Forsíða

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Vælkomin á Wikipedia,
12,991 greinir á føroyskum
Yvirlit · Rætting · Spurningar · Hjálp

Bólkar · Set ein spurning · Skriva mánaðargrein

Image-x-generic.svg
Dagsins mynd

Caqui chocolate em fundo preto 03.jpg

Kaki (Diospyros kaki) er ein etandi frukt. Fruktin verður eisini nevnd sharonfrukt.

Mánaðargreinin

Butan

Butan er eitt sjálvstøðugt kongsríki í Himaleia millum Tibet í Vesturkina og India. Har búgva umleið 700.000 fólk, sum eru millum tey fátækastu í heiminum. Landið hevur valt at avbyrgja seg og hevur tí í øldir gingið sína egnu leið. Thimphu er høvuðsstaður í Butan.

Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheimurin langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Butan er buddistiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin, er einaveldugur.

Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka mykjuna til brenni.

Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin Wangchuk sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla".

Internet-web-browser.svg
Aktuellar hendingar
Allianzarenacombo.jpg
Office-calendar.svg
Í dag

Hin 22. mai: Tjóðardagur Yemen

Super Pac-Man - Bally Midway Namco arcade cabinet.jpg
  • 1942 - Seinni heimsbardagi: Meksiko fer uppí kríggið á síðu teirra sameindu.
  • 1960 - Ein jarðskjálvti, ið mátar 9.5 á rikterskalanum, rakar Kili. Hetta er størsti jarðskjálvti, ið nakrantíð er máldur.
  • 1980 - Namco útgevur telduspælið Pac-Man (myndin).
  • 1992 - Bosnia og Hersegovina, Kroatia og Slovenia gerast limir í Sameindu Tjóðum.
  • 2012 - Tokyo Skytree í Tokyo opnar fyri almenninginum. Hetta er hægsta torn í heiminum (634 m).

  • Help-browser.svg
    Visti tú...

    Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…

    Blues Perlan Blueberry Jam Session.JPG

    • ...at Tvøroyrar Bóltfelag er elsta bóltfelag í Føroyum. Felagið varð sett á stovn 13. mai 1892.
    • ...at Rebekka Fuglø var fyrsta føroyska kvinna, sum hevur runnið 400 metrar undir ein minutt.
    • ...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
    • ...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
    • ...at elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), át nógva grind, ið granskarar annars siga vera so dálkaða, at hon er heilsuskaðilig?
    • ...at føroyski tónasmiðurin Óli Jógvansson vann "The UK Songwriting Contest 2015" í intrumentala bólkinum fyri lagið Forever Gone?
    • ...at føroyski trúboðarin Daniel Jacob Danielsen var við til at støðga ræðuleikum, ið vórðu framdar av belgiarum í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo fyrst í 20. øld?
    • ...at gongustjørnan Merkur er poknut um alla skorpuna av stórum kraterum? Tað størsta, Caloris-bassengið, røkkur 1.300 km í tvørmát.
    • ...at mannakroppurin er samansettur av uml. 60 billiónum (60.000 milliardum) kyknum?
    Gravestone icon2.svg
    Seinastu andlátini
    Niki Lauda Stars and Cars 2014 amk.jpg


    Evnisyvirlit

    Føroyar
    Coat of arms of the Faroe Islands.svg
    Føroyar · Bygdir í Føroyum · Festivalar · Fyritøkur · Søga · Føroyingar · Kommunur í Føroyum · Føroyskt mál · Oyggjar · Politikkur · Ríkisumboð · Tónleikur · Vøtn · Ítróttur · Bókmentir
    Samfelagsvísindi og Mentan
    Nuvola apps kcoloredit.png
    Bókmentir · Feløg · Filmur · Fløgg · Fólk · Heimspartar · Heimspeki · Landafrøði · List · Listafólk · Matur og drekka · Mál · Mátieindir · Mentan · Merkisdagar · Norrøn gudalæra · Politikkur · Samfelag · Sjónleikur · Spøl · Søga · Tjóðskapur · Tónleikur · Undirhald · Virðislønir · Vísindi
    Ítróttur
    Chess.svg
    Borðspøl · Fótbóltur · Hondbóltur · Ítróttur · Kappróður · Oyggjaleikir · Rógving · Spøl · Svimjing · Frælsur ítróttur · Súkkling · Ítróttartiltøk
    Ríkisstjórn
    P derecho.svg
    Løgting · Heimspolitikkur · Mannarættindi · Fíggjarpolitikkur · Kommunisma · Lýðveldi · Løgloysi · Sameindu Tjóðir · Talufrælsi · Politikkur · Ríkisstjórn
    Átrúnaður
    ReligiousSymbols.png
    Átrúnaður · Ásatrúgv · Bahá'í Trúgvin · Buddhisma · Gudalæra · Hinduisma · Islam · Jehova Vitni · Jødadómur · Kristindómur · Norrøn gudalæra · Rómversk-katólska kirkjan · Sikhisma · Trúloysi
    Náttúruvísindi
    Stylised atom with three Bohr model orbits and stylised nucleus.png
    Alisfrøði · Alisevnafrøði · Alisfrøðingar · Djórafrøði · Evnafrøði · Frumevni · Heilivágur · Jarðfrøði · Landafrøði · Lívevnafrøði · Lívfrøði · Lívrunnin evnafrøði · Læknafrøði · Mýlislívfrøði · Plantufrøði · Smáverulívfrøði · Stjørnufrøði
    Støddfrøði
    Nuvola apps edu mathematics-p.svg
    Algebra · Grannfrøði · Hagfrøði · Rúmfrøði · Støddfrøði · Støddfrøðingar · Teldufrøði · Tøl
    Ymiskt
    Wiki letter w.svg
    Brúkarakassar · Felagsskaps Portalur · Tilvildarlig síða · Wikipedia
    Allir bólkar

    Systirverkætlanir

    Wikimedia Foundation hýsir eisini øðrum verkætlanum:

    Wikiorðabók
    Ein orðabók á fleiri málum ISO 639 Icon fo.svg
    Wikibooks
    Eitt savn av tekstbókum
    Wikiquote
    Eitt savn av endurgevingum
    Wikisource
    Eitt savn av opnum greinum/skjølum ISO 639 Icon fo.svg
    Wikispecies
    Listi yvir djórasløg ISO 639 Icon fo.svg
    Wikinews
    Opin tíðindi
    Commons
    Felags miðlasavn ISO 639 Icon fo.svg
    Meta-Wiki
    Samskipan av øllum verkætlanunum ISO 639 Icon fo.svg
    Wikiversity
    Savn við lærutilfari og virksemi

    Wikipedia á øðrum málum