Lýsing

  • Kykmyndir
  • Lesarabrøv
  • Tíðindi
  • Tingarbeiði
Aðalfundur í Norðoya Tjóðveldisfelag
Feb 10

Aðalfundur í Norðoya Tjóðveldisfelag

Árligi aðalfundurin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag verður mikudagin 28. februar kl.19 í Miðstovuni í Klaksvík. Á skránni er frágreiðing um virksemi felagsins farna árið, roknskapur og val av nevndarlimum. Í ár verður Floksting floksins í Norðoyggjum. Hetta verður sjálvandi eisini umrøtt á fundinum. Vónandi koma nógv fólk, so at vit eisini kunnu hava eitt gott kjak um politisku støðuna. Á fundinum...

fyrispurningur um ógvusliga dálking við plastleidningum
Feb 6

fyrispurningur um ógvusliga dálking við plastleidningum

Munnligur fyrispurningur um ógvusliga dálking við plastleidningum, settur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum Er tað loyvt einari kommunu, kommunalari havn ella øðrum at dálka sjóøki og strendur við plastleidningum í hópatali, sum dømið er í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar havn? Loyvir umhvørvisgóðkenningin, sum Tórshavnar Havn hevur fingið, at risastórar mongdir av...

Spurningur um føroyska málið í samskiftistøknini
Feb 5

Spurningur um føroyska málið í samskiftistøknini

Á tingfundinum mikudagin, setur Óluva Klettskarð munnligan fyrispurning til Rigmor Dam, viðvíkjandi føroyskum máli í samskiftistøknini. Munnligur fyrispurningur til landsstyrismannin í mentamálum, Rigmor Dam Viðvíkjandi føroyskum máli í samskiftistøknini   Hvussu langt er MMR komið at at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og...

Fyrispurningur um fuglaveiðu, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í veiðimálum
Feb 5

Fyrispurningur um fuglaveiðu, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í veiðimálum

Á tingfundinum mikudagin spyr Bjørt Samuelsen, tingkvinna um betri skipan av fuglaveiðu   Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fuglaveiðuna soleiðis, at veiðan er burðardygg, og soleiðis, at tey, sum liva av jørð og lunnindum, hava fremsta rættin at veiða, tá neyðugt er við avmarkingum?   Metir landsstýrismaðurin at nóg væl verður fylgt við støðuni hjá...

Røðan hjá Ingolf S. Olsen til 1. viðgerð av pensjónsnýskipanini
Jan 16

Røðan hjá Ingolf S. Olsen til 1. viðgerð av pensjónsnýskipanini

Harra formaður Eg fegnist um, at tað er eydnast at koma higar til, at vit nú viðgera eina pensjónsnýskipan her í Løgtinginum. Og havandi í huga, hvussu leingi tað hevur verið tosað um hetta, og arbeiðsbólkar hava arbeitt við hesum, uttan at nakað spurdist burtur úr politiskt, ja, so eri eg ikki sørt errin av, at vera partur av hesi samgonguni, sum saman við Sjálvstýri og vónandi øðrum við, megnar at...

Hjalsmúsin
Jan 5

Hjalsmúsin

Ein góðan summardag legði ein mús eini átta til tíggju mýslingar. Í hesum góðu líkindum komu allir undan, og fara so líðandi út í lívið. Tað var vandamikið og kettur og fuglur gjørdu sær dælt av  tí. So var bara ein eftir. Hann fann sær síðani eitt trygt skjól, tí hann var so lítil at hann kláraði at koma inn ímillum hjalsrimarnar,  sjálvt um gloppið ikki er meiri enn kanska fýra...

Einvís donsk tulking í ósamsvari við heimastýrislógina
Jan 4

Einvís donsk tulking í ósamsvari við heimastýrislógina

Hóast uttanríkispolitiska lógin er samtykt bæði á fólkatingi og á løgtingi, so ivast Anders Samuelsen ikki í, at tað eru danskir myndugleikar, sum hava tulkingarrættin, tá føroyingar og danir eru ósamdir.   Hetta stendur at lesa í svari frá Anders Samuelsen uppá spurning, sum eg setti honum fyri jól.   Hann varð spurdur, um hann metti, at Danmark einsamalt hevði rættin at tulka lógina, tá...

Góðar og slóðbrótandi íløgur
Dec 20

Góðar og slóðbrótandi íløgur

Tað er ikki mongum beskorið at koma út við einum yvirskoti upp á góðar 400 mió. kr., einum rakstrarvøkstri á uml. 2,5%, (umframt lønarvøkstur) einum vøkstri í fólkatalinum, ja, við einans einari minking, og tað er í arbeiðsloysistølunum. Einar fjøltáttaðar Føroyar Útreiðsluvøksturin er helst ov stórur, tí henda samgongan lovaði varsemi. Men  nógv tiltrongdar raðfestingar eru gjørdar kring alt...

Náttúruverndin styrkt og raðfest
Dec 19

Náttúruverndin styrkt og raðfest

Arbeiðið við náttúruvernd og at verja lívfrøðiliga margfeldið verður nú munandi styrkt, og er økið ógvuliga greitt raðfest í fíggjarlógini fyri 2018. Hetta stórfegnist eg um, tí tørvurin á at gera munadygg átøk fyri at verja náttúruna og umhvørvið eru eyðsýnd. Ikki minst nú ferðavinna og onnur vinna, sum troyta náttúruna, vaksa skjótt. Nú nýggja árið nærkast, nærkast eisini dagurin,...

Sjófeingi -ein virðilig loysn
Dec 11

Sjófeingi -ein virðilig loysn

Sjálvsagt fyri meg í málinum um sjófeingi er og hevur alla tíðina verið at tryggjað tey, sum í áratíggjur hava fingist við fiskivinnu -tey sum hava arbeitt og framt ta framgongd og tey úrslit, hon vísir í dag. Ikki tykkum at siga, eftir drúgva viðgerð í flokkum og samgongu hevur samgongan funnið ein leist, ið partarnir kunnu góðtaka. Mín lutur hevur verið at fingið smidliga yvirgongd, at tey stóru...

Uppgerð við uttanríkispolitisku heimildarlógina
Dec 10

Uppgerð við uttanríkispolitisku heimildarlógina

Tað ber ikki til at lata týðandi viðurskiftir upp í hendurnar á mótpartinum, tí hesum er ongin sloppin væl frá nakrantíð. Tí mugu vit gera upp við uttanríkispolitisku heimildarlógina og vinna okkum størri uttanríkispolitiskt rásrúm, skrivar Magni Arge, fólkatingsmaður, í hesi tíðargreinini Arktiska ráðstevnan í Eigtved pakhus í Keypmannhavn herfyri var týðiliga merkt av donskum diplomatiskum...

Røða hjá Ingolf S. Olsen til 2. viðgerð av fiskivinnunýskipanini
Dec 8

Røða hjá Ingolf S. Olsen til 2. viðgerð av fiskivinnunýskipanini

Harra formaður Loksins bleiv álit skrivað, so uppskotið til lóg um sjófeingi kundi fáa hesa aðru viðgerð. Ferðin hevur verið baldrut við bæði stormi og hørðum streymi, og ja, eg skal viðganga, at fitt av farminum, sum vit løgdu frá landi við, er skolaður fyri borð, tá tað til tíðir hevur brotið í bæði borð. Men kortini hava vit vunnið upp land við eini nýskipan, har bulurin er heilur, og tá...

Pensjónsnýskipanin á breddan týskvøldið 5. desember í Suðurstreymi
Dec 4

Pensjónsnýskipanin á breddan týskvøldið 5. desember í Suðurstreymi

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag setir pensjónsnýskipanina á breddan í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í bøgøtu 10,  5. des. klokkan 20:00 – Kristina Háfoss og Katrin Kallsberg koma at siga frá, og høvi verður at seta spurningar ella koma við viðmerkingum.

Politisk viðmerking
Nov 24

Politisk viðmerking

Tað hevur eydnast andstøðuni at billa fólkið inn, at best er at privatisera fiskiveiðurættindini soleiðis, at jú færri aktørar eru í vinnuni, jú betri. Eisini hóast Høgni Hoydal hevur vunnið okkum størri uppisjóvarkvotur enn nakar annar landsstýrismaður í fiskivinnumálum nakrantíð! Hann hevur tó ikki selt hetta sum sítt egna projekt. Hann ger bara sítt arbeiði! Arbeiðið hjá verandi samgongu...

Nei, Norðlýsið – Høgni Hoydal og Tjóðveldi hava sum altíð tryggjað rættindi og hýrur hjá fiskimonnum
Nov 24

Nei, Norðlýsið – Høgni Hoydal og Tjóðveldi hava sum altíð tryggjað rættindi og hýrur hjá fiskimonnum

Hýrurnar hjá fiskimonnum eru IKKI partur av tilfeingisgjaldinum       Norðlýsið hevur í grein lagt meg og Tjóðveldi undir at vilja “dumpa” hýrur hjá fiskimonnum.   Hetta er bart út humbukk og villleiðing av fólki. Norðlýsið hevur ikki vent sær til mín við hesum ákærum, sum góður fjølmiðlasiður og vanlig reiðiligheit krevja.   Hevði Norðlýsið gjørt tað, ella viljað...

Gjald skal eggja til meirgóðsking
Nov 18

Gjald skal eggja til meirgóðsking

Viðmerking til grein hjá Pól Huus Sólstein, “Hjálp, eg eri hvørki frøðingur ella tónaskald”. Góði Pól, tað fer altíð at loysa seg væl at meirgóðska fiskin. Tú tekur bert støði í avreiðingarvirðinum, og tí kemur tú til eina skeiva niðurstøðu. Tað er rætt, at tá prosentsatsurin fyri veiðigjaldið, sum síðani verður umroknaður til kilogjald í krónum, verður roknaður út, er tað við...

Fiskivinnunýskpanin á breddan mánakvøldið 20.november í Suðurstreymi
Nov 18

Fiskivinnunýskpanin á breddan mánakvøldið 20.november í Suðurstreymi

Fundurin verður hildin í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag kl. 20.00, og vit vóna at tú kemur við. Á fundinum fara Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen øll at luttaka á fundinum. Tað verður høvið at seta spurningar, men eisini at kjakast um politisku støðuna nú litil tíð er eftir til 01 januar 2018

Nógv færri kunngerðir – og onki fjalt ella óvanligt
Nov 11

Nógv færri kunngerðir – og onki fjalt ella óvanligt

Á Vágaportalinum eru eini tíðindi um kunngerðir í sambandi við fiskivinnulógina. Har verður sagt, at Vinnunevndin sleppur ikki at síggja kunngerðir, og at talan skal vera um 66 kunngerðir(!). Síðani verður víst til svar hjá undirritaða til Vinnunevndina. Men her ruggar ikki rætt í tíðindunum hjá Vágaportalinum. 10 nýggjar kunngerðir 1. januar 2018 Í svarinum hjá mær til Vinnunevndina, verður...

Fiskivinnupolitikkur Tjóðveldis
Nov 6

Fiskivinnupolitikkur Tjóðveldis

Fiskivinnupolitikkur floksins hevur sum høvuðs­mál, at ríkidømið í havinum verður umsitið burð­ar­dygt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og til frama fyri alla føroysku tjóðina. Alt tilfeingið er ómissandi ogn Føroya fólks, og tryggjast skulu javnbjóðis kappingarmøguleikar hjá fólki kring landið og størst møguligt og varandi avkast til vinnu, manningar og samfelagið...

Situr tú seggur í oyðini høll – einastur eftir av mongum*
Nov 2

Situr tú seggur í oyðini høll – einastur eftir av mongum*

Røða um sjálvstøðugan føroyskan limaskap á Norðurlandráðsfundi í Helsinki 2017 Præsident!   Norden som verdens bedst integrerede region. Det grænseløse Norden. Nordisk samarbejde som det unikke samarbejde mellem folk, med respekt for hinandens forskelligheder, rettigheder og ligestilling. Åben dialog og demokratiske løsninger.   Vi fejrer i fællesskab de nordiske folks selvstændighed – og ikke...

Katrin spyr um summartíð
Nov 2

Katrin spyr um summartíð

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um summartíð, settur løgmanni, Aksel V Johannesen, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørjir eru fyrimunirnir við at hava ‘summartíð’ í Føroyum? 2. Hvørjir eru vansarnir? 3. Hvør er orkusparingin við ‘summartíðini’? 4. Eru ætlanir um at endurskoða skipanina við ‘summartíð’? Nú vit nýliga hava flutt klokkurnar aftur til...

Tað er rætt skilt Absalon
Oct 28

Tað er rætt skilt Absalon

Absalon í Buð, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, hevur í grein á Vágaportalinum nakrar útgreinandi spurningar til mín í sambandi við mína grein “Allir fiskidagar kunnu brúkast”. Absalon vil, at svar míni skulu vera bindandi fyri samgonguna. Til tað fái eg bara sagt, at eg sjálvur standi fult og heilt til svars fyri tí, eg sigi og skrivi, men eg kann sjálvsagt ikki binda alla samgonguna upp á tað...

Allir fiskidagar kunnu brúkast
Oct 27

Allir fiskidagar kunnu brúkast

Í grein í netútgávuni hjá Norðlýsinum sunnudagin vil Óli M. Lassen, reiðari, vera við, at útróðrarmenn fara at missa fiskidagar, um heildarkvotan er uppi, áðrenn skipini, sum eru í fiskidagaskipan, hava brúkt sínar dagar. Men tað er ikki rætt. Fiskivinnunýskipanin hevur ikki við sær, at kvotuloftið fyri hvørt einstakt fiskaslag kann skerja longu ásettar fiskidagar. Tað hevur fiskimálaráðharrin...

Kristina Clementsen á ting
Oct 24

Kristina Clementsen á ting

Á tingfundinum í dag, tekur Kristina Heðinsdóttir Clementsen sæti á tingi. Kristina tekur sætið fyri Óluva Klettskarð, sum er farin í farloyvi í tríggjar vikur, tí hon skal luttaka á ST-aðalfundi í New York. Kristina Clementsen hevur verið á tingi einaferð áður í tingsetuni, og hon er yngsta tingfólkið nakrantíð.  

Ingolf spyr um innlit í avreiðingarprísir
Oct 18

Ingolf spyr um innlit í avreiðingarprísir

Á tingfundinum í dag, setur Ingolf  S Olsen  munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal, Landsstýrismann í fiskivinnumálum   Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at svara á løgtingsfundi 18. oktober 2017. Hví noktar Fiskimálaráðið (Vørn) at lata innlit í avreiðingarprísin fyri einstakar landingar? Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at innlit fram...

Landssjúkrahúsið fær neyðuga peningin
Oct 16

Landssjúkrahúsið fær neyðuga peningin

EYKAJÁTTAN: Landsstýrið vónar, at Løgtingið fer at avgreiða málið sum eitt skundmál. Eftir áheitan frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fer landsstýrið alt fyri eitt at lata løgtinginum eina umbøn um eykajáttan til Landssjúkrahúsið. Tað varð avgjørt á landsstýrisfundi fyrrapartin. “Sjúkrahúsverkið er ein høvuðssúla í okkara vælferðarsamfelag. Eitt dygt og trygt...

Fíggjarlógin 2018: Sjálvbjargni, samhaldsfesti og fíggjarligt varsemi
Oct 8

Fíggjarlógin 2018: Sjálvbjargni, samhaldsfesti og fíggjarligt varsemi

  Búskaparligt hásummar er í Føroyum. Úrslitið er, at búskaparliga hava vit helst ongantíð verið so sjálvbjargin sum nú. Hetta er bæði gott og gleðiligt. Hetta er fyrst og fremst takka verið stóra arbeiðinum, sum fólkið og vinnan í Føroyum gera hvønn dag – og takkað verið ovurstóra tilfeinginum, ið vit hava á sjónum, á landi og í fólkinum. Eisini hevur førdi politikkurin seinastu árini...

Bjørt Samuelsen forkvinna í vinnunevndini
Oct 6

Bjørt Samuelsen forkvinna í vinnunevndini

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, varð í dag vald til forkvinnu í Løgtingsins vinnunevnd. Bjørt hevur drúgvar royndir frá arbeiðinum í vinnunevndini, har hon hevur verið fastur limur síðani 2008. Hon er útbúgvin matvøruverkfrøðingur og journalistur, og umframt í vinnunevndini er tingkvinnan limur í uttanlandsnevndini og útnorðurráðnum. Bjørt Samuelsen tekur við forkvinnusessinum eftir...

Er veruliga neyðugt at stongja tunlarnar norður um fjall?
Oct 2

Er veruliga neyðugt at stongja tunlarnar norður um fjall?

Er tað rætt, at generatorar eru norðanfyri, sum kunnu forsýna alt økið og meir enn tað, so skilji eg onki av, at neyðugt er st stongja tunlarnar norður um fjall til tess at gera ábøtur. Á fundi á Fossánesi í farnu viku hevur SEV víst á, at SEV einans nýtist vissu fyri at nýggir tunlar vera norður um fjall innan 10 ár, so finna teir eina fyribilsloysn. Orsøkin til at hetta verður gjørt soleiðis er, at...

Ongin skal verða fyri vanbýti
Oct 2

Ongin skal verða fyri vanbýti

  Nú skal ein altíð ansa sær ikki at vera ov avgjørdur í spádómum um framtíðina, men eg vænti framvegis ikki, at Klakkur samanlagt fer at hava minni at fiska næsta ár samanborið við í ár. Væl at merkja, um ikki ógvuslig kvota/fiskidagaskerjing verður allastaðni, har skipið hevur rættindi. Hendir tað, so verður allur flotin skerdur og hevði eisini verðið tað, sama hvør fiskivinnuskipan var...

Ongin orsøk til dapurskygni
Sep 30

Ongin orsøk til dapurskygni

Í grein í netúgávuni hjá Norðlýsinum mikudagin er Líggjas Johannesen, reiðari og skipari á Klakki, dapurskygdur um framtíðina og útlitini hjá Klakki, eftir at ætlaða fiskivinnunýskipanin er sett í verk. nordlysid.fo/hvi+skal+okkara+livsverk+tveitast+ut+i+ovissu.html Líggjas Johannesen er royndur sum fáur, tá tað snýr seg um at fiska við línu og reka línuskip, og veit ógvuliga væl, hvat hann tosar...

Heilsuøkið í Norðoyggjum fær 21 milliónir
Sep 29

Heilsuøkið í Norðoyggjum fær 21 milliónir

Fíggjarætlanin fyri 2018 raðfestir Klaksvíkar Sjúkrahús. Menningarætlanin skal fáast at virka, og dagføringar skulu gerast, so sjúkrahúsið kann hýsa ymsum tænastum. Ein serlig viðgerð fyri seinheilaskadd verður stovnað Tað er neyðugt at skipa tilfeingisnýtsluna og arbeiðsbýtið á heilsuøkinum soleiðis, at vit tryggja samanhangandi viðgerðargongdir, skjótari og betri heilsutænastur, sum eru lætt...

Tjóðveldi stuðlar fólkinum og fólkaatkvøðuni í Katalonia
Sep 27

Tjóðveldi stuðlar fólkinum og fólkaatkvøðuni í Katalonia

Tjóðveldi stuðlar fólkinum og fólkaatkvøðuni í Katalonia Tjóðveldi hevur í dag sent stuðulsskriv til formannin í katalanska tinginum, har flokkurin veitir sín fulla stuðul til sjálvsavgerðarrættin hjá katalanska fólkinum at gera av at skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð. Samstundis átalar Tjóðveldi framferðina royndirnar at forða katalanska fólkinum at fremja sína egnu avgerð um...

Fráboðan frá Tjóðveldi um fólkatingsarbeiðið
Sep 14

Fráboðan frá Tjóðveldi um fólkatingsarbeiðið

Tjóðveldi samtykti upp undir fólkatingsvalið í 2015, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð.   Tað er síðani staðfest skrivliga, at farloyvi verður ikki givið frá Fólkatinginum til varafólk á fólkatingi.   Tjóðveldi hevur í summar verið í tí støðu, at sami...

14. september hald í Hæddini í Runavík
Sep 12

14. september hald í Hæddini í Runavík

Hóskvøldið 14. september kl. 19 hevur Eysturoyar Tjóðveldisfelag 14. september hald í Hæddini í Runavík.   Sirið Stenberg og Ingolf S. Olsen føra fram røðu. Steintór Rasmussen kemur at spæla nøkur løg. Kaffi, te og kaka verða at fáa til tiltakið. Øll jóðveldis sinnað eru vælkomin. Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Eykaaðalfundur og 14. september-hald
Sep 11

Eykaaðalfundur og 14. september-hald

Hósdagin 14. september kl. 19 hevur Norðoya Tjóðveldisfelag eyðkaaðalfund, og síðani 14. september-hald, í Miðstovu í Klaksvík. Á eykaaðalfundinum er eittans mál á skranni – dagføring av lógum felagsins. Tá ið aðalfundurin er liðugur, verður 14. september-hald við røðum, tónleiki og hugna. Kaffi, te og kaka verða at fáa til tiltaki. Øll tjóðveldissinnaði eru vælkomin.

Verri lánimøguleikar hjá borgarum á smáplássum og á útoyggj
Sep 9

Verri lánimøguleikar hjá borgarum á smáplássum og á útoyggj

  Fyrispurningur eftir Tingskipanini Óluva § 52a   Fyrispurningur um ringu lánmøguleikarnar hjá fólki á smáplássum og á útoyggj, settur Kristinu Háfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)   Hvørjir lánmøguleikar eru hjá fólki, ið seta búgv á útoyggj ella á smáplássum kring landið? Hvørjir møguleikar eru til at fáa betri og javnari viðurskifti...

Sjúkrahúsini mugu fáa frið at finna stevið
Aug 26

Sjúkrahúsini mugu fáa frið at finna stevið

Í dag verður søkt eftir nýggjum leiðara til Landssjúkrahúsið og leiðara fyri arbeiðinum at menna sjúkrahúsverkið í einari felags organisatión   Í tilgongdini at fremja menningarætlanina fyri føroyska sjúkrahúsverkið, so havi eg tryggjað mær, at viðurskiftini kring Klaksvíkar Sjúkrahús og virksemið har, verður framtíðartryggjað. Tað týdningarmesta er, at lokala leiðslan framhaldandi er...

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár
Aug 14

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Samgonguminnilutin í vinnunevndini skjýtur í sínum áliti upp, at fiskidagarnir fyri fiskiárið 2017/2018 verða teir somu, sum vóru ásettir fyri fiskiárið 2016/2017. Samgongan tryggjar soleiðis botnfiskaveiðuni undir Føroyum somu karmar at virka undir komandi fiskiár sum í verandi fiskiári. Veiðiloyvini, ið liggja til grund fyri fiskidøgunum, fara úr gildi á nýggjárinum. Tí er bara grundarlag fyri at...

Fyrispurningur um vaksandi vandan við antibiotikamótstøðuførum bakterium
Aug 3

Fyrispurningur um vaksandi vandan við antibiotikamótstøðuførum bakterium

Bjørt Samuelsen, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum fyrispurning um antibiotikamótstøðuførar bakteriur     Metir landsstýriskvinnan, at trupulleikin við fjølmótstøðuførum bakterium er tikin í nóg stórum álvara og at øll neyðug tiltøk eru sett í verk at fyribyrgja væl kenda vandanum? Kann landstýriskvinnan veita vissu fyri, at tamarhald er á støðuni við...

Breiðar semjur heldur enn stuttskygt maktspæl
Aug 2

Breiðar semjur heldur enn stuttskygt maktspæl

Røða hjá Magna Arge í samband við viðgerð av Ólavsøkurøðu løgmans 2017 Tað er betri fyri samfelagið, um vit megna at skapa breiðar semjur, sum røkka langt fram í tíðina, líkamikið hvør situr í samgongu nú, um tvey ár ella um fimm ár, segði Magni Arge m.a. í røðu síni á tingi í dag um løgmansrøðuna Mær dámar væl útgangsstøðið hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni um at ansa eftir...

Tjóðarsemja um sjálvbjargnan búskap
Aug 2

Tjóðarsemja um sjálvbjargnan búskap

Røða hjá Kristinu Háfoss í samband við viðgerð av Ólavsøkurøðu løgmans 2017 Allir flokkar á Løgtingi hava fráboðað, at teir hava sum mál, at røkka einum sjálvberandi búskapi. Tað er tí semja um at røkka einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi. Enn manglar tó at seta í verk ítøkiliga skiftisskipan, sum yvir eitt áramál ger okkara búskap sjálvberandi og harvið eisini óheftan av studningi úr...

Fleiri serlæknar í starv
Jul 10

Fleiri serlæknar í starv

Svar upp á fyrispurningur nr. 95/2016 eftir tingskipanini § 52a um fyribyrgjandi arbeiði viðvíkjandi setan av serlæknum   Spurningurin var soljóðandi: Hvussu gongur við at seta serlæknar í starv, nú Løgtingið samtykti eina serliga serlæknapulju fyri 2017? Eru serlig øki, har álvarsligt læknatrot er, og har serlig átøk mugu gerast fyri nú  ella í fíggjarlógini fyri 2018? Eru serlig átøk gjørd...

Fundur um fiskivinnunýskipanina verður 14. juni kl. 19.00 í Vestmanna
Jun 13

Fundur um fiskivinnunýskipanina verður 14. juni kl. 19.00 í Vestmanna

Mikukvøldið, 14. juni skipar Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnunýskipanina í Vestmanna. Høgni Hoydal, flokksformaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at greiða frá nýskipanaruppskotinum, og høvi verður at seta spurningar. Fundurin verður hildin í Vektarbúðini, kl. 19:00 og endar kl. 21:00. Øll eru vælkomin. Nevndin

Meiriluti fyri at yvirtaka rættarskipanina
Jun 5

Meiriluti fyri at yvirtaka rættarskipanina

Meðan føroyingar skriva og umsita flestu lógirnar, sum galda í Føroyum, eru tað enn danskir dómstólar og danskir dómarar, sum døma eftir lógunum. Í novembur í fjør svaraði danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen, fyrispurningi frá Tórbirni Jacobsen um, hvussu nógvir landsrættardómarar tosaðu føroyskt, og hvussu nógvir høvdu innlit í føroysk viðurskifti. sí fyrispurning her Færøudvalget...

Almennur fundur um fiskivinnunýskipanina
May 31

Almennur fundur um fiskivinnunýskipanina

Hóskvøldið, 1. juni skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnunýskipanina í Havn. Høgni Hoydal, flokksformaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at greiða frá nýskipanaruppskotinum, og høvi verður, at seta spurningar. Fundurin verður hildin í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu, kl. 19:30 og endar kl. 21:00. Øll eru vælkomin. Suðurstreymoyar...

Framsøgurøða til 1.viðgerð av fyrisiting av sjófangi
May 29

Framsøgurøða til 1.viðgerð av fyrisiting av sjófangi

Framsøgurøða Ingolfs, nú fyrisiting av sjófangi er til 1.viðgerð í tinginum Harra formaður Eftir eina drúgva tilgongd eru vit loksins farin undir endaligu politisku viðgerðina av einari fiskivinnunýskipan. Ein fiskivinnunýskipan, sum øll hava bíðað eftir. Summi í ótolni eftir at fáa eina ítøkiliga skipan at fyrihalda seg til, onnur í vónini um, at hon ongantíð varð veruleiki. Tað er tó kanska...

Vit bjálva og brynja Føroyar til framtíðina
May 27

Vit bjálva og brynja Føroyar til framtíðina

  Tað er búskaparligt hásummar í Føroyum. Búskaparvøksturin er 7-8%. Stór framgongd er serliga í alivinnu, uppsjóvarvinnu og byggivinnu. Arbeiði er til nærum allar hendur, og útflutningurin veksur við heilum 13% í løtuni. Alsamt fleiri størv verða skapt, og eru eisini alsamt fleiri, ið velja Føroyar. Eru vorðin 762 fleiri seinasta árið, og eru vit nú fleiri enn 50.000 føroyingar. Úrslitið er,...

Stór undirtøka fyri fólkaatkvøðu um stjórnarskipan
May 24

Stór undirtøka fyri fólkaatkvøðu um stjórnarskipan

Tað eru útlit til metstóra valluttøku, tá atkvøðast skal um stjórnarskipanina. Níggju av tíggju veljarunum ætla sær á val, tá fólkaatkvøða verður um føroyska stjórnarskipan flaggdagin 25. apríl komandi ár. Tað vísir ein fesk veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldi á Fólkatingi. Av teimum 534 tilvildarliga spurdu veljarunum siga 89 prosent seg fara á val, tá ið...

Óluva setir fyrispurning um landsroyndir
May 2

Óluva setir fyrispurning um landsroyndir

Grein 52 spurningur til landsstýrismannin í mentamálum, Rigmor Dam viðvíkjandi KT skipanum í sambandi við landsroyndir o.a.   Hví er so ofta miseydnast at fyriskipa landsroyndir hjá MMR? Hvør hevur ábyrgdina av, at slíkar royndir virka og at tøkniskipanir eru nóg góðar til slíkar royndir? Hevur landsstýrismaðurin kannað orsakir, er ábyrgd plaserað og avleiðingar tiknar av, at landsins...

Føroyar eru eitt møguleikans land
Apr 26

Føroyar eru eitt møguleikans land

Flaggdagsrøða, sum Páll á Reynatúgvu, løgtingformaður, flutti fram í Runavík, flaggdagin 2017. Góðu Eysturoyingar, góðu Føroyingar! Sveimandi yvir oyggjunum ein frálíkan várdag, leggja vit smátt um smátt merki til hvussu heppin vit føroyingar eru. 270.000 ferkilometrar at stúv stappaðum hjalli, væl krýndur við 18 framúr vøkrum og liviligum oyggjum. Júst sum nálirnar hesar spírandi várdagarnar,...

Flaggdagshugni í Miðstovuni í Klaksvík
Apr 24

Flaggdagshugni í Miðstovuni í Klaksvík

Týsdagin eru 77 ár liðin síðan, Merkið varð viðurkent, og hetta fara vit at hátíðarhalda við einari hugnaligari kafe í Miðstovuni í Klaksvík kl. 19, har øll eru vælkomin. Norðoya Tjóðveldisfelag skipar fyri. Á kafeini fara Katrin Kallsberg og Jógvan Ravnsfjall at halda røðu. Eisini verða tónleikur og sangur á skránni. Sum altíð verður eisini høvi til at fáa sær eitt hugnaligt, politiskt...

Katrin fingið svar uppá fyrispurning
Apr 18

Katrin fingið svar uppá fyrispurning

Fyrispurningur um palliatión, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær er skipanin við palliativa toyminum og palliativu eindini eftirmett, við tí endamáli at betra um palliativu tænastuna til sjúklingarnar? 2. Hvat vísti eftirmetingin, og hvørjar tillagingar eru gjørdar? 3. Eru ætlanir um at styrkja um tilboðið til heimabúgvandi sjúklingar, ið...

Nú kemur Musikkskúlin
Mar 30

Nú kemur Musikkskúlin

Tórshavnar býráð hevur á fundi í kvøld samtykt at fara undir nýggjan musikkskúla. Bæði mentamálanevnd og fíggjarnevnd mæltu býráðnum til at taka undir við arbeiðstøkusáttmála og játta alla íløguna beinanvegin. Kostnaðurin verður slakar 100 milliónir krónur. Hetta verður eitt risastig fram á leið fyri Musikkskúlan og tey tónleikahugaðu í Havn, sum higartil hava havt miðstøð í einum...

Gravgangur um heiðurin
Mar 29

Gravgangur um heiðurin

Gravgangur um heiðurin Tað kennist margháttligt, nú ávísir limir í samgonguni troka seg fram at miðlamikrofonunum at kunngera, at tey fara at seta krav um hesar og hasar broytingarnar í fiskivinnunýskipanaruppskotinum hjá fiskimálaráðharranum, og at man sanniliga ætlar sær at lurta eftir øllum atfinningunum og tilráðingunum, nú hoyringstíðin er av. Sum um tað at lurta og ætla at gera broytingar er...

Tóki Høghamar formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Mar 25

Tóki Høghamar formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Á aðalfundi í Eysturoyar Tjóðveldisfelag bleiv 20 ára gamli Tóki Høghamar valdur í nevndina og tók við formanssessinum eftir Hallur Ellingsgaard. Nevndin í felagnum: Tóki Høghamar, formaður Súni í Hjøllum, vara formaður Hallur Ellingsgaard, skrivari Herbert Olsen, kassameistari Dánjal Vang Sólbjørn Jensen Sonni í Horni  

Formansfrágreiðing á flokstingi 2017
Mar 25

Formansfrágreiðing á flokstingi 2017

Vit hava allar møguleikar at skapa tær frælsu, samhaldsføstu og virðisskapandi Føroyar Gott tjóðveldisfólk. Norðstreymoyingar. Hósvíkingar. Føgru fólk kring landið alt. Kvinnur og menn. Her í loki mars mánað 2017. Eftir eitt heitt heyst og ein heitan, men ódnarfullan vetur, er tað ein sonn frægd at hitta tykkum øll – móti vári. Og ein frøi, at vit seta hvør øðrum stevnu her á flokstingi í...

Flokstingið heldur áfram
Mar 25

Flokstingið heldur áfram

  Í dag byrjar politiska orðaskiftið við formansfrágreiðingini kl. 09.30 Í formansrøðu síni leygardagin sum verður stroymd á heimasíðu floksins, fer Høgni Hoydal at kunna um og viðgera hvat flokkurin hevur fingið framt í samgongusamstarvinum higartil, umframt at geva ítøkilig boð uppá, hvat Tjóðveldi ætlar at fáa framt nú gott og væl helvtin er eftir av samgonguskeiðinum. Eftir...

Irena Nysted forkvinna í Vágum
Mar 24

Irena Nysted forkvinna í Vágum

Vága Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í gjár, har nýggj nevnd varð mannað. Tór Marni Weihe, sum hevur verið formaður hetta seinasta árið, er fluttur av oynni og kundi tískil ikki stilla uppaftur. Í nývaldu nevndini sita Irena Nysted, Jóan Petur Joensen og Sølvi Simonarson. Sólva Jacobsen og Ingolf S. Olsen eru varafólk. Eftir fundin skipaði nevndin seg við Irenu Nysted sum forkvinnu, Sølva Simonarson...

Formansrøðan verður stroymd leygardagin
Mar 24

Formansrøðan verður stroymd leygardagin

Flokstingið verður sum kunnugt í Bygdarhúsinum í Hósvík í vikuskiftinum. Leygardagin byrjar politiska orðaskiftið við formansfrágreiðingini kl. 09.30 Í formansrøðu síni leygardagin sum verður stroyma á heimasíðu floksins, fer Høgni Hoydal at kunna um og viðgera hvat flokkurin hevur fingið framt í samgongusamstarvinum higartil, umframt at geva ítøkilig boð uppá, hvat Tjóðveldi ætlar at fáa...

Flokstingið 2017 – Skráin
Mar 20

Flokstingið 2017 – Skráin

Fríggjadagur 24. mars 19.00 Aðalstjórnarformaðurin setur flokstingið 19.15 Mentunarlig framførsla 19.30 Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara  og  yvirlýsingartoymi 19.45 Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar 20.15 Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla 21.15 Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum Leygardagin 25. mars 08.30 Morgunmatur 09.30...

Tað má verða loyvt at taka fólkaræðislig atlit
Mar 12

Tað má verða loyvt at taka fólkaræðislig atlit

Uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan er ikki lagt fyri Løgtingið enn, men almannakunngjørt og sent til hoyringar í samfullar tríggjar vikur. Kortini trýtur ikki við dómadagsprofetium um avleiðingarnar av uppskotinum. Nei, her bíður ikki bøtur. Størstu aktørarnir í føroysku fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi verða noyddir at leggja árarnar inn, og fjøldin øll – uttan hon, sum starvast...

Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum
Mar 8

Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum

Í morgun vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í tinginum, og eg nýtti høvi til at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, ein spurning um avleiðingarnar av eini fiskivinnunýskipan. Hann ljóðaði:   Í kjalarvørrinum á, at samgongan hevur lagt sínar ætlanir fram fyri framtíðar fiskivinnupolitikk, hevur reiðari í norðurøkinum víst á, at  skipanin rakar hansara virksemi...

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelagi hevur skipað seg
Mar 7

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelagi hevur skipað seg

Mánakvøldið 27. februar hevði Norðoya Tjóðveldisfelag. Á fundinum var umframt nevndarval eitt gott kjak um politisku støðuna. Til nevndina vórðu trý nýggj fólk vald: Jacqueline Gardar, Mildrid á Lógv og Maria Kristina Smith. Rasmus S. Biskopstø og Lone Høeg Bejer halda fram í nevndini. Erland Sivertsen og Rani Nolsøe vórðu valdir til tiltakslimir. Nikolina Olsen, peningarøkilin seinasta árið...

Nývald nevnd í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag
Mar 3

Nývald nevnd í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

Hóskvøldi tann 02/03-2017, helt Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag aðalfund. Nýggj nevnd bleiv vald, og eftir aðalfundin helt nýggja nevndin fund, har nevndin skipaði seg. Fyrsta punkt á skránni hjá NST er fyrireiking til komandi floksting Tjóðveldis, ið verður í Bygdarhúsinum í Hósvík, 24. og 25. mars 2017.   Nevndin, ið er vald, hevur skipa seg soleiðis Jenus í Trøðini, Signabøur : formaður og...

Andlitsleysir bureaukratar í Keypmannahavn – ella vit sjálvi?
Feb 23

Andlitsleysir bureaukratar í Keypmannahavn – ella vit sjálvi?

Seinastu árini hava fleiri mál staðfest tørvin av, at vit sjálvi taka fulla ábyrgd av útlendingamálum. Ferð eftir ferð renna fólk seg í trupulleikar – seinasta dømi er Clayton Soares, sum seinastu árini hevur búð Fuglafirði – tí at andlitsleys skrivstovufólk í Keypmannahavn ikki kenna til umstøðurnar í Føroyum, men kortini skulu taka avgerðirnar. Loysing, sjálvsavgerðarrættur, fullveldi og...

Aaðalfundur í Sandoyar Tjóðveldisfelag
Feb 15

Aaðalfundur í Sandoyar Tjóðveldisfelag

Aðalfundurin hjá Sandoyar Tjóðveldis felag verður 15 februar kl 19:30 á Keldu í Skálavík. Til ber at tekna seg sum lim í felagnum.

FØROYSKAN LØGREGLUOVASTA
Feb 3

FØROYSKAN LØGREGLUOVASTA

Kunningarskriv frá Tjóðveldi á Fólkatingi Tað hevur týdning, at eisini ovasta leiðslan hjá løgregluni í Føroyum er mannað við føroyingum, sigur Søren Pape Poulsen, danskur løgmálaráðharri, í svari uppá fyrispurning, sum Magni Arge, fólkatingsmaður, setti honum fyri viku síðani.   Niels Erik Nymark, sjefpolitiinspektørur í Føroyum, hevur ført fram, at hann heldur tað verða skilagott at...

Svar uppá fyrispurning um oljuorkuverki og útbygging av grønari orku
Jan 19

Svar uppá fyrispurning um oljuorkuverki og útbygging av grønari orku

Bjørt Samuelsen hevur í dag fingið svar uppá fyrispurning sín um oljuorkuverki og útbygging av grønari orku   Svar upp á fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu í løgtingmáli S-15/2016: Viðvíkjandi oljuorkuverki og útbygging av grønari orku   Spurningarnir veru soljóðandi: Er landsstýrismaðurin samdur við SEV í, at neyðugt er at byggja nýtt oljurikið Sundsverk fyri, at...

Ingolf S. Olsen aftur á tingi
Jan 17

Ingolf S. Olsen aftur á tingi

Í dag tók Ingolf S. Olsen sæti á tingi fyri Magna Arge, sum hevur biðið um farloyvi. Magni hevur biði um farloyvi í samband við at hann er farin aftur á Fólkating. Ingolf hevur áður havt sætið á tingi      

Fíggjarliga støðan hjá teimum við lág- og miðalinntøkum
Jan 17

Fíggjarliga støðan hjá teimum við lág- og miðalinntøkum

Á tingfundinum í dag, far Annita á Fríðriksmørk svar uppá skrivligan fyrispurning um fíggjarligur støðuna, hjá teimum við lág og miðalinntøkum Fyrispurningurin var soljóðandi Kann landsstýrismaðurin samanbera árini 2015 við 2017 við eini lýsing við støði í við­merkingunum omanfyri, og sum vísir á munin í 2015 og 2017 hjá pørum við børnum, sum hava eina inntøku, har: annar forvinnur...

Snildið tað, at stevna fram á veg
Jan 2

Snildið tað, at stevna fram á veg

Hóast hin legendariski og óvanliga væl begávaði franski forsetin Charles de Gaulle í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld í 1967 segði, at so langt sum hann sá fram í tíðina, var ongin ófriður at hóma nakrar staðir, so kókaði yvir nakrar fáar mánaðir seinri á universitetinum í Nanterre. Cohn-Bendit og hansara fylgisneytar gjørdust spjótsoddar í einum stríði, ið objektivar fyritreytir  tóktust vera...

Tjóðveldi ynskir øllum eini góð og hugnalig  jól og eitt gott og gevandi nýggjár
Dec 23

Tjóðveldi ynskir øllum eini góð og hugnalig jól og eitt gott og gevandi nýggjár

Tjóðveldi ynskir øllum eini góð og hugnalig  jól og eitt gott og gevandi nýggjár.

Ein fíggjarlóg fyri allar føroyingar
Dec 19

Ein fíggjarlóg fyri allar føroyingar

Avlop var sum kunnugt á Fíggjarlógini fyri árið 2016, og fyri 2017 vísa nýggjastu tølini 205 milliónir í yvirskoti. Slíkt yvirskot hevur ikki sæð sín líka í mong ár! Um vit hyggja árini frá 2008-2015, so hava allar fíggjarlógirnar havt hall, men við hesari fíggjarlóg og játtanarkørmunum hjá hesum landsstýrinum fram til 2021, so fer Føroya fólk at síggja vaksandi avlop, íløgur í fólkavøkstur...

Historien er et forstoppet lokum
Dec 14

Historien er et forstoppet lokum

Den afdøde tyske forfatter og Nobel vinder i 1999, Günter Grass, der havde en tvivlsom politisk ungdom at se tilbage på, skriver i bogen I krebsegang således: ”Historien, eller rettere den historie, vi har rørt op, er et forstoppet lokum. Vi skyller og skyller, men lortet kommer alligevel op.”   En finanslov har af gode grunde et forstoppet historisk væsen, der ligger århundreders politisk og samfundsmæssig...

“Gør det, mor! Jeg er så tørstig!”
Dec 13

“Gør det, mor! Jeg er så tørstig!”

Finansministrene i Færøerne og Danmark har den 19. april 2016 underskrevet en aftale, der medfører, at den danske stat overfører Færøernes landsstyre et nominelt pengebeløb á 641,8 millioner kroner hvert af årene 2017, 2018 og i 2019. I aftalen findes der dog en ventil, der giver mulighed for, at statens tilskud bliver reduceret, såfremt Lagtinget træffer en beslutning og meddeler den danske regering...

Óhøviskar hugsjónir
Dec 9

Óhøviskar hugsjónir

Parlamentið er – ella átti at verið – bráðpannan, har allar hugsandi hugsjónir eru umboðaðar og øll sjónarmið verða varpað inn í parlamenteringina, fyri at politiska endaproduktið í lógarsniði og øðrum høpi verður so umboðandi og skilagott sum yvirhøvur gjørligt. Hesi fáu fólkini á tingi umboða bara í einum tíðarmáli eitt heilt samfelag og tess borgarar. Er tað nú vorðið...

Bjørt spyr um nýtt oljuorkuverk og útbygging av grønari orku
Dec 8

Bjørt spyr um nýtt oljuorkuverk og útbygging av grønari orku

Samgongan hevur sett sær sertakliga høg mál á orkuøkinum. Skal nakar møguleiki vera at røkka málunum, skulu stór og miðvíst átøk setast í verk. Seinastu tíðina hevur fokus verið á tvær stórar orkuverkætlanir. Onnur er Sundsverkætlanin hjá SEV, har nýtt tungoljurikið orkuverk á Sundi verður bygt fyri einar 700 – 800 milliónir krónur. Hin er ein ætlan hjá privata felagnum Røkt um pumpuorkuverk...

Magni setur fyrispurning um loftferðslu
Dec 6

Magni setur fyrispurning um loftferðslu

Á tingfundinum í morgin, setur Magni Arge soljóðandi fyrispurning til Poul Michelsen Føroysk flogvinna, sum nú stuðlar upp undir nærum 500 arbeiðspláss í Føroyum, kann mennast uppaftur meiri, um vit skapa røttu karmarnar og leggja okkum eftir at røkka størri úrslitum. Tað var niðurstøðan á fundi í Norðurlandahúsinum um føroyska flogvinnu í farnu viku. Ongin greitt orðaður politikkur fyri føroyska...

Intet nyt under solen
Dec 5

Intet nyt under solen

Det, der var, er det samme som det, der kommer, det, der skete, er det samme som det, der vil ske; der er intet nyt under solen. Prædikerens Bog kapitel 1, vers 9. Lars Løkke Rasmussens nye VLAK-regering har bekræftet, at Salomons vise ord er evigt gældende. Indenrigspolitikken har fået et mindre liberalt vindpust, men vedrørende udenrigspolitikken er der intet nyt under solen. Den danske besiddelse i Nordatlanten,...

Um hálva milliard meir í  útflutningsvirði
Dec 1

Um hálva milliard meir í útflutningsvirði

Í gjár vóru munnligir fyrispurnar á skrá hjá løgtinginum. Undirritaða spurdi landstýrismannin í fiskivinnumálum, hvat er hent á økinum, síðan landsstýrismaðurin tók við. Spurt varð, um fortreytirnar í fiskivinnuni eru nakað broyttar, síðan landsstýrismaðurin setti seg í stólin fyri góðum ári síðan. Dag og dagliga frættist, hvussu lítið kemur av skafti og hvussu illa henda samgongan fer við...

Landsbankin, Váðaráðið og Búskapargrunnurin til verka
Nov 27

Landsbankin, Váðaráðið og Búskapargrunnurin til verka

Nýggi Landsbanki Føroya, Føroya váðaráð og Búskapargrunnur Føroya gerast í næstum nýggj amboð at styrkja føroyska samfelagið, javna sveiggini í búskapinum og at fyribyrgja at søgan við afturvendandi fíggjarkreppum, ið raka okkara samfelag hart, endurtekur seg. Føroyar eru tíverri raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggini. Tær hava kostað fólkinum, vinnuni og samfelagnum...

Bátadráttur: Trygd og arbeiðsmøguleikar
Nov 22

Bátadráttur: Trygd og arbeiðsmøguleikar

Í arbeiðinum at fáa til vega hóskandi bátadrátt í Nólsoy, eiga vit at hava í huga trygd og arbeiðsmøguleikar. Verandi bátadráttur í Nólsoy er ikki nýtiligur. Besta loysnin er at gera bátadrátt, eins og drátturin í Álakerði. Talan er um dupultan drátt, ið hóskar til smærri og størri bátar. Mátingar eru gjørdar og verður drátturin í fíggjarkarminum í 2017, ber til at byggja bátadráttin á...

Kastibløkan Klaksvíkar Sjúkrahús
Nov 18

Kastibløkan Klaksvíkar Sjúkrahús

Nú meldar sambandsmaðurin, Bjørn Kalsø, út um sjúkrahúsverkið og leggur samgonguna undir at vilja Klaksvíkar Sjúkrahúsi til lívs. Fólk í andstøðuni hava ikki gjørt annað enn arbeitt í miðlunum um hetta álvarsmál, sum henda samgongan hevur sett sær fyri at lýsa og finna loysnir á. Sjálvstýrisflokkurin, Fólkaflokkurin og nú Sambandsflokkurin hava roynt at øst fólk upp um Klaksvíkar Sjúkrahús....

Lítið mannsligt lokabragd
Nov 17

Lítið mannsligt lokabragd

Jógvan Arge fanst á býráðsfundi í Havn í kvøld harðliga at núverandi meirilutanum fyri at lækka inntøkurnar hjá kommununi næsta ár til tess at vinna einum nýggjum stýri neisur. “Tað er kanska gott, at ein meiriluti í býráðnum í kvøld fer at samtykkja at lækka skattaprosentið 0,75 prosent. Men tað er minni gott, at hetta fyrst og fremst verður gjørt í hevnisøku, tí at gamli meirilutin hevur...

LFB er 41 ár!
Nov 16

LFB er 41 ár!

Í ruskveðrið ynski eg Landsfelagnum fyri bjargingarfeløg í Føroyum, hjartaliga til lukku. Stovnandi árið varð 1975 og leita vit í skjølum felagsins, er 15. november stovningardagurin. Nógvar eru bjargingarnar og mangir eru tímarnir, har fólk kring alt landið – sjálvboðin – hava lagt nógv fyri, at hjálpa í ymsum vandastøðum. Vandamikið er á sjógvi og á landi. Men vit kunnu gleðast um, at...

Ein er tíðin at dansa
Nov 13

Ein er tíðin at dansa

  Eg havi bæði tapt og vunnið á hesum býráðsvalinum. Tjóðveldi fekk sítt besta býráðsval nakrantíð við 3.375 atkvøðum, sum svarar til nærum 28 %. So nógvar atkvøður og so stóran lut hevur flokkurin ongantíð havt áður. Fegnist um sum valevni í 16 ár at hava verið við til at lyfta Tjóðveldi fyrst úr tveimum sessum upp í tríggjar og síðani upp í fýra. Tíðin í samgongu var góð....

Gott val
Nov 8

Gott val

Um nakrar tímar lata valhølini aftur og farið verið undir at telja atkvøðurnar. Veljarin hevur tá talað, síðani skal samansetingin av limum í samgongu skipast og ein nýggj kós setast fyri næstu 4 árini. Kósin seinastu 4 árini hevur flest okkum kunnugt verið merkt av spontanum avgerðum sum t.d. húskeypi og manglandi virðing fyri tí tilfeingi, ið kommunan eigur.  Ert tú tann, ið ynskir broytingar á...

Lat okkum fjálga um allan ítrótt í Tórshavnar kommunu
Nov 8

Lat okkum fjálga um allan ítrótt í Tórshavnar kommunu

Sitandi býráðssamgongan eigur rós uppiborið fyri, tað, ið tey hava gjørt fyri ítróttin. Tórsvøllur, fótbóltsvøllurin í Hoyvík og útbyggingin av ítróttarhøllini á Hálsi eru frálík átøk. Men nú er løtan at hyggja at teimum ítróttum, sum ikki eru spældir við bólti. Ítróttarlívið í høvuðsstanum er lukkutíð fjølbroytt og spennandi, og vit ætla, at hesi skulu standa fyri tørni, nú...

Ein nýggj fiskivinnuskipan og møguleikarnir kring landið
Nov 8

Ein nýggj fiskivinnuskipan og møguleikarnir kring landið

Sambært eini greining frá grannskoðaravirkinum Januar, so kann ein burðardygg umsiting og veiða av okkara egnu botnfiskastovnum vaksa um okkara útflutningsvirði við 950 mió. krónum árliga Hitti ein mann nú ein dagin. Hann var rættiliga atfinningarsamur um ætlanirnar at gera eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna. Hann vildi vera við, at hetta var ein hóttan ímóti fiskivinnuni og arbeiðsplássunum á sjógvi...