• Kykmyndir
  • Lesarabrøv
  • Tíðindi
  • Tingarbeiði
Reiðarar skulu sjálvir gjalda síni rættindi
Aug 1

Reiðarar skulu sjálvir gjalda síni rættindi

Uppboðssølu- og veiðigjald skal ikki kunna dragast frá avreiðingarvirðinum, áðrenn skipsmanningar verða avroknaðar. Millum annað hesum fari eg av øllum alvi at arbeiða fyri, um eg verði valdur á ting á løgtingsvalinum komandi. Stigið er neyðugt, um vit vilja praktisera eina uppboðssølu av fiskirættindum, har tey, ið ætla at bjóða, kunnu gera tað á jøvnum føti. Manningarfeløgini gjørdu...

JÓHAN CHRISTIANSEN STILLAR UPP FYRI TJÓÐVELDI
Jul 31

JÓHAN CHRISTIANSEN STILLAR UPP FYRI TJÓÐVELDI

Eg havi tikið støðu til at satsa fult og heilt upp á løgtingsvalið, og tí havi eg eisini tikið avgerð um, at ikki stilla upp aftur til kommunuvalið, sigur Jóhan Christiansen. – Tað hevur heilt vist mangla eitt tjóðveldisumboð á tingi seinastu setuna, sum kann umboða Eysturoynna. Tí tað er umráðandi fyri okkum at hava umboðan her, sum ein stórur partur av framleiðsluni hjá føroyingum...

BEINTA LØWE STILLAR UPP FYRI TJÓÐVELDI
Jul 31

BEINTA LØWE STILLAR UPP FYRI TJÓÐVELDI

– Føroyar skulu vera fyri øll, og ikki bert fyri tey útvaldu. Tá má bera til at liva av einari vanligari løn, sigur Beinta Løwe, sum stillar upp fyri Tjóðveldi. Seinastu árini eru vit blivin fleiri, ríkari og fjølbroyttari. Tað gongur sera væl í Føroyum, og tann vælferðin skal merkjast hjá tí vanliga fólkinum. Tí Føroyar mugu vera eitt stað, har tað ber til at liva av tínari løn...

RÓGVI NYBO STILLAR UPP
Jul 27

RÓGVI NYBO STILLAR UPP

Rógvi Nybo úr Hósvík stillar upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið. – Fyri meg er valið sera einfalt. Eg vil seta ferð á alneyðugu grønu kollveltingina, og skapa eitt javnari og meira samanhangandi samfelag. Eitt samfelag har vit hava betri tíð til familjulívið, meira rúm og tíð til menning á dagstovnaøkinum, og har vit hava betri tíð til umsorgan á eldraøkinum. So eri eg eisini sannførdur...

Turið Horn stillar upp fyri Tjóðveldi
Jul 26

Turið Horn stillar upp fyri Tjóðveldi

Tað skal vera gott at vera barn í Føroyum. Og tað skal vera gott at vera námsfrøðingur, sigur Turið, sum fyrst og fremst ætlar at seta dagstovnaøkið og korini hjá børnum og ungum á politiska breddan. – Eg vil sláa eitt slag fyri námsfrøðini. Og fyrsta stigið er, at vit fáa ásett eitt minstamark fyri normering fyri hvørt barnið á dagstovnaøkinum, og at vit fáa sett inn í dagstovnalógina,...

Jón Kragesteen stillar upp fyri Tjóðveldi
Jul 25

Jón Kragesteen stillar upp fyri Tjóðveldi

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað Jón Kragesteen sum valevni til komandi løgtingsval. – Vit mugu skipa okkara samfelag væl burðardyggari, enn vit gera í dag, sigur Jón Kragesteen. – Tá ið eg fyri stuttum varð spurdur, um eg vildi stilla upp fyri Tjóðveldi, tók eg av beinanvegin. Eg havi altíð verið tjóðveldisfólk og sannførdur um, at tað ber ikki til at stýra einum...

Misnýtsluviðgerð alt árið
Jul 25

Misnýtsluviðgerð alt árið

Møguleikin hjá føroyingum at leita sær viðgerð fyri rúsdrekkatrupulleikar hevur bjargað ógvuliga nógvum einstaklingum og familjum teirra frá vanlagnu og hvørt ár spart samfelagnum fyri heilt stórar milliónaupphæddir. Hetta seinasta er mítt uppáhald, tí eg havi ongi tøl, ið prógva tað, men bert við at hyggja at øllum teimum turrløgdu alkoholikarunum, eg sjálvur veit um, ber nærum til at telja seg...

Heidi Lava Elgeirsdóttir stillar upp fyri Tjóðveldi
Jul 24

Heidi Lava Elgeirsdóttir stillar upp fyri Tjóðveldi

– Persónligt frælsi og føroyskar loysnir eru tað, sum eg fari at arbeiða fyri, sigur Heidi. Tíðin er komin til eina nýggja føroyska barsilsskipan. Eg haldi, at mammur og pápar skulu sjálvi gera av, nær, hvør og hvussu leingi tey fara í farloyvi. Eg eri sannførd um, at foreldur í Føroyum sjálvi vita, hvat er best fyri síni børn. Prinsipielt haldi eg, at vit skulu avtaka mammu- og pápakvotur, og...

Ongan nýggjan skatt á flogferðir
Jul 20

Ongan nýggjan skatt á flogferðir

Rákið kann venda so skjótt í politikki og samfelagskjakinum. Tað er ikki langt síðan, at krav um bíligari flogferðaseðlar var ovast á breddanum, og nú veksur fram ampin um, at vit ikki leggja nóg stór avgjøld á somu flogferðir – so ferðaseðlarnir gerast dýrari! Hugsi, tað er rætt at anda tvær ferðir, áðrenn lopið verður framav. Vit búgva á nøkrum...

Kappbjóðing ella semjur
Jul 17

Kappbjóðing ella semjur

Kennir tú hetta: tú ringir eftir einum handverkara, og hann er ikki tøkur fyrr enn einaferð. Handverksvinnan er dugnalig, og hon er professionel, og so hevur hon nógv at gera fyri tíðina. Hyggur tú eftir almennu viðmerkingunum, so sær ikki út til, at ferðin fær valevni at vísa varsemi. Tað kann undra, tí tað er í góðum tíðum, at vit eiga at vísa varsemi og duga at halda aftur. Tað er nú, at...

Jóanis Erik Køtlum nýtt valevni fyri Tjóðveldi
Jul 17

Jóanis Erik Køtlum nýtt valevni fyri Tjóðveldi

Jóanis Erik Køtlum verður nýtt valevni fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið komandi. Tað er greitt, eftir at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði uppstillingarfund mánakvøldið. Hann er 53 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur við fíggjarstýring sum sergrein frá Copenhagen Business School. Jóanis Erik Køtlum hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á strategiskum stigi innan miðfyrisiting og...

Hornasteinarnir í manngóðskuni eru kærleiki og arbeiði
Jul 16

Hornasteinarnir í manngóðskuni eru kærleiki og arbeiði

Hornasteinarnir í manngóðskuni eru kærleiki og arbeiði-Sigmund Freud Fyri áleið fimm árum síðan vóru eg og familjan í Seoul í Suður Korea. Hetta var í samband við, at vit fingu yngsta sonin.Sum verða man, so ótu vit á matstovu hvørt kvøld, og á nærum øllum matstovunum vit vitjaðu, arbeiddu ung og vaksin við serligum tørvi. Hetta var so lívsjáttandi at eygleiða. Tey tóku av borðinum og...

Dagstovnaøkið á einum vegamóti
Jul 15

Dagstovnaøkið á einum vegamóti

At vit hava stórar avbjóðingar á dagstovnunum er eingin loyna, avbjóðingarnar eru fleiri og somuleiðis hugsi eg eisini loysnirnar eru fleiri. Lønin er ein hornasteinur i øllum hesum og tað ber ikki til at tosa um at menna okkara øki uttan at tosa um at lønin eisini fer upp. Sera einfalt – og júst hetta sum ØLL siga seg vera samd um , vísir seg at vera trupult at fáa gjøgnumført. Lønarliga...

Útróðurin má ikki steðga
Jul 10

Útróðurin má ikki steðga

Tað er eyðsæð, at ein bráðfeingis loysn má finnast í veiðibólki 5, so útróðrarflotin ikki verður lagdur restina av árinum. Og eg havi alla orsøk at vænta, at tey longu eru í ferð við at snikka eina loysn saman í Fiskimálaráðnum. Lættasta loysnin er annaðhvørt at flyta fleiri bátar úr B-bólkinum upp í A-bólkin fyri á tann hátt at frígeva nakrar dagar í B-bólkinum, ella bara at gera...

TIT GJØRDU TAÐ ÓMØGULIGA MØGULIGT
Jul 10
LÓG UM SÁLARLIGAN HARÐSKAP
Jul 9

LÓG UM SÁLARLIGAN HARÐSKAP

Vit eiga at fáa eina lóg um sálarligan harðskap. Tað er ikki í lagi at fremja sálarligan harðskap í móti nøkrum. Ein tílík lóg fer at merkja, at harðskapur í nærsambondum verður revsiverdur. Hetta fet eiga vit at taka, tí tað er ikki í lagi at fremja sálarharðskap. Ein slík lóg javnsetir sálarligan harðskap við kropsligan harðskap, og lógin fer at veita teimum, ið eru fyri hesum...

Bíðilistar til útgreiningar og privat viðgerðartrygging
Jul 9

Bíðilistar til útgreiningar og privat viðgerðartrygging

Fyri tíð síðan varð greitt frá í miðlunum um bíðilistan til adhd- útgreining av vaksnum fólki. Sum skilst er 4 ára bíðlistið til hesa útgreining. Síðan er eisini bíðilisti til psykiatriina, so ein viðgerð kann fara í gongd. Greitt var frá, at nøkur fóru til privata sálarfrøðistovu fyri at fáa hesa útgreining, so skjótari varð at sleppa framat viðgerðini. Hetta má so brúkarin gjalda...

Tað verður bygt land – kring alt landið
Jul 8

Tað verður bygt land – kring alt landið

Svar upp á fyrispurning 82/2018 eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um skattainntøkur og løguútreiðslur Hvussu nógv hava borgarar og fyritøkur, búsett í hesum økjum: Norðoyggjum Eysturoynni Norðstreymoy Suðurstreymoy Vágunum Sandoynni Suðuroynni goldið íalt í skatti og avgjøldum til...

Móttøku røða fyri U-17 landsliðinum í hóndbólti
Jul 7

Móttøku røða fyri U-17 landsliðinum í hóndbólti

Góðu tit ungu menn, góðu tit í Hondbóltssambandinum, góðu foreldur, góðu tit øll Hjartaliga til lukku við hesum framúr avriki og bragdi, sum tit í U17 landsliðinum hava framt í Gøteborg. Tit hava tikið allar Føroyar fyrst á bóli og so við storm! Eg skal viðganga blankt, at eg ikki hevði hugflog til at ímynda mær at tit fóru avstað við sigrinum í hesari kappingini. Tit komu – tit sóu...

HPV-koppseting til dreingir
Jul 6

HPV-koppseting til dreingir

HPV-koppsetingin kann minka um vandan fyri krabbameini. Hetta tilboð eigur at vera fyri allar dreingir, ikki bara teir, sum hava foreldur, sum kunnu gjalda. Tøl úr grannalondunum vísa ,at fleiri dreingir verða koppsettir, hóast teir gjalda sjálvir. Tølini vísa tó, at í Danmark eru tað í stóran mun dreingir í teimum ríku kommununum norðan fyri...

Hvalastøðin við Áir – alheims vinna og staðbundin samleiki
Jul 5

Hvalastøðin við Áir – alheims vinna og staðbundin samleiki

Røða hjá Óluvu Klettskarð, forkvinnu í mentanarnevnd Løgtingsins, tá hvalastøðin við Áir lat upp fyri vitjandi, fríggjadagin 5. juli 2019 Góða samkoma, Tað var í tøkum tíma, tá Løgtingið í 2011 samtykti at játta fígging til, at Tjóðsavnið kundi fara undir at varðveita gomlu hvalastøðina við Áir – og tað er mær ein stór gleði, sum forkvinna í Løgtingsins mentanarnevnd, at...

Kristina Háfoss svarar Bill Justinussen um samanberingargrundarlag
Jul 5

Kristina Háfoss svarar Bill Justinussen um samanberingargrundarlag

Svar upp á fyrispurning nr. 73/2018 eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um samanbering millum valskeiðini Hvussu stórt var hallið á fíggjarlógini, tá undanfarna samgonga tók við í 2011?Hvussu stórt var úrslit landskassans, tá undanfarna samgonguskeið var lokið í 2015?Hvussu nógv vaks úrslit...

Hvør skal stýra fólkinum?
Jul 1

Hvør skal stýra fólkinum?

Aftursvar til Bergunn Kass, Framsókn! Bergunn Kass sigur í greinini, at bankarnir lána í fyrsta lagi út til kundar, sum megna at afturgjalda sína skuld, og í seinra lagi er tað trygdin sum er galdandi. Skal tað skiljast so? Hvar kemur hesin pástandurin frá? Skal hetta skiljast soleiðis, at fólk sum búgva á bygd eru verri fyri at gjalda sína skuld aftur, enn fólk í miðstaðarøkinum? Soleiðis er tað...

Skulu bankarnir stýra fólkinum ella øvugt ?
Jun 27

Skulu bankarnir stýra fólkinum ella øvugt ?

Hvat er kostnaðurin at byggja sær eini nýggj hús við grundstykki í dag ? Eftir at hava spurt meg fyri hjá byggifyritøkum og teimum, ið ætla at seta búgv, so liggur meðalprísurin á áleið kr. 3.500.000, ið er sera nógv, men hetta er nokk tann prísurin ein má gjalda, um dreymurin at byggja sær sítt egna skal gerast veruleiki. Bankarnir eru ikki sinnaðir at fíggja somu upphædd á bygd sum í...

Óluva Klettskarð spyr um fiskivinnu í Norðoyggjum
Jun 24

Óluva Klettskarð spyr um fiskivinnu í Norðoyggjum

Fyrispurningur um viðurskifti hjá ymsu pørtunum í fiskivinnuni í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)  1.     Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg seinastu fýra árini? 2.     Hvussu hava ymsu skipabólkarnir staðið seg undir nýggju...

Hvar er virðingin fyri samtyktum hjá Løgtinginum !!!!
Jun 21

Hvar er virðingin fyri samtyktum hjá Løgtinginum !!!!

Tað má koma ógvuliga dátt við hjá Suðuroyingum og Nólsoyingum, at Heðin Mortensen saman við Strandferðsluni nú boðar frá, at ferðaseðlaprísirnir nú hækka á hesum leiðum, meðan aðrastaðni í landinum lækka prísirnir. Fíggjarnevndin samtykti í fjør, at ferðaseðlaprísirnir skuldu lækka munandi hjá teimum ið er búsitandi á útoyggj. Niðanfyri sæst hvat fíggjarnevndin og Løgtingið...

Útsøgnin hjá Framherja óseriøs !
Jun 21

Útsøgnin hjá Framherja óseriøs !

Tað gongur betri enn nakrantíð hjá Framherja, og kortini grætir reiðaríið krokodillitár. Um dagarnir var grein á VP.fo um stóru framgongdina hjá Framherja í fjør, har bæði søla og avlop vuksu munandi í 2018 samanborið við 2017. Nettosølan vaks við 100 mió. kr. uppí 550 mió. kr. Ársúrslitið var 14 mió. kr. betri enn í 2017 og kom í 2018 uppá 84 mió. kr. Tað er gleðiligt, at tað gongst...

Kropslig og sálarlig heilsa javnsetast!
Jun 20

Kropslig og sálarlig heilsa javnsetast!

– fólk við sálarligari sjúku skulu hava eins rættindi til hjálp, ið fólk við kropsligari sjúku hava. Sálarsjúka er størsta fólkasjúkan í nýggjari tíð, og tí má økið eisini raðfestast meir. Hagtøl frá Bedre Psykiatri vísa, at tað eru fleiri fólk, ið líða av sálarligum avbjóðingum, enn tað eru fólk sum m.a hava krabbamein, diabetes og hjartasjúkur. Donsk tøl vísa eisini, at...

Saman minka vit skuld landsins 800 mió. afturat
Jun 20

Saman minka vit skuld landsins 800 mió. afturat

Í dag er ein serstakur dagur fyri føroyska búskapin, og harvið fyri okkara samfelag og okkum øll. Tí í dag minka vit skuld landsins við 800 mió. kr. afturat. Vit settu okkum fyri, at fremja ein skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk – at hava avlop á hvørjum ári, at økja uppsparing í Búskapargrunni Føroya, og at minka skuld landsins. Saman hava vit rokkið hesum málum. Tilsamans hevur...

Vit skulu øll gjalda fyri Suðuroyartunnilin
Jun 20

Vit skulu øll gjalda fyri Suðuroyartunnilin

Okkara framtíðar samferðslukervi skal síggjast sum ein heild, eisini tá tað um útbyggingar ræður og ikki minni fíggingina av hesum útbyggingum. Eg fari als ikki at góðtaka, at ávísar farleiðir bara verða pilkaðar burtur úr heildini at fíggja aðrar farleiðir, meðan onnur onki skulu gjalda. Eitt nú skal ferðslan ígjøgnum Vágatunnilin og hinir undirsjóvartunlarnir ikki einsæris áleggjast at...

Triði uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag
Jun 18

Triði uppstillingarfundur hjá Norðoya Tjóðveldisfelag

Hósdagin 20. juni hevur Norðoya Tjóðveldisfelag triðja og seinast uppstillingarfund til komandi Løgtingsval. Fundurin verður í Miðstovuni í Klaksvík og byrjar klokkan 20. Løgtingslimir og landsstýrisfólk eru til staðar, so tá ið fundurin er liðugur, verður møguleiki at fáa eitt politiskt prát við tey. Møtið fjølment. Nevndin í Norðoya...

Viðkenslan
Jun 16

Viðkenslan

Syndarliga støðan á Sandoynni nívir mítt hjarta. Eg skilji væl borgarstjóran í Skopun, Gerhard Lognberg tá hann glepsar eftir tí politisku skipanini og pørtum av vinnulívinum. Í 2010 var Vestmanna í somu støðu sum Skopun er nú, tá fiskavirki í bygdini stongdi. Áleið 150 fólk, ið vóru knýtt at virkinum, stóðu brádliga uttan arbeiði, skattainntøkurnar í kommununi minkaðu nógv og óttin hjá...

Lat okkum menna samstarvið
Jun 14

Lat okkum menna samstarvið

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava arbeitt væl saman. Formenninir hava samstarvað fyrimyndarliga og kemiin millum tingmanningarnar og landsstýrisfólkini hevur verið góð. Onkran kampin hava vit tikið, gamaní, og tað hevur mangan rullað illa, – men hetta hevur ongantið verið orsakað av, at vit hava viljað sloppið av við hvønn annan.  Viljin at vera saman hevur drivið verkið. Orsøkin er,...

Ikki er neyðugt at leggja mær orð í munnin
Jun 8

Ikki er neyðugt at leggja mær orð í munnin

Ikki er neyðugt at leggja mær orð í munnin Eg fari at ditta mær at viðmerkja greinina hjá John William Joensen í Norðlýsinum um...

TAKK FYRI STUÐULIN
Jun 6

TAKK FYRI STUÐULIN

Stóra tøkk til øll tey 4830, sum valdu at stuðla flokkinum við síni atkvøðu. Stóra tøkk eiga vit eisini til øll tey mongu kring alt landið, sum hjálptu og stuðlaðu flokkinum við at føra hetta valstríðið.  Tíverri gekk Fólkatingsvalið ikki, sum vit høvdu vónað. Nú er neyðugt at taka saman um og at finna nýggja orku til løgtingsvalið. Vit falla ikki í fátt, men fara enn sum áður at virka...

Onki rennur upp úr turrum !
Jun 4

Onki rennur upp úr turrum !

Vit hava bara nøkur rættindi, tí at onkur hevur stríðst fyri teimum. Øll stríð fyri rættindum vera møtt við tí sama. Fyrst er tað mótstøða. Hørð mótstøða. Tá ið tað so ikki bítur á, tekur mótparturin nýggjan framferðarhátt í nýtslu. Tá koma útsøgnirnar um, at tit kunnu fáa rættindi, tá ið tit eru klár. Tit kunnu fáa eitt sindur, ikki alt í senn, og áttu tit ikki at fyrireika...

JÚ, VIT KUNNU!
Jun 4

JÚ, VIT KUNNU!

Í morgin eigur tú avgerðina. Tað er tú sum avgerð, hvør tú heldur umboðar teg og títt land best. Eg havi í hesum valstríðnum fortalt smáar søgur um alt tað, vit kunnu. Eg eri sannførd um, at tað er neyðugt at vísa á, hvussu ómetaliga ófør vit eru sum fólk og land. Tí ofta gloyma vit, hvussu langt vit eru komin sum samfelag, og hvussu vit ár eftir ár hava ment og skapa framburð og broytt...

Samríkjaflokkar og fake news
Jun 4

Samríkjaflokkar og fake news

Tað er gleðiligt, at umboð fyri Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin siga seg vilja taka størri fet á sjálvbjargnisleið. Vit gera tað fegin saman við tykkum! Men at hoyra hesar flokkar rópa ”fake news” er ikki sørt margháttiligt. Hetta er ikki fake news, hetta er old news. ”Sonur mín peikaði á eina valplakat hjá Tjóðveldi og spurdi, hvat flokkurin stendur fyri. Eg greiddi frá, at flokkurin vil...

TÚ OG E Á FÓLKATING
Jun 4

TÚ OG E Á FÓLKATING

Tú kanst avgera, hvørji umboð skulu røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi. Hvør einasta atkvøða er avgerandi. Hóast mong ivast í fólkatingsvalinum og týdninginum av hesum, so standa avgerandi ár nú fyri framman. Tað hevur tí størri týdning nú enn nakrantíð, at vit velja umboð, ið vilja einar sjálvbjargnar Føroyar, á Fólkating. Bjóði meg tí fram at umboða teg á Fólkatingi. Hesum fara vit...

Tosa um, at spæla við heilsuna!
Jun 3

Tosa um, at spæla við heilsuna!

Heilsan er ikki at spæla við verður ført fram av flokki, ið í útvarpssending lovaði privata heilsutrygging til allar landsins borgarar? Tosa um at spæla við heilsuna… At lova øllum borgarum privatar heilsutryggingar fer heilt víst at hjálpa onkrum, ongin ivi um tað. Ført verður fram av teimum, ið hálova hesum privatiseringsátaki av okkara skattafíggjaða heilsuverki, at hetta fer at loysa seg...

RÆTTIN TIL SJÁLV AT GERA AV FRAMTÍÐ OKKARA!
Jun 3

RÆTTIN TIL SJÁLV AT GERA AV FRAMTÍÐ OKKARA!

Valið til Fólkatingið 2019 fer í søgubøkurnar sum tað valið, har danska yvirvøldin setti øll segl til, fyri at styrkja vald sítt yvir oyggjum okkara. Av hægstu rók løgdu bæði forsætisráðharrin og forkvinnan í Fólkatinginum seg beint útí føroyska valstríðið. Tey vilja vinna mist land aftur! Hin fyrri við at koma til Føroyar og agitera, hin seinna við at senda øllum ungum í Føroyum, sum...

Hólmgonga millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi í Reinsarínum
Jun 3

Hólmgonga millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi í Reinsarínum

Mánakvøldið klokkan 19:30 bresta Tjóðveldi og Sambandsflokkurin í hólmgongu í Reinsarínum. Ikki minni enn tríggjar hólmgongur verða hetta kvøldið, har valevni hjá Sambandsflokkinum dystast móti valevnum hjá Tjóðveldi. Hólmgongurnar verða hesar: Hólmgonga millum Annitu á Fríðriksmørk og Eyðdis Hartmann Niclasen um hvat Fólkatingssessurin kann og skal nýtast tilHólmgonga millum Magna Arge...

Ársins sjálvmál?
Jun 2

Ársins sjálvmál?

Minnist meg rætt, var tað til løgtingsvalið í 1966, at Sambandsflokkurin í Norðoyggjum helt seg hava so veika umboðan, at hildið varð at vera neyðugt at fáa ein sambandspolitikara úr Havn at bera fram floksins sjónarmið til endaliga valfundin í Atlantis bio. Eg gloymi ikki huglagið í hølunum hetta kvøldið – og heldur ikki speisku viðmerkingarnar frá fremstu umboðunum hjá hinum flokkunum:...

SAMAN TAKA VIT EISINI SEINASTU FÁU TØKINI
Jun 2

SAMAN TAKA VIT EISINI SEINASTU FÁU TØKINI

Í dag og í ár hátíðarhalda vit, at 100 ár eru síðan, at tjóðarflagg okkara, Merkið, varð borið fram í 1919. 21 ár seinni fekk Merkið fyrstu almennu viðurkenningina sum flagg føroyinga. Hjartaliga takk til øll tey, ið undan gingu, og stríddust fyri, at vit føroyingar fingu okkara egna tjóðarflagg. Stríðið fyri Merkinum, og altjóða viðurkenning av hesum, er eitt av fleiri átøkum,...

Áheitan á øll tjóðskaparfólk
Jun 2
FRÆLSI ER FORTREYTIN FYRI FELAGSSKAPI
Jun 1

FRÆLSI ER FORTREYTIN FYRI FELAGSSKAPI

Tað ber ikki til at tosa um fleirtjóða felagsskapir, uttan at partarnir í felagsskapinum í útgangsstøðinum eru javnsettar, frælsar tjóðir. Danmark er eitt ríki, og í hesum ríkinum er eitt fullveldi – Danmark – og tvey lond við avmarkaðum sjálvræði, Føroyar og Grønland, men talan er ikki um nakran ríkisfelagsskap. Tí partarnir eru ikki javnsettir. Ríkisfelagsskapurin er eitt av dønum...

FØROYAR ERU IKKI TIL SØLU!
May 31

FØROYAR ERU IKKI TIL SØLU!

”Fleiri kekkar til Føroyar”.”Blokkurin skal hækka”. ”Føroyar bindast fastari í danskar skipanir”. Hetta eru nøkur av vallyftunum, ið fleiri flokkar og valevni, eru komin við, einaferð enn, til hetta fólkatingsvalið. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós – Føroyar eru ikki til sølu. Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Fólkatingsumboðanin skal als...

Saman við Norðurlondum standa vit sterk
May 30

Saman við Norðurlondum standa vit sterk

Eitt fólkatingsumboð eigur at gera alt fyri at verða saman við tí vanliga fólkinum. Hetta kann m.a. verða við at loysa dagligu trupulleikarnar, sum hesi kunnu renna seg í, tá ið tey flyta út ella til Føroyar í longri ella styttri tíðarskeið. Flytingini kann verða orsaka av sjúku, arbeiði, vinnuligum virksemi, vanligari flyting osfr. Vanliga fólkið eigur altíð at kunna skriva til ella venda sær til...

Framtíðin er okkara – valið er títt
May 30

Framtíðin er okkara – valið er títt

Seinastu dagarnir hava ávísir flokkar næstan kappast um, hvør er best at fella sína egnu hugsjón. Hesir somu flokkar brúka ómetaliga nógva tíð upp á hvat Tjóðveldi ger, og hvat Tjóðveldi ikki ger. Fyri meg er hugsjónin grundin undir politikkinum, ið eg ynski eg føra. Tjóðveldi fer til val uppá, at føroyski sjálvsavgerðarrætturin skal fráboðast ST. Føroyski sjálvsavgerðarrætturin er ein...

Eitt trygt og vælvirkandi heilsuverk
May 29

Eitt trygt og vælvirkandi heilsuverk

Allir borgarar landsins eiga at kenna seg tryggar í, at um teir fá tørv á heilsuhjálp, so fáa teir tað – skjótt, gott og ókeypis. Vit loysa ongar avbjóðingar á sjúkrahúsverkinum, við at leggja okkum í danskar skipanir um viðgerðartrygd, tí við tí er vandi fyri, at vit úthola okkara egnu sjúkrahús. Eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk er ein av grundsúlunum undir einum og hvørjum...

Hvít, reyð og blá á Fólkatingi
May 29

Hvít, reyð og blá á Fólkatingi

Føroyar skulu kunnu gera egnar avtalur við øll heimsins lond. Vit skulu hava fult frælsi at reka okkara uttanríkispolitikk. Við teimum møguleikum, tað gevur og teirri ábyrgd, tað krevur. Og vit skulu, eins og øll onnur fræls lond, taka altjóða ábyrgd. Tað er alt annað enn tilvild, at lond brúka stóra orku og nógvan pening til uttanríkispolitikk. Tað er við uttanríkispolitiskum amboðum, at lond...

Tað kundi verið ein virðilig fagnaðarløta…
May 28

Tað kundi verið ein virðilig fagnaðarløta…

So fingu vit enn eitt prógv um, at virðilig viðurskifti og javnbjóðis treytir valda ikki í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark og hjá okkum sum tjóð. “Kom og hitt forsætisráðharran í Østrøm”, stendur í lýsing á føroysku netmiðlunum. Avsendarin er danski flokkurin Venstre – bróðurflokkur Sambandsfloksins. Mín góði vinur, Lars Løkke Rasmussen, er altíð vælkomin til Føroya. Nú velur...

Løkke til Føroya at stríðast fyri sambandskreftunum
May 28

Løkke til Føroya at stríðast fyri sambandskreftunum

Sambandsfólk, sum jú eru ógvuliga væl umboðað í øllum flokkum uttan Tjóðveldi, plaga at harta tjóðveldisfólk fyri at reka fullveldisstríð á danatingi. Tað stríðið skal takast í Føroyum, siga tey, og halda seg tá hava sagt ein sjálvsagdan sannleika, sum tippir alt og øll. Sjálvt um uppáhaldið er tað reina møsn. Tí fullveldisstríðið skal sjálvsagt standa á øllum vígvøllum, sum...

Grøn felags altjóða kós á Fólkatingi
May 28

Grøn felags altjóða kós á Fólkatingi

Vit vilja á Fólkatingi leggja dygga orku í altjóða samstarv um eina umhvørvisvinarliga og grøna framtíð. Vit vilja taka Heimsmálini hjá ST í størsta álvara, og í góðum samstarvi virka fyri at røkka teimum. Heima sum úti. Tað er gleðiligt, at umhvørvið og grøna orkuskiftið loksins eru komið ovast á breddan í flestu londum kring okkum og aðrastaðni í heiminum við. Vónandi verður tað...

Magni á DK4 – Síggj ella hoyr sendingina her!
May 27

Magni á DK4 – Síggj ella hoyr sendingina her!

Sjónvarpsstøðin DK4 hevur tikið upp 13 minuttir við Magna Arge, fólkatingsmanni hjá Tjóðveldi, har hann greiðir frá politiska virkseminum hjá flokkinum og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Hann sigur m.a., at Tjóðveldi er ein fræls føroysk rødd í fólkatinginum, sum ikki vil binda seg til ávisan danskan flokk, men samstarvar breitt í fólkatinginum um mál og viðurskifti, sum hava týdning...

Sjálvsavgerðarrætturin er eingin sjálvfylgja
May 27

Sjálvsavgerðarrætturin er eingin sjálvfylgja

Carles Puigdemont, fyrrverandi forseti í Katalonia, er júst valdur í ES parlamentið. Hann verður harvið eitt av umboðunum, sum vald eru í Spania. Hartil er formaðurin fyri størsta fullveldisflokkin í Katalonia eisini valdur. Hetta er ein stórur sigur fyri tjóðskaparrørsluna í Katalonia. Men hetta kann eisini vísa seg at verða ein sigur fyri føroyingar, og sum heild fyri tjóðir, so sum tær í...

Sonja á listanum hjá Tjóðveldi
May 26

Sonja á listanum hjá Tjóðveldi

Tjóðveldi hevur fingið eitt valevni aftrat á listan til fólkatingsvalið. Talan er um løgtingskvinnuna Sonju Jógvansdóttir. – Kann eg vera við til at endurvinna flokkinum sessin, so geri eg sjálvandi tað. Mín lutur skal ikki liggja eftir, og eg vil gera mítt fyri at tryggja, at Tjóðveldi endurvinnur sessin. Nógvar áheitanir eru komnar, og tí avgjørdi eg beint áðrenn evstu freist at stilla upp. Kann...

Uppstillingarfundur og hugni
May 25

Uppstillingarfundur og hugni

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur annan, og møguliga triðja, uppstillingarfund mikudagin 29. mai kl. 20 í Miðstovuni í Klaksvík. Aftan á fundin verður hugnaløta. Prát verður um fyrireikingar fram móti valinum til Løgtingið 31. august og um politisku støðuna. Óluva Klettskarð fer at hava eitt stutt upplegg um politisku støðuna og um Fólkatingsvalið. Nevndin fer at kunna um ætlanir fram móti...

Tóm lyfti og føgur orð
May 25

Tóm lyfti og føgur orð

Sjálvsavgerðarrættur! Fyri nógv kann tað ljóða sum eitt fløkjasligt og kanska ósexutt orð. Men tað hevur sera stóran týdning fyri framtíðina hjá føroyingum. Men í seinasti fólkatingsskeiðið varð avdúkað, at Danmark ongantíð hava fráboðað føroyska sjálvsavgerðarrættin til ST.  Hetta er yvirhøvur ikki í lagi! Hetta vísir samstundis, at tað hevur týdning at hava eitt...

Ongin andsøgn í uppstilling til Fólkatingið
May 24

Ongin andsøgn í uppstilling til Fólkatingið

Tjóðveldi fær ofta skotið í skógvarnar, at tað stríðir ímóti grundhugsjónini at stilla upp til Fólkatingsval. Men ongin andsøgn er í hesum. Í Danmark hoyrir tú heldur ongan tala fyri, at tey, sum vilja hava Danmark úr ES, onki hava at gera í ES-parlamentinum. Har er logikkurin tann øvugti – sí video-brotið frá Ingolf Sólheim Olsen niðanfyri...

Hava vit ráð at loysa?
May 24

Hava vit ráð at loysa?

Ofta verður sagt, at vit hava ikki ráð at loysa. Men hetta passar ikki. Hoyrið Kristinu Háfoss vísa uppáhaldinum aftur her!...

Loysing kann bara fremjast á tryggum grundarlag!
May 24

Loysing kann bara fremjast á tryggum grundarlag!

Eri so sera samd við Christian Andreasen, táið hann í dag skrivar í lesarabrævið, at “loysing kann ikki fremjast á ótryggum fíggjarligum grundarlagi, soleiðis, at vælferðarsamfelagið kemur í vanda.”  Loysing krevur nemliga, at man ansar eftir, at skuldin ikki veksur, men minkar. At allar trygdarskipanir eru væl konsolideraðar. At arbeiði er til flest allar hendur. At potentiell...

Latið okkum skipa ein ríkjafelagsskap millum sjálvstøðug lond
May 24

Latið okkum skipa ein ríkjafelagsskap millum sjálvstøðug lond

Havi við undran lisið mongu fráboðanirnar frá valevnum hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, ið royna at mála eina dapra mynd av okkara samfelag. Tey siga, at nærum alt er ringt nú, og koma tey til, so verður alt gott. Ja, okkurt skulu tey siga. Men sannleikin er hetta ikki. Hvør vil aftur til blokkhækking? Vit minnast jú eisini væl, hvussu hesir somu flokkar fyri stuttum bóðu donsku stjórnina...

Heilsan til mentamannin Frits Johannesen á 75 ára degnum
May 23

Heilsan til mentamannin Frits Johannesen á 75 ára degnum

Góði Frits. Hjartaliga tillukku við 75 ára degnum og við listabókini hjá Sprotanum. “Og hetta er kjarnan í einum samfelag, sum vil vera ríkt, men eisini eydnuríkt: Við at lata, fáa vit! Og við at lata, skapa vit vøkstur og ágóðar fyri samfelagið og samanhald í felagsskapinum. Hetta Frits gjørdi er merkisvert. Og fyri slíkum gerðum veittrar Merkið.” Havi, sum eina heilsan á...

Hevur sambandið sæð ljósið um uttanríkispolitisku (ó)heimildarlógina?
May 23

Hevur sambandið sæð ljósið um uttanríkispolitisku (ó)heimildarlógina?

Bjørt Samuelsen, tingkvinna og fólkatingsvalevni Óvæntað og gleðiligt, at nú viðgongur sjálvt formaðurin í Sambandsflokkinum, at uttanríkispolitiska (ó)heimildarlógin skerjir okkara uttanríkispolitisku heimildir. Men, trøini vaksa sum kunnugt ikki inn í himmalin. Tí spurdur í Degi & Viku hvørt flokkurin ynskir sær størri sjálvræði á uttanríkispolitiska økinum, var formaðurin skjótur...

Loysing er samband við allan heim
May 23

Loysing er samband við allan heim

Bjørt Samuelsen, tingkvinna og fólkatingsvalevni At gerast ein sjálvstøðug tjóð snýr seg um at fáa allar teir møguleikar og tað frælsi, sum onnur lond hava. Ikki minst í mun til uttanríkispolitisk viðurskifti. At kunna samstarva og gera avtalur á jøvnum føti við heimsins lond. Hetta minti eg danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen á, tá hann í fjør summar dró “avbyrgingarkortið”...

Føðingardagsheilsan á 71 ára degnum
May 22

Føðingardagsheilsan á 71 ára degnum

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna og forkvinna í tingbólkinum Tú hevur gingið á odda í mongum stríði. Tú megnar at laga teg til broyttar tíðir, samstundis sum tú megnar at halda fokus. Tað, sum eyðkennir teg er at berjast fyri rættvísi, sjálvbjargni og samhaldsfesti. Sum dømi kunnu nevnast títt stríð fyri at: skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð fáa búskaparligt haldføri og...

Skulu vit hækka blokkin ella sjálvsálitið?
May 22

Skulu vit hækka blokkin ella sjálvsálitið?

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna og forkvinna í tingbólkinum Fólkatingssessirnir kunnu brúkast til:  at hjálpa til við fullveldiskósini og soleiðis tala Føroya søk í Danmark – og um allan heim. at biðja um fleiri pengar, og tann vegin hækka blokkin, sum vit herheima vilja lækka.  at grava okkum longur niður í vald, sum vit herheima royna at loysa okkum...

Latið okkum avtaka uttanríkispolitisku avmarkingarlógina!
May 21

Latið okkum avtaka uttanríkispolitisku avmarkingarlógina!

Kristina Háfoss, fólkatingsvalevni og landsstýriskvinna Uttanríkispolitiska heimildarlógin er í veruleikanum ein innanríkispolitisk avmarkingarlóg. Tað er tí gott, at flokkar, sum so avgjørt vildu seta uttanríkispolitisku heimildarlógina í gildi í 2005 – hóast ótalligar ávaringar og stór mótmæli – nú í samband við fólkatingsvalið 2019, eins og til fólkatingsvalið í 2015, siga seg taka...

Sjálvbjargnar Føroyar: Sambandið vil afturstig – Tjóðveldi vil framstig
May 21

Sjálvbjargnar Føroyar: Sambandið vil afturstig – Tjóðveldi vil framstig

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum So kom Sambandsflokkurin við teirra boði uppá – einaferð enn – hvussu vit í Føroyum IKKI skulu klára okkum sjálvi, men heldur skulu binda okkum tættari at donskum pengum og donskum skipanum. Tíbetur hava føroyingar møguleikan at velja nakað annað – at velja einar sjálvbjargnar Føroyar. Tað undrar, at Sambandsflokkurin aftur og...

Valskrá til Fólkatingsvalið
May 20

Valskrá til Fólkatingsvalið

Høgni Hoydal um Fólkatingssessin: Hvat kann Fólkatingssessurin brúkast til, og hví hevur tað so stóran týdning at vit senda eitt frælst føroyskt umboð á...

Okkara lið til Fólkatingsvalið
May 20

Okkara lið til Fólkatingsvalið

Hesi valevni eru okkara sterka lið fyri Tjóðveldi til Fólkatingsvalið: Annita á FríðriksmørkBjørt SamuelsenHervør PálsdóttirHøgni HoydalIngolf S. OlsenKatrin KallsbergKristina HáfossMagni ArgeÓluva KlettskarðPauli T. PetersenPól Esper HansenSirið StenbergSonja J....

Hóttir menningarhjálp danska ríkið?
May 7

Hóttir menningarhjálp danska ríkið?

Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur á fólkatingi tikið spurningin upp um samstarv millum føroyskar myndugleikar og stovnar undir ST um menningarhjálp. Hann spyr uttanríkisráðharran, Anders Samuelsen, um hann vil avmarka føroyska menningarhjálp, tí hann óttast fyri, at føroysk neyðhjálp skal taka danskan uttanríkispolitikk av ræði. Í viðmerkingunum vísir Magni Arge á, at føroyingar hava tikið lut í...

Setan av Umhvørvisvikuni 2019
May 5

Setan av Umhvørvisvikuni 2019

Røða hjá Turið Horn Í yvir 10 ár, hevur Tórshavnar kommuna sett fokus á ein aktuellan umhvørvistrupulleika, og soleiðis er eisini í ár, har evnið er FAST FASHION ella á føroyskum SKUNDMÓTI. Hvat er so skund móti kunnu vit spyrja? Heilt stutt sagt, so er skundmóti tey klæðir, sum eru gjørd til IKKI at halda! Vit kenna flest øll til tað; smarta t-shirtin hevur fullkomiliga mist skap eftir fyrsta...

Hetta snýr seg um at lyfta øll børn úr fátækraváða
May 3

Hetta snýr seg um at lyfta øll børn úr fátækraváða

Aftursvar til Fólkaflokkin: Fyri eitt barn, sum veksur upp í fátækraváða, er tað fullkomiliga líkamikið, um foreldrini lesa, arbeiða ella fáa forsorgarhjálp. Barnið merkir bara hørðu avleiðingarnar av, at familjan livir í fíggjaligari neyð. Og ja, tað passar sum Fólkaflokkurin sigur, at hendan samgongan hevur veruliga gjørt nógv fyri at lyfta hesi børn úr fátækraváða. Eitt ár í...

Landkortini yvirtikin 1. mai
May 3

Landkortini yvirtikin 1. mai

Tann 1. mai kom fyrsti parturin av kortunum á føroyskar hendur, tá landkortið varð formliga yvirtikið. Sjókortið kemur á føroyskar hendur um nakrar mánaðir, tann 1. januar 2020. Her kanst tú lesa røðuna hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsu- og Innlendismálum, til hátíðarhaldið av yvirtøkuni. Góðu  tit øll Hjartaliga vælkomin til hesa fagnaðarløtu, nú vit...

1. mai  2019 á Vaglinum
May 1

1. mai 2019 á Vaglinum

Røða hjá Karin Kjølbro, sum hon helt á 1. mai dagshaldi á Vaglinum í Havn. Kæru  Áhoyrarar! Uppvaksin í 50-árunum í Klaksvík og abbadóttur fremsta vinnulívsmannin í  Føroyum í síni tíð, var ikki kvøðið yvir vøggu míni, at eg skuldi halda 1, maidagsrøðu nakrantíð. Abbi mín droymdi um at gerast lærari, men ráðini vóru  ikki til tess. Pápin var útróðrarmaður, og ...

Menningarkvotur skapa virksemi og arbeiðspláss til 20-30 fólk á Eiði
May 1

Menningarkvotur skapa virksemi og arbeiðspláss til 20-30 fólk á Eiði

– Tað, sum ger, at vit nú fara at roykja makrel og sild, og at vit nú kunnu veksa um okkara virksemi, er, at vit fingu menningarkvotu. Vit vilja menna nýggjar vørur og soleiðis lyfta føroyskar fiskavørur á eitt hægri støði. Soleiðis sigur Jóhannus M. Olsen við tíðindamiðilin in.fo tann 30. apríl. Jóhannus M. Olsen, er annar av kendu monnunum aftan fyri Sjógæti við Norðskála, sum hevur...

Flaggrøða  í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag 2019
Apr 29

Flaggrøða í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag 2019

Skulu  føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki. Soleiðis tók  ungi Jens Oliver Lisberg úr Famjin til  í 1919, tá hann fór undir at  mynda føroyska flaggið. Hesin evnaríki bygdadrongurin las løgfrøði í Keypmannahavn. Árið eftir  gjørdist hann sjúkur og  doyði  bert 23 ára gamal. Íblástur, stimbran og eggjan  hevði...

Hvat er frælsi?
Apr 28

Hvat er frælsi?

Røða hjá Brandari Heðinsson, sum hann helt í flaggdagskaféini, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Ungatjóðveldið skipaðu fyri Flaggdagin. Vælkomin til fyrsta partin av poddvarpinum hjá Unga Tjóðveldinum: Frælsisbitar.Í Frælsisbitum kóka vit stórar hugsjónir niður í smáar bitar og geva tær okkurt at tyggja uppá. Fyrsti partur snýr seg um kjarnuna í allari hugsan okkara: Frælsi. Hvønn dag...

KARIN KJØLBRO OG BRANDAR HEÐINSSON HALDA FLAGGDAGSRØÐU Í Perluni
Apr 23

KARIN KJØLBRO OG BRANDAR HEÐINSSON HALDA FLAGGDAGSRØÐU Í Perluni

Flaggdagin bjóða Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið til hátíðarhald, tá skipað verður fyri flaggdagskafe í Perluni. Perlan verður opið frá kl. 14. Millum kl. 16 og 18 fara mætu røðararnir Karin Kjølbro og Brandar Heðinsson at bera fram flaggdagsrøður. Harumframt fer Rani Nolsøe at spæla nøkur løg. Vælkomin til 100 ára hátíðarhald í Perluni, flaggdagin 25. Apríl! Vit Síggjast

Føroysk løgfrøði á fólkating
Apr 18

Føroysk løgfrøði á fólkating

Málið um útbúgvingina í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum er nú tikið upp á politiskum stigi í fólkatinginum. Magni Arge, fólkatingsmaður, vil hava løgmálaráðharran, Søren Pape Poulsen, at svara uppá, um hann heldur, at Fróðskaparsetur Føroya eins og aðrir lærdir háskúlar í Kongaríkinum kann útbúgva kandidatar í løgfrøði, ið kunnu virka sum advokatar og dómarar. Hann spyr eisini...

So fór Sambandsflokkurin spolandi 200 ár aftur í tíðina…
Apr 12

So fór Sambandsflokkurin spolandi 200 ár aftur í tíðina…

Vit kunnu øll fegnast um og vera errin av, at vit loksins fáa eina føroyska løgfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum. Men sum vanligt roynir Sambandsflokkurin støðugt at bróta niður álitið á okkum sjálv, og heldur seg kunna ræða okkara dugnaliga og víðskygda ungdóm til at venda Føroyum og føroyskum førleikum bakið Talan er um eitt hjartamál, ið hugsjónarfólk hava stríðst fyri í meira...

Yvirlýsing frá Flokstingi Tjóðveldis í Hovi 5 – 6. apríl 2019
Apr 6

Yvirlýsing frá Flokstingi Tjóðveldis í Hovi 5 – 6. apríl 2019

 Saman fremja vit loysingina Vit standa á einum vegamóti. Løgtingsvalið verður avgerandi fyri framtíð okkara sum fólk, sum samfelag og sum tjóð. Hetta valskeiðið hava vit tikið týðandi og tung tøk, sum tryggja búskapin nú og í framtíðini. Vit hava framt eina fiskivinnunýskipan, sum tryggjar, at hvør stertur kemur okkum øllum til góðar, at vit hava fult ræði á okkara tilfeingi og at tað verður...

Flokstingið heldur fram
Apr 6

Flokstingið heldur fram

Skráin fyri leygardagin : 08.30   Morgunmatur 09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður 10.15   Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins 12.00   Matarsteðgur 13.15   Gestarøðari: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfarðaskipum Landsins: Hvussu tryggja vit ein støðugan og skynsaman rakstur á Suðuroyarleiðini? 13.45   Innlegg: ting- og landsstýrisfólk...

Formansfrágreiðing
Apr 6

Formansfrágreiðing

Saman loysa vit! Vit hava tikið ódnartøk saman. Vit eru klár at taka tey seinastu tøkini at skipa tær frælsu Føroyar fyri alt fólkið í landinum Gott tjóðveldisfólk. Góðu hovbingar og suðuroyingar. Kvinnur og menn, ungdómur og tilkomin úr øllum okkara fagra, fjølbroytta og frælsiseggjandi landi. Góðu gestir.   Tað er ein mikil heiður og framíhjárættur at vera á flokstingi saman við tykkum...

Flokstingið er sett
Apr 5

Flokstingið er sett

Vælkomin á ársins floksting her í Hovi. Nú valskeiðið skjótt er runnið, kunnu vit staðfesta, at nógv er farið fram, bæði gott og minni gott. Fleiri megnartøk hava okkara fólkavaldu framt. Eg eri errin av tykkum. Til ber ikki at nevna alt nú, men margfeldislógin (um hon verður samtykt) er stórt framstig og sanniliga eisini fiskivinnunýskipanin. Eg vil pástanda, at størsta umhvørvisbragd Føroya er...

Fylg við flokstinginum leygardagin umvegis stroyming
Apr 5

Fylg við flokstinginum leygardagin umvegis stroyming

Stoymt verður frá flokstinginum leygardagin 6. apríl. Byrjað verður klokkan 09.30 við formansfrágreiðingini hjá Høgna Hoydal, floksformanni. Leinkja verður á heimasíðu floksing www.tjodveldi.fo og á FB síðu floksins. Skráin fyri leygardagin er: Leygardagin 6. apríl 08.30   Morgunmatur 09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður 10.15   Politiskt orðaskifti um...

Saman fremja vit loysingina
Apr 3

Saman fremja vit loysingina

Politiska kósin næstu fýra árini verður høvuðsevnið á flokstinginum hjá Tjóðveldi, sum verður í Hovi um vikuskiftið. Komandi mánaðirnar skulu føroyingar tvær ferðir á val. Flokstingið fer í stóran mun at snúgva seg um løgtingsvalið. Politiska støðan verður gjørd upp og politiska kósin til løgtingsvalið verður sett. Fyri Tjóðveldi er tað avgerandi, at valini í ár snara kósina...

Sterka støðan í Suðurstreymoy skal verjast og mennast
Mar 31

Sterka støðan í Suðurstreymoy skal verjast og mennast

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund mikukvøldið 27. mars 2019 í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Fyrri parturin av skránni var skipanarligi parturin; frágreiðing, roknskapur, val av nevnd og varafólki. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag brynjar seg til valstríð. Arbeiði at verja og staðfesta sterku støðu floksins í Suðurstreymoy er altíð ein avbjóðing, og sjálvandi mugu vit økja...