løgtingið fekk í gjár og í dag...

The Land of Maybe

Eingilsmennirnir nevndu Føroyar “The Land of Maybe.” Orsøkin var, at í Føroyum er veðrið tað, ið avger, hvat ber til at gera. Soleiðis er tað enn í stóran mun í dag – bæði á landi, sjógvi og fyri flogferðsluna. Tí hava álítandi veðurtíðindi avgerandi týdning fyri fólk, vinnu og alt samfelagið hjá okkum.  Føroyska veðurtænastan hevur verið føroyskt málsøkið í 11 ár, men tíverri...

Mentan og list hava alla virðing uppiborna

Tónleikur er týðandi partur av okkara mentan, trivnaði og lívi. Eisini í hesi koronatíðini hevur tónleikur fylt nógv í flestu heimum, og hava tónleikurin og føroyskir tónleikarar skapt stóra gleði, samanhald og vón. Aftur og aftur hava tónleikarar framført á talgilda pallinum, uttanfyri ellis- og røktarheim v.m. – hjartaliga takk. Vit ynskja, at styrkja mentanar og listaøkið. Tí hava vit lagt uppskot...

Landsstýrismaður vil bróta avtalu við vinnu og fakfeløg

Tað var ein stórur dagur, tá skrivað varð undir søguliga trípartasemju í juni 2019. Altíð hevur tað verið ein avbjóðing, at talið av lærlingaplássum hevur sveiggjað í mun til gongdina í búskapinum. Tá nógv hevur verið at gera, hava nógv lærlingapláss verið, og øvugt. Hetta hevur ikki verið nøktandi. Tí neyðugt er við meira støðugum tali av tøkum lærlingaplássum. Eisini er tað kanska...

Hvør skal eiga okkara land?

Føroysk hús, jørð og lendi liggja víðopin fyri útlendingum at keypa. Tí hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum. Ognarmeklarir hava upplýst, at útlendski áhugin fyri fastogn í Føroyum er vaksandi og alsamt meira ítøkiligur. Í onkrari bygd hevur útlendingur keypt fleiri hús. Eisini eru hús seld á útoyggj, uttan at keyparin...

Aðalfundur og fyrsti uppstillingarfundur í Norðoya Tjóðveldisfelag

Mikudagin 27. mai hevur Norðoya Tjóðveldisfelag aðalfund og fyrsta uppstillingarfund til kommunuvalið í november. Fundurin verður kl. 19 í Miðstovuni í Klaksvík. Kvøldið byrjar við útsetta aðalfundinum. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Síðan fer løgtingsumboðið hjá Norðoyggjum, Beinta Løwe, at hugleiða um fyrstu mánaðirnar í Løgtinginum. Sum upphiting til uppstillingarfundin kemur...

Hópuppsagnir í vinnuni – hvar blívur avtalaða hjálpin av?

So gjørdist enn ein hópuppsøgn í ferðavinnuni veruleiki. Nú má landsstýrið siga vinnuni og starvsfólkunum har, nær hjálparpakkin til ferðavinnuna kemur, og boða greitt frá, um nøkur ætlan er at leingja ALS-skipanina, og stuðulin til rakstur. Hesar skipanir eru púra avgerandi fyri, at vit skulu sleppa undan, at eitt stórt arbeiðsloysi tekur seg upp, orsaka av koronakreppuni. Øll meiningin við at standa...

Fer landsstýrið at virða trípartasemjuna, ið vit gjørdu við vinnu og fakfeløg

24. juni 2019 undirskivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Landsstýri (Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið, Samferðslumálaráðið og Løgmansskrivstovan), Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, S&K felagið og Starvsmannafelagið søguliga trípartasemju um fleiri lærlingar, betri útbúgvingarmøguleikar og konjunkturjavnandi lóg. Talan var um eina...

Hví fremja øvugta yvirtøku – og flyta føroyskan ræðisrætt til danskar myndugleikar?

13. mai 2020 sendið Føroya løgmaður út alment tíðindaskriv, ið bar boð um, at: ”fjarskifti í framtíðini verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki.” Víðari fráboðar løgmaður, at: ”Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum.” Samstundis varð fráboðað, at løgmaður arbeiðir saman við donsku stjórnini um...

Fer landsstýrið at hjálpa tjóðarflogfelagnum? – Og nær er Hjálparpakki 3 klárur?

Koronakreppan hevur rakt okkara samfelag og allan heimin, og serliga er ferðavinnan rakt meint. Ein av teimum fyritøkunum, ið er hart rakt, er okkara Atlantsflog. Starvsfólkini hava ringað ein høgan kostnað, tí tíverri eru hópuppsøgnir longu fráboðaðar, og er hetta eitt beinleiðis úrslit av, at landsstýrið ikki er komið við eini málrættaðari hjálp til Atlantsflog. Hetta hevur stórar avleiðingar fyri...

Hvør ger av, hvør, ið sleppur inn í land okkara?

Hava føroysku myndugleikarnir fulla heimild at leggja sína egnu ætlan fyri, hvørjum londum latast kann upp fyri, nú koronasmittan hasar av nógvastaðni. Ella, hvør ger av, hvørjum londum Føroyar kann lata mørkini upp fyri – eru tað danskir ella føroyskir myndugleikar?  Útmeldingar frá myndugleikunum geva ta fatan, at tað ikki einans eru føroyskir myndugleikar, ið gera av, á hvønn hátt og mótvegis...

Samgongan feldi okkara uppskot um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk

Hóast ovurstóra tørvin á at útbúgva fleir røktarstarvsfólk, so slapp uppskotið tíverri ikki ígjøgnum samgongunálareygað. Og tað er veruliga at undrast á.  Røktarstarvsfólkini hava júst staðið í fremstu røð og tikið stór tøk í samband við koronusmittuna. Og herðaklappini hava ikki trotið.  Tó kunnu vit gleðast um, at viðgerðin av hesum uppskoti elvdi til gott og gevandi alment kjak um...

Kemur hjálp til ferðavinnuna og trygging av arbeiðsplássum?

Enn ein av stóru fyritøkunum í ferðavinnuni hevur sagt hópin av starvsfólki upp. Hesaferð Atlantsflog, ið sigur 90 fólkum úr starvi, orsaka av koronaátøkunum. Fleiri fyritøkur í ferðavinnuni hava longu sagt hópin av starvsfólki upp.  Vinnufyritøkur, sum liggja lamnar orsaka av koronakreppuni, vita ikki, um tær eru keyptar ella seldar. Tí enn eru eingi greið boð komin frá landsstýrinum um, hvørjar...

Ungdómurin missir nógv – lat tey ikki missa meira

Koronasmittan hevur broytt heimin heilt kollveltandi. Gerandisdagurin hjá okkum flestu er í dag heilt øðrvísi enn fyri bara trimum mánaðum síðani. Nógv er broytt og alt má tillagast og broytast.  Afturat stóru broytingunum, so verður summarið annarleiðis enn vanligt. Festivalarnir verða ikki sum teir plaga – um teir altso verða hildnir. Stevnurnar og kappróðurin verða øðrvísi. Árliga ferian til...

At vísa hógv – ella vísa hógvar

Vit eiga at vera errin og takksom fyri, at vit í Føroyum saman hava loyst avbjóðingina at tálma og steðga koronasmittuni – í hvussu so er á fyrsta sjóvarfallinum.  At heiðra er samanhaldið og samhaldsfestið okkara millum. Okkara dugnaligu fakfólk og granskarar. Øll tey, ið dagliga stríðast fyri at halda og menna okkara felags vælferðarskipanir. Øll verkafólk, ið skapa virðini hvønn dag á sjógvi og...

Lønarhækkingin skal ikki strikast

Nú ljóðar í miðlunum, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum ætlar at strika avtalaðu lønarhækkingina hjá Starvsmannafelagnum, men tað vóni eg ikki, at felagið letur um seg ganga. Samgongan hevur júst strikað inntøkur til landskassan fyri milliónir, og sendir nú rokningina til lønmóttakaran. Limir í Starvsmannafelagnum eru millum teirra, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði í korona-støðuni....

Børnini missa barnadeildina

Tað hevur verið alment frammi, at Barnadeildin verður flutt inn á aðra deild, har vaksnir sjúklingar liggja, og at deildin minkar niður í tvær seingjastovur. Ætlanin er ásett at vara í fleiri mánaðir. Í roynd og veru merkir hetta, at vit onga Barnadeild hava.  Tað hevur í áravís verið hildið sera fast í, at børn og vaksin ikki eiga at vera innløgd saman, og at rætturin hjá børnum til serstakar...

Koronakreppan vísir týdningin av sjálvbjargni

”Tað er í mótbrekku, at tú vísir tínar styrkir” – og sanniliga hevur fólkið í Føroyum víst sínar styrkir í hesi brøttu mótbrekkuni. Henda koronakreppan hevur kravt nógv av okkum øllum í Føroyum – og av fólkum kring heimin. Á mangan hátt hevur tað kenst sum ein krígsstøða, og hevur eisini verið tað – á ein hátt. Landamørkini hava verið nærum stongd. Samfelagið nærum afturlatið....

Beinta fingið svar uppá fyrispurning um háskúlar

Svar upp á fyrispurning um háskúlar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið kann halda fram eftir støðuna við korona? 2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til háskúlavirksemi ella á annan hátt at hjálpa háskúlum...

Fyrsta mai røða Erlend Paturssons 1962

Góðan altjóða arbeiðaradag! Hóast tað, vegna umstøðurnar, ikki er gjørligt at halda fyrsta mai sum vant, er sjáldan meira týdningarmikið enn nú at gera vart við hendan merkisverda dag.  Hendan dag minnast og takka vit øllum teimum, ið undan okkum gingu, fiski- og verkamannarørsluni at frama. Samstundis nýta vit hendan dag at heiðra øllum teimum frambrotum, ið verkafólkarørslan hevur skapt í Føroyum...

Herðaklapp eru ikki nóg mikið

Í dag er 1. mai og altjóða arbeiðaradagur. Korona-kreppan hevur víst okkum, at tey starvsfólk, ið typiskt hava lága løn og ikki nøktandi arbeiðksor, nú eru tey, ið eru á frontlinjuni á m.a. sjúkrahúsum, í barnagørðum, í eldrarøktini og starvsfólk í almannaverkinum og í matvøruhandlum annars. Altjóða arbeiðaradagurin er minst líka týdningarmikil at markera í dag, sum áður – um ikki uppaftur...

Vilja vit seta strangari krøv til ferðandi, mugu vit yvirtaka landslæknaembætið

Korona smittan finst nú ikki millum føroyingar og einasta hóttan fyri nýggjum smittutilburðum er frá fólki, ið ferðast til landið. Tí er tað sjálvsagt, at stórt trýst er á politisku skipanina um at seta krøv til ferðafólk um tvungið sóttarhald. Vit, ið búgva her, vilja kunna liva og anda frítt aftur heima hjá okkum sjálvum, har ongin smitta er. Vit ynskja at seta somu reglur til ferðafólk sum...

Størv kring alt landið

Í dag viðger Løgtingið uppskot frá Tjóðveldi um at almenn størv í nógv størri mun skulu kunna verða sett sum fjarstørv kring landið. Tað merkir, at øll nýggj almenn størv, har tað yvirhøvur ber til, eiga at verða sett soleiðis, at møguleiki er fyri at arbeiða í heimbygdini ella í oynni, tá høvuðssætið hjá stovninum er á meginlandinum.  “Góð arbeiðspláss eru ein grundleggjandi fyritreyt...

Lat samfelagið upp á tryggum grundarlagi

Nú samfelagið spakuliga verður latið upp aftur er týdningarmikið, at umstøðurnar eru so tryggar sum gjørligt. Í Føroyum hava vit umstøður, at kanna umleið 600 fólk dagliga. Hetta merkir, at vit kunnu kanna øll fólk í Føroyum eftir lutfalsligari stuttari tíð. Um vit gagnnýttu hetta, hevði tað givið heilsumynduleikunum og landsstýrinum eitt óvanliga gott innlit í, hvør smittustøðan er í Føroyum....

Beinta spyr løgmann um ítróttarkappingar

Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um ítróttarkappingar, settur løgmanni Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)   1. Hvørji eru almennu tilmælini um, hvørt ítróttarkappingar skulu byrja aftur ella ikki?   2. Hvat heldur løgmaður um, at ítróttargreinar byrja aftur, hóast heilsumyndugleikar mæla frá hesum, um ítróttargreinar ikki megna at lúka...

Beinta sett fyrispurning um háskúlar

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um háskúlar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)   1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið kann halda fram eftir støðuna við korona?   2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til...

Greið mál fyri føroysku filmsvinnuna

Í gjár viðgjørdi Løgtingið uppskot hjá Bjørt Samuelsen og Tjóðveldi um at seta mál fyri og lyfta føroyska filmsvinnuna upp á altjóða støði. Fyri at røkka málinum at gera Føroyar til eitt veruligt filmsland, krevst ein greiður vinnu- og mentanarpolitiskur vilji. Uppskotið heitir á landsstýrið, at gera eina menningarætlan við greitt settum málum fyri filmsframleiðslu, at filmsvinnan kann skapa...

Føroyski Talgildi Samleikin er nær – Set ikki krav um danskt NemID

Nýggi, føroyski Talgildi Samleikin er nú nær – og verður hesin eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroyingar.  Men júst nú vit eru so nær at fáa føroyska Talgilda Samleikan tiknan í nýtslu, hevur Felagið Føroyskir Peningastovnar alment fráboðað, at fólk í Føroyum, ið ynskja at hava atgongd til netbanka og lønarportal eftir 29. mai 2020, skulu nýta danska NemID. Tí hevur Kristina Háfoss sett...

Tann stillføri og savnandi tjóðarbyggjarin úr Vági – Óli Holm 75

15. apríl fór Óli Holm í Vági um tey sjeytifimm.  Sum hjá so mongum í hesum koronadøgum, ber ikki til at savnast í størri veitslulag at heiðra og kvøða hendan heiðursmann – hóast eg eri sannførdur um, at familjan og vágbingar funnu onkran serstakan hátt at gera vart við merkisdagin hjá Óla í tryggari fjarstøðu. Tað fara at gevast nýggj høvi at savnast hjá okkum øllum, um vit framhaldandi standa...

Beinta spyr um støðuna hjá fólki í dagpeningaskipanini

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur, settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í almannamálum, viðvíkjandi støðuni hjá fólki í dagpeningaskipanini (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu er støðan hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, men sum hava fingið boð um, at viðgerðin av málinum er seinkað av støðuni við korona? 2. Kunnu fólk, sum skjótt detta...

Betri trygd fyri arbeiðstøk og vinnuna

Fólk, sum eru rakt av arbeiðsloysi, mugu fáa betri trygd í ALS. Tey eiga at verða javnsett við tey, sum nú fáa útgjald eftir nýggju koronaserreglunum. Og enn eitt trygdarnet má spennanst undir vinnuna, so gjaldførið ikki svíkir og harvið møguleikin, at svara hvørjum sítt og koma igjøgnum koronakreppuna. NEYÐUGT TRYGDARNET Fyri lítlari viku síðani vóru vit við til at lyfta ein hjálparpakka frá...

Vit mugu fjálga um fólkaræðið

Vit mugu fjálga um fólkaræðið   Tað er í krepputíðum, at fólkaræðið stendur sína roynd og prógvar sítt virði. Hetta mugu vit halda fast um.  Tí er umráðandi, at Løgtingið sleppur at umrøða málini, tí tað eru trygd og rættindi hjá fólki, sum tað snýr seg um   Allar Føroyar hava staðið saman í stríðnum móti korona, tíbetur. Men tað er í slíkum førum, at vit mugu vera varin, og...

Hetta loysa vit saman

Vit í Tjóðveldi vilja við hesum heita á øll um at standa saman um tað, sum krevst av okkum sum tjóð, myndugleikum og samfelagsborgarum í sambandi við heimfarsóttina við coronavirusi. Hetta er ein heilt serstøk støða, har vit nú skulu standa saman, uttan at vera so nógv beinleiðis persónliga saman, sum vit vanliga eru.    Øll hava vit okkara hugsanir um, hvat eigur at gerast og kann gerast betur. Vit...

Økt kvinnurættindi tænir eisini monnum

Menn hava ikki altíð havt sama rætt sum kvinnur. Ikki í praksis. Tað hevur ikki altíð verið líka væl sæð, at menn ansa børnum, at teir hongdu uppá snór, at teir vaskaðu klæði. Teir skuldu helst halda seg burtur frá teimum heimligu pliktunum. Teir skuldu jú vera rættir menn. Og so skuldi dirvi til hjá manni at velja sær eina kvinnuliga útbúgving, sum t.d. frisør ella heilsusjúkrasystir. Menn, sum...

Norðoya Tjóðveldisfelag: Aðalfundur og veitsla

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur aðalfund leygardagin 14. mars í Miðstovuni í Klaksvík kl. 17. Skrá sambært lóg felagsins. Møtið fjølment. Kl. 19 – tá ið aðalfundurin er liðugur – verður veitsla fyri øll tjóðveldishugað sama stað. Prísurin fyri veitslu veitsluna – íroknað mat – er 250 kr. Drykkjuvørur kunnu keypast. Freistin at tekna seg til veitsluna er hósdagin 12. mars. Man teknar seg við...

Mismunur skal ikki gerast á fólki á arbeiðsmarknaðinum – heldur ikki vegna aldur

Kristina Háfoss og Heðin Mortensen, leggja í dag fyri Løgtingið uppskot – vegna Tjóðveldi og Javnaðarflokkin – ið skal tryggja, at mismunur ikki verður gjørdu á fólki á arbeiðsmarknaðinum. Í Føroyum mangla vit lóggávu, ið skal tryggja, at mismunur ikki kann gerast á fólki á arbeiðsmarkninum. Hetta ynskja vit at broyta. Bæði tá umræður mismun sum heild, men eisini tá umræður mismun vegna...

Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag ársaðalfund mikudagin 11. mars

Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur ársaðalfund mikudagin 11. mars á Búnaðarstovuni í Kollafirði kl. 19. Skrá sambært lógum felagsins. Fólkavald umboð fyri flokkin koma eisini at vera til staðar, og hesi koma at umrøða ymiskt, ið er uppi í tíðini; og limir felagsins fáa somuleiðis eisini høvi at spyrja fólkavaldu umboðini um eitthvørt. Limir felagsins fáa eisini møguleikan at koma við...

Sirið spyr um landið fíggjar skaðar á grótkøst, sum eru farin í storminum kring landið.

Grein 52a fyrispurningur til Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharra um, at landið fíggjar skaðar á grótkøst, sum eru fari í storminum kring landið. Er landsstýrismaðurin sinnaður at bera uppskot í løgtingið, sum heimilar landinum at fíggja skaðar á grótkøst, sum eru farin í ódnarveðrinum seinastu dagarnar ? Viðmerkingar: Í ringa ódnarveðrinum, sum júst hevur verið eru stórir skaðar kring...

Føroyskan film og filmsvinnu upp á altjóða støði

Tað hendir nógv innan føroyskan film í løtuni. Vit mugu lofta jaligu gongdini, og tryggja grundarlagið undir víðari menningini av filmsvinnuni. Filmur er ein kreativ vinnugrein, sum kann skapa nógv fjølbroyt størv frameftir, samstundis er filmur ein so týðandi mentanarberi, sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í vinnumálum.   Tjóðveldi hevur latið Løgtinginum eitt uppskot um menning av føroyskari...

Negativ renta skal ikki kunna áleggjast lønarkonto og pensjónskonto

Tjóðveldi leggur nú fram uppskot á Løgtingi um, at negativ renta ikki skal kunna verða løgd á lønar- og pensjónskontur í føroysku peningastovnum. Altjóða rentustøðið er søguliga lágt. Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa rentan hjá tjóðbankum hevur nú verið galdandi í eina tíð, og mett verður, at hetta fer at halda fram komandi tíðina. Eitt úrslit av hesum er, at nakrir...

FLEXBARSIL – frælsi at velja

Tjóðveldi hevur smíðað uppskot um eina liðiliga barsilsskipan, sum gevur familjum møguleika at seta saman barsilsfarloyvið júst soleiðis, sum tann einstaka familjan hevur tørv á. Flexbarsil er ein klippikortskipan, har foreldrini kunnu velja at brúka barsilsfarloyvið yvir trý ár. Fleiri aðrir batar eru í uppskotinum, eitt nú fyri lesandi, fyri fólk, sum flyta av landinum í útbúgvingar- ella...

Landsstýrismaður vil krevja 21% í pensjónsgjaldi frá føroyingum – hví?

Nú eru enn fleiri átøk ávegis úr landsstýrinum, ið fara at undirgrava pensjónsnýskipanina og skapa størri ójavna millum láglønt og hálønt, bæði á arbeiðsmarknaðinum og pensjónistar. Forskattaða lógartvungna pensjónsinngjaldið hækkar Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent lógarbroyting til hoyringar. Talan er um týðandi broyting í løgtingslóg um eftirløn....

Kristina spyr um politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa fíggjarligan stuðul

Munnligur fyrispurningur um at politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa um fíggjarligan stuðul til løgmann Fer løgmaður at gera uppskot til lógarbroyting viðvíkjandi upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar og valevni í Føroyum? Um ikki, hví? Heldur løgmaður ikki, at tað er ein trupulleiki, at politiskir flokkar og valevni í Føroyum kunnu móttaka óavmarkaðan fíggjarligan stuðul, uttan...

Sirið spyr um víðkan av barnapsykiatriska dagtilboðnum

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen um víðkan av barnapsykiatriska dagtilboðnum.   1 Hvørjar ætlanir eru at víðka um virksemið í barnapsykiatriini, so dagtilboðið verður eitt samdøgurstilboð ? 2 Hvussu er støðan við bíðilistum í barnapsykiatriini ?   Viðmerkingar; Í fjør fingu vit loksins eina barnapsykiatriska deild. Í fyrsta umfari eitt...

Sirið spyr um støðuna á Barnaheiminum

Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um støðuna á Barnaheiminum   1 Hvat verður gjørt fyri at bøta um støðuna á Barnaheiminum, so trivnaðurin hjá starvsfólkunum verður betri ? 2 Hvørjar avleiðingar kann støðan við skiftandi starvsfólkum og vánaligum trivnaði hava á børnini, sum eru á Baraheiminum ? 3 Hvussu nógv starvsfólk hava...

Bjørt spyr um Barnsburðartrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi

Barnsburðartrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi Fyrispurningur settur Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum   – Metir landsstýrismaðurin, at fólk, sum seta egna fyritøku á stovn, í nóg stóran mun kenna møguleikan at tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening? – Veit landsstýrismaðurin, hvussu ofta tað er, at sjálvsstøðugt vinnurekandi detta niðurímillum, tí tey...

Hervør spyr um útbyggingina á Kambsdali

Til landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, Jenis av Rana Munnligur fyrispurningur um útbygging av miðnámi á Kambsdali Hvussu langt er komið við verkætlanini um at byggja út á Miðnámi á Kambsdali? Ætlar samgongan at byggja víðari upp á arbeiðið, ið undanfarna samgonga setti gongd á? Viðmerkingar: Miðnám á Kambsdali er ein dýrabarur vitanardepil fyri borgararnar í norðurpartinum av Føroyum....

Høgni spyr um herskyldu og hernaðarmál í Føroyum

Munnligur fyrispurningur til løgmann um at boða frá, at føroyingar hava onki við danska herskyldu og danska herin at gera Nú uppskot er í danska tinginum um, at føroyingar skulu gera herskyldu í danska herinum, hevur løgmaður mótmælt og boðað donsku stjórnini og umheiminum frá, at føroyingar eru ein egin tjóð, sum onki hevur við danska herskyldu og danska herin at gera? Hevur landsstýrið...

Kristina spyr um hagtølini fyri tey 17 heimsmálini

Munnligur fyrispurningur um, hvussu tað gongur við at gera nýggju hagtølini fyri tey 17 heimsmálini fyri burðardygd og lønarhagtøl til Jørgen Niclasen Hvør er støðan viðvíkjandi nýggju hagtølunum fyri tey 17 heimsmálini um burðardygd? Hevur Hagstova Føroya fingið nøktandi játtan í 2020 til at fremja hagtølini sum æltað? Um ikki, hvussu nógv væntar í? Hvør er støðan viðvíkjandi nýggju...

Sirið spyr um fjarskiftistrupulleikar í Suðuroynni og Sandoynni

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum Helga Abrahamsen um fjarskiftistrupulleikar í Suðuroynni og Sandoynni 1 Nær eru trupulleikarnar við fjarskiftissambandinum til Suðuroynna og Sandoynna íkomnir ? 2 Nær kunnu fólk í Suðuroynni og Sandoynni rokna við at trupulleikarnar eru fingnir í rættlag ? Viðmerkingar; Tað hevur verið alment frammi, at íkomnu trupulleikarnar eru fleiri mánar...

Bjørt spyr um javnseting av pápum og mammum í sambandi við føðing

Fyrispurningur um javnseting av pápum og mammum í sambandi við føðing settur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum   Metir landsstýrismaðurin, at pápar og mammur skulu javnsetast í mun til føðing uttan gjald á sjúkrahúsi í Føroyum? Ætlaða broytingin í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð javnsetur rættindini hjá lesandi pápum og mammum í mun til føðing á...

Kristina spyr um ætlanir við Bústøðum og loysnir á bústaðartrotinum

Munnligur fyrispurningur um ætlanir við Bústøðum og loysnir á bústaðartrotinum til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum   Hvør er arbeiðssetningurin, ið landsstýriskvinnan hevur givið arbeiðsbólkinum, ið hevur arbeitt við bústaðarpolitikki landsstýrisins, og nær væntast arbeiðið at vera liðugt?   Er eitt av uppskotunum, ið landsstýrið arbeiðir...

Bjørt spyr um oljudálking og myndugleikaábyrgd

Fyrispurningur til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, um oljudálking og myndugleikaábyrgd Hvør myndugleiki eigur evstu ábyrgdina av at tryggja, at tikið verður upp aftaná eina oljudálking, so náttúran ikki verður oyðiløgd? Metir landsstýrismaðurin, at lógarverkið og tilbúgvingarskipanin í mun til oljudálking á landi eru nóg góð? Heldur landsstýrismaðurin, at tað kann...

Soleiðis loysa vit bústaðartrotið saman!

Bústaðartrotið skal loysast sum skjótast. Tí ovurstórur tørvur er á fleiri bústøðum í Føroyum. Vit eru nú fleiri enn 52.000 íbúgvar, og fólkavøksturin heldur áfram. Tað er tí alneyðugt at fáa til vega fleiri bústaðir til ein rímiligan kostnað, ið fólk megna at rinda – og bústaðir, ið nøkta tann ymiska tørvin, ið er. Eisini skal vera møguligt at byggja kring alt landið. Bústaðartrotið...

Føroyskt skal vera rættarmál

Vit í Tjóðveldi hava lagt uppskot fram um  føroyskt rættarmál. Tað liggur eitt drúgt stríð til grund fyri, at vit í dag hava eitt føroyskt mál. Tað er ikki runnið upp úr turrum, men er ein beinleiðis sigur, sum tjóðskaparrørslan hevur vunnið okkum.  Aftaná tiltikna jólafundin í 1888 settu tjóðskaparfólk sær fyri at arbeiða við at gera føroyska orðabók at virka fyri at fáa føroyskt inn í...

Nær verður Húsarhaldsskúlin liðugur?

Hvussu gongur við byggingini av nýggjum husarhaldsskula og nær verður hann liðugur? Lítið og onki hevur tó verið at hoyrt um byggingina í seinastuni.  Tí hevur Beinta Løwe sett Jenis av Rana, landsstýrismanninum í mentamálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. Undanfarna samgonga játtaði 21 milliónir kr. í stuðli til byggingina. Eisini varð sagt í svari til fyrispurning frá undanfarna løgmanni, at...

Kvinnur á ting

Í dagligari talu siga vit løgtings- og landsstýriskvinnur, men á pappírunum skulu tær eita menn. Tað vilja Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir broyta, og hava tær tí lagt uppskot fyri løgtingið um at víðka heitini í Stýrisskipanarlógini til at fevna um bæði kyn.   Síðan fyrstu kvinnurnar vórðu valdar inn á ting, hava 28 kvinnur verið løgtingsmenn. Hesar verða í dagligari talu, í...

Viðurskiftini í Mjørkadali eru ikki nøktandi

Fyri jól viðgjørdi Løgtingið nýggja rættargangslóg. Í tí sambandi kom púra greitt fram, at viðurskiftini í Mjørkadali ikki eru nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygt til at vera ein arrest ella fongsul, men Mjørkadalur hýsir bæði arrestini og virkar sum fongsul, hóast tað galda ymiskar reglur fyri varðhaldsfongslaði og tey, sum sita dóm. Víst er á av fleiri pørtum, at karmarnir í Mjørkadali eru...

Havnin sum súkklubýur

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at betra um trivnaðin í kommununi, og tað er eisini við m.a. at skipa aðrar flutningshættir enn privatu bilferðsluna. Tað var í mars í fjør, at byggi- og býarskipanarnevndin samtykti at fara undir at leggja til rættis, miðvíst og yvirskipað, um hvussu Havnin verður ein góður súkklubýur. Havnin er ein vælegnaður súkklubýur, fjarstøðan er stutt og veðrið...

Ímeðan vit bíða – eftir Tórshavnar býráð

Nú lagnan hjá IRF, undarligt nokk, skal avgerast í býráðnum í Tórshavn, og ikki á aðalfundi hjá IRF, eru vit nógv sum standa spyrjandi. Vit onnur eru hóast alt uml. 60 % av Føroya fólki. Hvat hendir her?   Tórshavn vildi ikki vera við, tá kommunurnar í felga ætlaðu at byggja eina felags brennistøð. Tey søgd nei, tí tey ikki sluppu at bestemma alt. Og nú eru vit aftur á sama stað. Tórshavn vil...

Útlendingar skulu ikki keypa hús og jørð í Føroyum undir seg

Tjóðveldi fer at leggja uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum. Sum meklarafyritøkur nú gera vart við, er áhugin vaksandi hjá útlendinum, at keypa hús og jørð í Føroyum. Til summarbústaðir ella til onnur endamál. Í valskránni til Løgtingsvalið 2019, boðaði Tjóðveldi frá, at neyðugt er at gera lóggávu um, at útlendingar ikki kunnu keypa hús og...

Spyr um fullveldissamráðingar

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar, settur løgmanni, Bárði Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær fer løgmaður at almannakunngera øll skjøl, undir hesum eisini fundarfrágreiðingar, í sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000? 2. Um løgmaður ikki ætlar at...

X