Lýsing

  • Kykmyndir
  • Lesarabrøv
  • Tíðindi
  • Tingarbeiði
Tað má verða loyvt at taka fólkaræðislig atlit
Mar 12

Tað má verða loyvt at taka fólkaræðislig atlit

Uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan er ikki lagt fyri Løgtingið enn, men almannakunngjørt og sent til hoyringar í samfullar tríggjar vikur. Kortini trýtur ikki við dómadagsprofetium um avleiðingarnar av uppskotinum. Nei, her bíður ikki bøtur. Størstu aktørarnir í føroysku fiskivinnuni bæði á sjógvi og landi verða noyddir at leggja árarnar inn, og fjøldin øll – uttan hon, sum starvast...

Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum
Mar 8

Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum

Í morgun vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í tinginum, og eg nýtti høvi til at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, ein spurning um avleiðingarnar av eini fiskivinnunýskipan. Hann ljóðaði:   Í kjalarvørrinum á, at samgongan hevur lagt sínar ætlanir fram fyri framtíðar fiskivinnupolitikk, hevur reiðari í norðurøkinum víst á, at  skipanin rakar hansara virksemi...

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelagi hevur skipað seg
Mar 7

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelagi hevur skipað seg

Mánakvøldið 27. februar hevði Norðoya Tjóðveldisfelag. Á fundinum var umframt nevndarval eitt gott kjak um politisku støðuna. Til nevndina vórðu trý nýggj fólk vald: Jacqueline Gardar, Mildrid á Lógv og Maria Kristina Smith. Rasmus S. Biskopstø og Lone Høeg Bejer halda fram í nevndini. Erland Sivertsen og Rani Nolsøe vórðu valdir til tiltakslimir. Nikolina Olsen, peningarøkilin seinasta árið...

Nývald nevnd í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag
Mar 3

Nývald nevnd í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

Hóskvøldi tann 02/03-2017, helt Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag aðalfund. Nýggj nevnd bleiv vald, og eftir aðalfundin helt nýggja nevndin fund, har nevndin skipaði seg. Fyrsta punkt á skránni hjá NST er fyrireiking til komandi floksting Tjóðveldis, ið verður í Bygdarhúsinum í Hósvík, 24. og 25. mars 2017.   Nevndin, ið er vald, hevur skipa seg soleiðis Jenus í Trøðini, Signabøur : formaður og...

Andlitsleysir bureaukratar í Keypmannahavn – ella vit sjálvi?
Feb 23

Andlitsleysir bureaukratar í Keypmannahavn – ella vit sjálvi?

Seinastu árini hava fleiri mál staðfest tørvin av, at vit sjálvi taka fulla ábyrgd av útlendingamálum. Ferð eftir ferð renna fólk seg í trupulleikar – seinasta dømi er Clayton Soares, sum seinastu árini hevur búð Fuglafirði – tí at andlitsleys skrivstovufólk í Keypmannahavn ikki kenna til umstøðurnar í Føroyum, men kortini skulu taka avgerðirnar. Loysing, sjálvsavgerðarrættur, fullveldi og...

Aaðalfundur í Sandoyar Tjóðveldisfelag
Feb 15

Aaðalfundur í Sandoyar Tjóðveldisfelag

Aðalfundurin hjá Sandoyar Tjóðveldis felag verður 15 februar kl 19:30 á Keldu í Skálavík. Til ber at tekna seg sum lim í felagnum.

FØROYSKAN LØGREGLUOVASTA
Feb 3

FØROYSKAN LØGREGLUOVASTA

Kunningarskriv frá Tjóðveldi á Fólkatingi Tað hevur týdning, at eisini ovasta leiðslan hjá løgregluni í Føroyum er mannað við føroyingum, sigur Søren Pape Poulsen, danskur løgmálaráðharri, í svari uppá fyrispurning, sum Magni Arge, fólkatingsmaður, setti honum fyri viku síðani.   Niels Erik Nymark, sjefpolitiinspektørur í Føroyum, hevur ført fram, at hann heldur tað verða skilagott at...

Svar uppá fyrispurning um oljuorkuverki og útbygging av grønari orku
Jan 19

Svar uppá fyrispurning um oljuorkuverki og útbygging av grønari orku

Bjørt Samuelsen hevur í dag fingið svar uppá fyrispurning sín um oljuorkuverki og útbygging av grønari orku   Svar upp á fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu í løgtingmáli S-15/2016: Viðvíkjandi oljuorkuverki og útbygging av grønari orku   Spurningarnir veru soljóðandi: Er landsstýrismaðurin samdur við SEV í, at neyðugt er at byggja nýtt oljurikið Sundsverk fyri, at...

Ingolf S. Olsen aftur á tingi
Jan 17

Ingolf S. Olsen aftur á tingi

Í dag tók Ingolf S. Olsen sæti á tingi fyri Magna Arge, sum hevur biðið um farloyvi. Magni hevur biði um farloyvi í samband við at hann er farin aftur á Fólkating. Ingolf hevur áður havt sætið á tingi      

Fíggjarliga støðan hjá teimum við lág- og miðalinntøkum
Jan 17

Fíggjarliga støðan hjá teimum við lág- og miðalinntøkum

Á tingfundinum í dag, far Annita á Fríðriksmørk svar uppá skrivligan fyrispurning um fíggjarligur støðuna, hjá teimum við lág og miðalinntøkum Fyrispurningurin var soljóðandi Kann landsstýrismaðurin samanbera árini 2015 við 2017 við eini lýsing við støði í við­merkingunum omanfyri, og sum vísir á munin í 2015 og 2017 hjá pørum við børnum, sum hava eina inntøku, har: annar forvinnur...

Snildið tað, at stevna fram á veg
Jan 2

Snildið tað, at stevna fram á veg

Hóast hin legendariski og óvanliga væl begávaði franski forsetin Charles de Gaulle í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld í 1967 segði, at so langt sum hann sá fram í tíðina, var ongin ófriður at hóma nakrar staðir, so kókaði yvir nakrar fáar mánaðir seinri á universitetinum í Nanterre. Cohn-Bendit og hansara fylgisneytar gjørdust spjótsoddar í einum stríði, ið objektivar fyritreytir  tóktust vera...

Tjóðveldi ynskir øllum eini góð og hugnalig  jól og eitt gott og gevandi nýggjár
Des 23

Tjóðveldi ynskir øllum eini góð og hugnalig jól og eitt gott og gevandi nýggjár

Tjóðveldi ynskir øllum eini góð og hugnalig  jól og eitt gott og gevandi nýggjár.

Ein fíggjarlóg fyri allar føroyingar
Des 19

Ein fíggjarlóg fyri allar føroyingar

Avlop var sum kunnugt á Fíggjarlógini fyri árið 2016, og fyri 2017 vísa nýggjastu tølini 205 milliónir í yvirskoti. Slíkt yvirskot hevur ikki sæð sín líka í mong ár! Um vit hyggja árini frá 2008-2015, so hava allar fíggjarlógirnar havt hall, men við hesari fíggjarlóg og játtanarkørmunum hjá hesum landsstýrinum fram til 2021, so fer Føroya fólk at síggja vaksandi avlop, íløgur í fólkavøkstur...

Historien er et forstoppet lokum
Des 14

Historien er et forstoppet lokum

Den afdøde tyske forfatter og Nobel vinder i 1999, Günter Grass, der havde en tvivlsom politisk ungdom at se tilbage på, skriver i bogen I krebsegang således: ”Historien, eller rettere den historie, vi har rørt op, er et forstoppet lokum. Vi skyller og skyller, men lortet kommer alligevel op.”   En finanslov har af gode grunde et forstoppet historisk væsen, der ligger århundreders politisk og samfundsmæssig...

“Gør det, mor! Jeg er så tørstig!”
Des 13

“Gør det, mor! Jeg er så tørstig!”

Finansministrene i Færøerne og Danmark har den 19. april 2016 underskrevet en aftale, der medfører, at den danske stat overfører Færøernes landsstyre et nominelt pengebeløb á 641,8 millioner kroner hvert af årene 2017, 2018 og i 2019. I aftalen findes der dog en ventil, der giver mulighed for, at statens tilskud bliver reduceret, såfremt Lagtinget træffer en beslutning og meddeler den danske regering...

Óhøviskar hugsjónir
Des 9

Óhøviskar hugsjónir

Parlamentið er – ella átti at verið – bráðpannan, har allar hugsandi hugsjónir eru umboðaðar og øll sjónarmið verða varpað inn í parlamenteringina, fyri at politiska endaproduktið í lógarsniði og øðrum høpi verður so umboðandi og skilagott sum yvirhøvur gjørligt. Hesi fáu fólkini á tingi umboða bara í einum tíðarmáli eitt heilt samfelag og tess borgarar. Er tað nú vorðið...

Bjørt spyr um nýtt oljuorkuverk og útbygging av grønari orku
Des 8

Bjørt spyr um nýtt oljuorkuverk og útbygging av grønari orku

Samgongan hevur sett sær sertakliga høg mál á orkuøkinum. Skal nakar møguleiki vera at røkka málunum, skulu stór og miðvíst átøk setast í verk. Seinastu tíðina hevur fokus verið á tvær stórar orkuverkætlanir. Onnur er Sundsverkætlanin hjá SEV, har nýtt tungoljurikið orkuverk á Sundi verður bygt fyri einar 700 – 800 milliónir krónur. Hin er ein ætlan hjá privata felagnum Røkt um pumpuorkuverk...

Magni setur fyrispurning um loftferðslu
Des 6

Magni setur fyrispurning um loftferðslu

Á tingfundinum í morgin, setur Magni Arge soljóðandi fyrispurning til Poul Michelsen Føroysk flogvinna, sum nú stuðlar upp undir nærum 500 arbeiðspláss í Føroyum, kann mennast uppaftur meiri, um vit skapa røttu karmarnar og leggja okkum eftir at røkka størri úrslitum. Tað var niðurstøðan á fundi í Norðurlandahúsinum um føroyska flogvinnu í farnu viku. Ongin greitt orðaður politikkur fyri føroyska...

Intet nyt under solen
Des 5

Intet nyt under solen

Det, der var, er det samme som det, der kommer, det, der skete, er det samme som det, der vil ske; der er intet nyt under solen. Prædikerens Bog kapitel 1, vers 9. Lars Løkke Rasmussens nye VLAK-regering har bekræftet, at Salomons vise ord er evigt gældende. Indenrigspolitikken har fået et mindre liberalt vindpust, men vedrørende udenrigspolitikken er der intet nyt under solen. Den danske besiddelse i Nordatlanten,...

Um hálva milliard meir í  útflutningsvirði
Des 1

Um hálva milliard meir í útflutningsvirði

Í gjár vóru munnligir fyrispurnar á skrá hjá løgtinginum. Undirritaða spurdi landstýrismannin í fiskivinnumálum, hvat er hent á økinum, síðan landsstýrismaðurin tók við. Spurt varð, um fortreytirnar í fiskivinnuni eru nakað broyttar, síðan landsstýrismaðurin setti seg í stólin fyri góðum ári síðan. Dag og dagliga frættist, hvussu lítið kemur av skafti og hvussu illa henda samgongan fer við...

Landsbankin, Váðaráðið og Búskapargrunnurin til verka
Nov 27

Landsbankin, Váðaráðið og Búskapargrunnurin til verka

Nýggi Landsbanki Føroya, Føroya váðaráð og Búskapargrunnur Føroya gerast í næstum nýggj amboð at styrkja føroyska samfelagið, javna sveiggini í búskapinum og at fyribyrgja at søgan við afturvendandi fíggjarkreppum, ið raka okkara samfelag hart, endurtekur seg. Føroyar eru tíverri raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggini. Tær hava kostað fólkinum, vinnuni og samfelagnum...

Bátadráttur: Trygd og arbeiðsmøguleikar
Nov 22

Bátadráttur: Trygd og arbeiðsmøguleikar

Í arbeiðinum at fáa til vega hóskandi bátadrátt í Nólsoy, eiga vit at hava í huga trygd og arbeiðsmøguleikar. Verandi bátadráttur í Nólsoy er ikki nýtiligur. Besta loysnin er at gera bátadrátt, eins og drátturin í Álakerði. Talan er um dupultan drátt, ið hóskar til smærri og størri bátar. Mátingar eru gjørdar og verður drátturin í fíggjarkarminum í 2017, ber til at byggja bátadráttin á...

Kastibløkan Klaksvíkar Sjúkrahús
Nov 18

Kastibløkan Klaksvíkar Sjúkrahús

Nú meldar sambandsmaðurin, Bjørn Kalsø, út um sjúkrahúsverkið og leggur samgonguna undir at vilja Klaksvíkar Sjúkrahúsi til lívs. Fólk í andstøðuni hava ikki gjørt annað enn arbeitt í miðlunum um hetta álvarsmál, sum henda samgongan hevur sett sær fyri at lýsa og finna loysnir á. Sjálvstýrisflokkurin, Fólkaflokkurin og nú Sambandsflokkurin hava roynt at øst fólk upp um Klaksvíkar Sjúkrahús....

Lítið mannsligt lokabragd
Nov 17

Lítið mannsligt lokabragd

Jógvan Arge fanst á býráðsfundi í Havn í kvøld harðliga at núverandi meirilutanum fyri at lækka inntøkurnar hjá kommununi næsta ár til tess at vinna einum nýggjum stýri neisur. “Tað er kanska gott, at ein meiriluti í býráðnum í kvøld fer at samtykkja at lækka skattaprosentið 0,75 prosent. Men tað er minni gott, at hetta fyrst og fremst verður gjørt í hevnisøku, tí at gamli meirilutin hevur...

LFB er 41 ár!
Nov 16

LFB er 41 ár!

Í ruskveðrið ynski eg Landsfelagnum fyri bjargingarfeløg í Føroyum, hjartaliga til lukku. Stovnandi árið varð 1975 og leita vit í skjølum felagsins, er 15. november stovningardagurin. Nógvar eru bjargingarnar og mangir eru tímarnir, har fólk kring alt landið – sjálvboðin – hava lagt nógv fyri, at hjálpa í ymsum vandastøðum. Vandamikið er á sjógvi og á landi. Men vit kunnu gleðast um, at...

Ein er tíðin at dansa
Nov 13

Ein er tíðin at dansa

  Eg havi bæði tapt og vunnið á hesum býráðsvalinum. Tjóðveldi fekk sítt besta býráðsval nakrantíð við 3.375 atkvøðum, sum svarar til nærum 28 %. So nógvar atkvøður og so stóran lut hevur flokkurin ongantíð havt áður. Fegnist um sum valevni í 16 ár at hava verið við til at lyfta Tjóðveldi fyrst úr tveimum sessum upp í tríggjar og síðani upp í fýra. Tíðin í samgongu var góð....

Gott val
Nov 8

Gott val

Um nakrar tímar lata valhølini aftur og farið verið undir at telja atkvøðurnar. Veljarin hevur tá talað, síðani skal samansetingin av limum í samgongu skipast og ein nýggj kós setast fyri næstu 4 árini. Kósin seinastu 4 árini hevur flest okkum kunnugt verið merkt av spontanum avgerðum sum t.d. húskeypi og manglandi virðing fyri tí tilfeingi, ið kommunan eigur.  Ert tú tann, ið ynskir broytingar á...

Lat okkum fjálga um allan ítrótt í Tórshavnar kommunu
Nov 8

Lat okkum fjálga um allan ítrótt í Tórshavnar kommunu

Sitandi býráðssamgongan eigur rós uppiborið fyri, tað, ið tey hava gjørt fyri ítróttin. Tórsvøllur, fótbóltsvøllurin í Hoyvík og útbyggingin av ítróttarhøllini á Hálsi eru frálík átøk. Men nú er løtan at hyggja at teimum ítróttum, sum ikki eru spældir við bólti. Ítróttarlívið í høvuðsstanum er lukkutíð fjølbroytt og spennandi, og vit ætla, at hesi skulu standa fyri tørni, nú...

Ein nýggj fiskivinnuskipan og møguleikarnir kring landið
Nov 8

Ein nýggj fiskivinnuskipan og møguleikarnir kring landið

Sambært eini greining frá grannskoðaravirkinum Januar, so kann ein burðardygg umsiting og veiða av okkara egnu botnfiskastovnum vaksa um okkara útflutningsvirði við 950 mió. krónum árliga Hitti ein mann nú ein dagin. Hann var rættiliga atfinningarsamur um ætlanirnar at gera eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna. Hann vildi vera við, at hetta var ein hóttan ímóti fiskivinnuni og arbeiðsplássunum á sjógvi...

Hesum vil eg arbeiða fyri
Nov 7

Hesum vil eg arbeiða fyri

Um eg verði vald inn í Býráðið, so ynski eg at arbeiða fyri hesum: At skúlin fær best møguligar umstøður at virka undir At fáa kommunulæknaskipanina at virka í norðurøkinum Í samstarvi við grannakommunurnar í Eysturoynni at skipa eina Super Heilsumiðstøð umboðandi allar heilsufakbólkar við tilknýti til Klaksvíkar sjúkrahús Betra um umstøðurnar hjá barnafamiljum Fáa eitt dagtilhald til eldri...

Barnaansingin í Klaksvík skal raðfestast høgt
Nov 7

Barnaansingin í Klaksvík skal raðfestast høgt

    Fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er økt seinastu árini, og tað er sera gleðiligt. Grundarlagið undir fólkavøkstri er, at barnafamiljurnar í býnum hava góðar umstøður at uppala børnini. Á hendan hátt kunnu barnafamiljurnar støðast og seta búgv her. Ansingarstovnarnir í Klaksvík hava tí ein sera týðandi leiklut fyri at menna býin enn meira. Á hesum øki kann kommunan gera átøk, ið...

Verður pláss fyri verkafólki í Havn í ár 2020
Nov 7

Verður pláss fyri verkafólki í Havn í ár 2020

Tóm orð og lyfti verja ongan, nú skulu lyftini gerast til veruleika. Tí hóast verandi býráðssamgonga dúgliga tosar um at verja borgarar í høvuðsstaðnum, vísir hon ofta júst tað øðvugta í verki. Í besta føri verja tey bara tey vælbjargaðu, meðan verkafólki verur slept uppá fjall. Tað er vónleyst hjá støkum uppihaldara at fáa íbúð tey hava ráð at gjalda fyri. Sjálvt verkapør við føstum...

Sterkan lista E í Tórshavnar býráð
Nov 7

Sterkan lista E í Tórshavnar býráð

Valstríðið er farið at halla, og avgerðin um, hvørji 13 umboð skulu stýra kommununi næstu fýra árini, fellur í morgun. Farnu fýra árini er stýringin farin av lagi. Eitt breitt samstarv varð fingið í lag, sum ikki riggaði eftir ætlan, og tilvildin fór at gera um seg. Høvuðsatvoldin var uttan iva, at ein flokkur hevði meiriluta einsamallur og tí í roynd og veru kundi fara fram, sum hann...

Góð og virðilig búpláss ein rættur hjá øllum
Nov 7

Góð og virðilig búpláss ein rættur hjá øllum

Á fundi í skúlanum á Løgmannsbreyt varð ljós varpa á, hvussu ring støðan viðvíkjandi bústøðum til menningartarnaðu borgarum í kommununi er. Antin búgva tey á vánaligum útslitnum stovnum, ið ikki eru bygdir til endamálið ella heima hjá foreldrunum. Hetta er ikki nøktandi, eg veit væl at hetta er øki hjá landinum, men um vilji er til tess kann komunan útvega grundstykkir bíliga. Helst í ymsum...

Við Tjóðveldi á odda
Nov 6

Við Tjóðveldi á odda

Gjaldsfría busskoyringin í Tórshavnar kommunu skal víðkast til eisini at fevna um alt vikuskiftið, tvs. eisini leygarkvøld og allan sunnudag. Hetta er eitt av vallyftum Tjóðveldis til býráðsvalið týsdagin. Vit miða eftir at gera Bussleiðina til eitt veruligt flutningsalternativ til bilin, og helma ikki í, fyrrenn hetta mál er rokkið. Tjóðveldi setir fólkið fyrst og fremst. Hetta merkir ítøkiliga, at...

Vælkomin til Havnar
Nov 6

Vælkomin til Havnar

Soleiðis plagar tónalagið at vera, tá ið tað stundar til Ólavsøku. Tá eru øll vælkomin – eisini bygdafólk. Men fyrrakvøldið var tónalagið eitt heit annað í sambandi við at áhugaverdur veljarafundur var í Sjónleikarahúsinum, har umboð fyri allar flokkar løgdu fram teirra sjónarmið. Evnini vóru mong, og nógvir spurningar vóru settir. Parkerings-óskilið í miðbýnum fylti nógv eins og nógvar...

Hevur kommunala umsitingin fingið munnkurv?
Nov 6

Hevur kommunala umsitingin fingið munnkurv?

Nú vit um eina viku fáa staðfest hvussu ein nýgg býráðssamgonga verður skipað, verður næsta stig at fáa snikkað saman eitt samgonguskjal. Spurningurin verður um vit famhaldandi koma at verða vitni til somu leið, ella um tað kann væntast at ein nýggj kós verður sett. Líka mikið um talan verður um broyting ella ikki, ja so verður væntandi ikki stórvegis broytingar í umsitingarliga arbeiðinum hjá...

Framskygdar íløgur og samstarv við vinnulívið
Nov 6

Framskygdar íløgur og samstarv við vinnulívið

Í farnu setu havi eg umsitið Havna- og Vinnumál. Fyrsta stig var at raðfesta størri og smærri mál. Politiski viljin, umsiting og havnamyndugleiki vóru samd um at leggja seg eftir at arbeiða á trimum høvuðsøkjum: Nýggja havnaskrivstovu, nýggjar bátabrúgvar á vágni og Norðhavnini. Vit hava verið virkin á øllum trimum økjum. Nýggjar bátabrúgvar á vágni verða nú veruleiki. Settar eru 6 milliónir av...

Einki uttanum tos í Klaksvíkar kommunu!
Nov 5

Einki uttanum tos í Klaksvíkar kommunu!

    Tað skal eingin loyna verða í, at eg havi roynt at gjørt mín part at gera nakað gott fyri Klaksvíkar kommunu í nógv ár. Eg havi roynt at fingið lív í býin og fleiri ferðir seinastu árini hava rættuliga nógv spurt meg um nær eg ætli mær í gongd aftur. Men, eg havi ikki bara havt tónleikin í hásæti. Eg havi eisini roynt, at savna pening inn til eitt nú Jólahjálpina tey seinastu...

Hevur kommunala umsitingin fingið munnkurv?
Nov 5

Hevur kommunala umsitingin fingið munnkurv?

Nú vit í komandi viku fáa staðfest hvussu ein nýgg býráðssamgonga verður skipað, verður næsta stig at fáa snikkað saman eitt samgonguskjal. Spurningurin verður um vit famhaldandi koma at verða vitni til somu leið, ella um tað kann væntast at ein nýggj kós verður sett. Líka mikið um talan verður um broyting ella ikki, ja so verður væntandi ikki stórvegis broytingar í umsitingarliga arbeiðinum...

El-bilar fría parkering í miðbýnum
Nov 5

El-bilar fría parkering í miðbýnum

Góður umhvørvispolitikkur er at flætta politikkin inn í ein annan politikk. Til dømis ferðslupolitikkin. Bussleiðin er eitt gott dømi um at minka um ferðsluna og at frígeva pláss í ferðsluni og at frígeva p-básar. Roknast kann við, at fleiri og fleiri el-bilar trilla á vegirnar komandi árini. Ein góður umhvørvispolitikkur hjá Tórshavnar kommunu kann tí verða, at loyva el-bilum fría parkering í...

Fólksligt eftirlit við býráðsarbeiðinum
Nov 4

Fólksligt eftirlit við býráðsarbeiðinum

Tað er ringt at fylgja við í, hvat fer fram í Býráðnum, um man ikki er heilt tætt uppá í tí dagliga. Hvat er á skránni, hvørji mál verða løgd fram, nær verða tey samtykt ella løgd burtur, hvør hevur atkvøtt fyri ella ímóti? Eg haldi, tað eigur at vera lættari hjá borgarum í kommununi at fylgja við í teimum málum, ið hava teirra áhuga. Her eru fleiri møguligar loysnir – t.d. kundu allir...

Hon teknar ræðumyndir í skúlamálum
Nov 4

Hon teknar ræðumyndir í skúlamálum

Helena Dam á Neystabø hevur sitið við skúlamálum í Tórshavnar býráð hetta farandi skeiðið. Sjáldan hevur so stór fløkja verið í málsviðgerðini. Skúlarnir, sum klárt var at seta á skinnararnar fyri síðsta val, hava verið slongdir úr einum horni í annað og útsettir ferð aftaná ferð. Muskkskúlin er eitt klassadømi í so máta. Hann er hon aftur farin at lova nú upp undir val væl vitandi, at...

Tjóðveldi vil eina ríka framtíð
Nov 4

Tjóðveldi vil eina ríka framtíð

Hvørki í Klaksvíkar býráð ella í Løgtinginum hevur Tjóðveldi nakra ætlan um at taka 15 milliónir krónur frá Klaksvíkar Kommunu fyri at brúka tær til íløgur í miðstaðarøkinum, soleiðis sum fólkafloksvalevnið Hallstein E. Jacobsen førir fram í einari serstakliga ósakligari valgrein í Norðlýsinum. Tað er beinleiðis lygn, tað hann skrivar um hetta, og ræðumyndin, hann annars teknar, er tikin...

Nær, um ikki nú? – Hvør, um ikki vit?
Nov 3

Nær, um ikki nú? – Hvør, um ikki vit?

Røða hjá Høgna Hoydal, samstarvsráðharra til aðalorðaskifti á Ársfundi Norðurlandaráðsins, har han legði umsóknina um fullgyldugan limaskap í norðurlendskum samstarvi fram. Ærede præsident, rådsmedlemmer, ministre og deltagere i Nordisk Råds session. Det er en særlig anledning for mig i dag – på vegne af den færøske regering og på vegne af et enstemmigt parlament i Færøerne – at kunne...

Bestu karmar til ítróttin
Nov 3

Bestu karmar til ítróttin

Ítróttin er samstarvselvandi og fremjandi fyri fólkaheilsuna. Tjóðveldi stuðlar tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, sum er innan ítrótt. Ólønta arbeiðið hevur ómetaligan týdning fyri trivnaðin, borgaran, ungdómin, nærumhvørvið og alt samfelagið. Feløg og einstaklingar eiga sín stóra leiklut í hesum arbeiði – vit práta um nógvar tímar hvønn dag – sjey dagar um vikuna. Eitt heilsugott lív sæst...

Eg eri til dystin fús
Nov 3

Eg eri til dystin fús

Eftir at hava fylgt við politisku telvingini á Vaglinum seinastu átta árini frá síðulinjuni, havi eg eftir áheitan frá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag gjørt av at stilla upp aftur til býráðsvalið hesa ferð. Eg haldi, at eg við mínum 20-ára royndum í býráðnum – harav fýra ár sum borgarstjóri – havi neyðugu barlastina til tess at kunna gera ein mun longu frá fyrsta degi í nýggja...

Bretar fingu Brexit, og føroyingar fingu Fixit – Røða á 14. sept. haldinum í Hovi 14. sept. 2016
Nov 2

Bretar fingu Brexit, og føroyingar fingu Fixit – Røða á 14. sept. haldinum í Hovi 14. sept. 2016

Stórar og sterka rembingar fara fram í okkara parti av heiminum í hesum døgum, og tá serliga í einum av grannalondum okkara, Stóra Bretlandi.   Har var fólkaatkvøða fyri stuttum(23.06.2016). Ein fólkaatkvøða, sum í stóran mun kann samanberast við føroysku fólkaatkvøðuna fyri sjeyti árum síðan.   Í báðum londum reið úrslitið um snarið, og felags fyri báðar var, at loysingin frá tí...

Økisnevnd við veruligari megi
Nov 2

Økisnevnd við veruligari megi

Staðbundnu nevndirnar fáa ikki neyðugu kunningina og verða ov ofta bert hoyrdar í smámálum. Eigarafeløgini somuleiðis – alt ov ofta er neyðugt við undirskriftainnsavning í staðin fyri góðum samskifti. Tvey týðlig dømi er innkomuvegurin til Havnina ísv. nýggja undirsjóartunnilin inn í Eysturoynna. Á Hvítanesi vistu tey einki, tá spakin varð settur í. Eingin kunning. Verkætlanin varð sett í verk...

Ung vilja vera á Argjum
Nov 1

Ung vilja vera á Argjum

Vit fara at stovna ein Klubb 160 í gl. Argja skúla Argjabúgvar hava leingi ynskt sær eitt ungdómshús til tannáringarnar. Eins og hoyvíkingar hava Klubb 188 ynskja vit á Argjum at fáa okkara egna Klubb 160. Foreldur stríðast við at halda sínar ungu tannáringarnar vestaru megin brúnna, men býurin lokkar, tí onki tilboð er á Argjum. “Gamli skúli” hevur fín, tøk hølir til hetta, hann liggur sum...

Eldraøkið í Kollafirði má dagførast
Nov 1

Eldraøkið í Kollafirði má dagførast

Mong framstig eru hend í Kollafirði seinastu árini. Skúlin er bygdur út, nýggjur barnagarður stendur nú liðugur at taka í brúk, nýggj ítróttarhøll er bygd og loksins fer nýggj útstykking í gongd – alt grundarlag undir trivnaðinum og menningini í hesum parti av kommununi. Hóast hesi og onnur týðandi framstig, so er so at siga einki gjørt við eldraøkið, sjálvt um økið nú er fult...

Virðiligt lívskvøld
Nov 1

Virðiligt lívskvøld

Tjóðveldi hevur sett sær fyri at seta 10 mió. kr. av til fleiri starvsfólk í heima- og eldrarøktini. Kalla tað bara heitar hendur, men hesar hendur skulu eisini verða fakliga væl fyri. Vit hava leingi hoyrt um sperd starvsfólk á ellis- og røktarheimum, sum valla fáa tíðina at røkka til meira enn at syrgja fyri at fólkini eru rein og mett. Er tað tað vit ynskja fyri gráa gullið? Neyvan! Í mínum høvdi...

Teir avrætta vinnuna á Vestaru Bryggju
Nov 1

Teir avrætta vinnuna á Vestaru Bryggju

Eru Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin við at avhøvda vinnuna á Vestaru Bryggju? Flokkarnir lurta ikki eftir vinnuni og skilja heldur ikki, at bryggjukanturin er lívæðrin hjá vinnuni. Á tíðindafundi í vár boðaði samlaða vinnan á Vestaru bryggju greitt og týðiliga frá, at ymisku ætlanirnar, sum hava verið frammi seinastu árini, ikki sampakka við verandi vinnu. Fyrisiting, undirhald og skúlar hóska...

Fjølbroytt vinnulív er lykilin til vælferð
Nov 1

Fjølbroytt vinnulív er lykilin til vælferð

Nú valið stendur fyri durðum eru lyftini nógv, men fá valevni bera uppá tungu, hvussu vælferðin og lyftini skulu fíggjast. Skulu vit tryggja vælferðina, mugu vit tryggja inntøkurnar, og tað gerst bert við einum virknum vinnulívi. Tórshavnar kommuna hevur eitt breitt vinnulív. Tað fevnir líka frá frisørum í tænastuvinnuni til bøndur, reiðarí, farmavinnu, stórar byggifyritøkur, matstovur í...

Barnið: Hví flyta vit so ofta?
Nov 1

Barnið: Hví flyta vit so ofta?

Bústaðarstøðan er nógv frammi í almenna kjakinum. Og vit eru so at siga øll á einum málið um at bústaðarmarknaðurin má gerast meiri fjølbroyttur, vit vilja appellera til ymiskar aktørar og arbeiða miðvíst fyri at finna loysnir á trupulleikunum hjá ymsu samfelagsbólkunum. Samstundis sum, at vit tykjast hava sæð ljósið, og øll vísa forstáilsi og vilja, so standa vit eisini við akuttum...

Busstørvurin eins stórur á bygd og í býlingunum
Nov 1

Busstørvurin eins stórur á bygd og í býlingunum

Vit eru øll so glað fyri Bussleiðina. Tó eru nakrir snøklar, sum kundu gjørt hana enn betri. Her hugsi eg um, at smábygdirnar í kommununi slett ikki hava nakað busssamband í vikuskiftunum. Næstan tað sama kann sigast um øki í sjálvari Havnini, sum liggja burtur frá Miðbýnum. Har er heldur ikki vikuskiftissamband leygardagar aftaná klokkan 16. Tað er avgerandi at vit kunnu líta á, at bussleiðin koyrir...

Dagstovnagjøldini lækkast
Okt 31

Dagstovnagjøldini lækkast

Vit hava lækkað dagstovnagjøldini 35% og vit skulu halda fram við at lækka tey, tí tey eru ein íløga í fólkavøkstur og fara harvið at geva fleiri skattakrónur. Seinastu fýra árini eru dagstovnagjøldini lækkað munandi og hava verið viðvirkandi til dygga fólkavøksturin, vit uppliva. Frá 1. januar 2017, tá gjøldini enn einaferð lækka, hevur ein familja við barni: í dagrøkt spart slakar 9.000 kr. um...

Blátt er gott
Okt 31

Blátt er gott

Á býráðsfundinum hóskvøldi  bar eg hesar hugleiðingar fram á torg viðvíkjandi spennandi verkætlanini nevnd Bláa skýli Tá eg hugsi um Bláa skýli, so hugsi eg um eldsálir og flugubein. Sum ikki einaferð vórðu tað eldsálir, ið fingu kommununa at raknað við – í hesum føri at betra um stadionøki við at útvega fleiri sitipláss, felagshølir, umklæðingarhølir v.m Hvussu menna vit...

Tónleikur og sjónleikur
Okt 31

Tónleikur og sjónleikur

Musikkskúlin, sum seinastu árini hevur reikað úr Sortudíki og oman á Skálatrøð og nú endaði úti á Landavegnum, er loksins boðin út. Tilboðini eru ikki komin inn enn, men Tjóðveldi fer at tryggja at byggingin ikki verður súltað eina ferð aftrat. Tá nýggjur Tjóðpallur skal byggjast, er hóskandi at hann verður bygdur í høvuðsstaðnum. Tórshavnar kommuna eigur, saman við Mentamálaráðnum, at...

Kommunurnar skulu skapa karmarnar
Okt 31

Kommunurnar skulu skapa karmarnar

Kommunur kunnu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis verða partur av vinnulívinum. Hetta merkir, at kommunurnar hvørki kunnu eiga ella reka vinnuligt virki. Tær kunnu heldur ikki seta partapening í, veita lán ella veðhald til vinnulig virki. Kommunur kunnu tó reka tey virki, tær vanliga reka, sum t.d. busskoyringina. Uppgávan hjá kommununi er at seta karmarnar. Hon eigur td. at ávísa vinnuøkir, at gera og halda...

Skulu vera førandi í barnapolitikki
Okt 31

Skulu vera førandi í barnapolitikki

Seinastu dagarnar hevur kjak verið um dagstovnaøkið og barnapolitikk sum heild. Hetta gleðir meg. Tórshavnar kommuna er ein stór kommuna, og er tað av alstórum týdningi at kommunan hevur eitt framkomið, ríkt barnasýn. Vit skulu raðfesta yngstu borgarnir í kommununi. Normeringin á dagstovninum skal hækkast! Um børnini skulu hava fullgóðar menningarmøguleikar, er neyðugt at fleiri tímar eru ásettir til...

Betri treytir til Kanada enn Føroyar
Okt 30

Betri treytir til Kanada enn Føroyar

    Justin Trudeau og Donald Tusk skrivaðu í dag undir fríhandilsavtalu millum Kanada og ES, sum kemur í gildi í 2017. Tá fær kanadiska fiskivinnan fríar ræsur at selja allar fiskavørur á ES-marknaðinum og tí eisini í Danmark. Føroyskur útflutningur til Danmarkar og ES er avmarkaður, og tí vikna kappingarevnini hjá føroyskum útflytarum á eitt nú danska marknaðinum, tá sáttmálin kemur í...

Tjóðveldi vil játta 10 mió eyka til eldrarøkt og heimatænastu
Okt 30

Tjóðveldi vil játta 10 mió eyka til eldrarøkt og heimatænastu

Tjóðveldi raðfestir eldraøkið høgt. Fleiri stig skulu tryggja fólkinum ein góðan aldurdóm við betri loysnum. Vit vilja styrkja og víðka heimatænastuna eins og røktina á røktarheimum. Vit vilja seta fleiri flógvar hendur at taka sær av hesum í Tórshavnar kommunu. Aðalmál okkara er, at tey gomlu verða heima sum longst. Tí vilja vit útbyggja heimatænastuna. Tilboðini verða fleiri, so tey gomlu fáa...

Skattalætti og lántøka til skúlabygging ?
Okt 30

Skattalætti og lántøka til skúlabygging ?

Jú – tað gongur væl í Tórshavnar kommunu. Fólkavøkstur, oljuprísurin er í botni, rentan er í botni, einki arbeiðsloysi og inntøkurnar røkka ørandi hæddum. Flogferðaseðlaprísirnir eru í botni. Byggivinnan hevur ovmikið at gera – tað er gerandiskostur, at útboðin arbeiði eru dýrari enn kostnaðarmetingarnar. Á brennistøðunum er rusk upp undir lúkurnar. Farmaskipini hava ongantíð verið so...

Hey tú…slakka líka av….
Okt 30

Hey tú…slakka líka av….

  Eg var nú ein dagin og skuldi keypa eina vøru í einum handli í Havnini. Eftir sum handilin hevði føðingardag, var lýst við avsláttri – upp til 25%. Men prísurin var framvegis ov høgur – helt eg og valdi tí ikki at keypa vøruna í skundi. Heldur enn at fáa at vita hvat avslátturin er, vil eg vita hvat vøran kostar. Sama er galdandi fyri meg sum borgara, ið betali mín kommunuskatt og fái ov...

Skattalætti lump og bluff
Okt 28

Skattalætti lump og bluff

Meðan aðrar kommunur royna at avgreiða fíggjarætlanina fyri næsta ár fyri kommunuvalið, hevur Tórshavnar kommuna valt at útseta viðgerðina av síni fíggjarætlan til eftir valið. 1.viðgerð stóð annars á dagsskránni fyri býráðsfundin í gjárkvøldið, men varð tikin av skrá. Ístaðin skal fíggjarætlanin nú skrumblast ígjøgnum í síðstu løtu. Sum skilst er rumbul í samgonguni um...

Katastrofu-alarmur á eldraøkinum hjá Tórshavnar kommunu
Okt 28

Katastrofu-alarmur á eldraøkinum hjá Tórshavnar kommunu

Nú fingu vit tað so at vita enn eina ferð. Hesuferð í ’Degi og Viku’. Reyðu tølini hjá Tórshavnar kommunu, sum millum annað avdúka manglandi vilja at loysa trupulleikarnar innan eldraøkið, og at tryggja okkara gomlu røktingarpláss. Í valskránni hjá borgarstjóranum, sum vit hava fingið við postinum, stendur m.a. at í 2020 eru fleiri ’heitar hendir’ um tey, ið tørva hjálp og umsorgan. Tó so...

Bíligari fjarhitaprísir
Okt 27

Bíligari fjarhitaprísir

Fyri at stimbra undir, at húski gera íløgur í varandi orkukeldur verður arbeitt við eini avsláttarskipan í el-prísinum til tey, ið gera íløgur í ymiskar hitapumpuskipanir. Endamálið er at fáa sum flest at fara frá oljufýringum til varandi orkukeldur. Ein gongd leið – hugsa tey flestu. Ein minking í larmandi oljufýringum, dálkandi skorsteinum og lekandi oljutangum – og samstundis ein minking í...

Størri virðing fyri heimatænastu og eldrarøkt
Okt 27

Størri virðing fyri heimatænastu og eldrarøkt

Tey ættarlið, ið bygdu land gjøgnum stóran part av 20. øld eru nú komin upp í árini. Nú kommunan í farna valskeiði yvirtók eldraøkið, er tað okkara ábyrgd, at tryggja eina virðiliga og góða ellistíð fyri tey, ið undan gingu. Heimatænasta og eldrarøkt skal raðfestast og gerast munandi betri. Vit í einasta andstøðuflokkinum, vilja ítøkiligt hækka játtana til hetta stórmál við tíggju...

Vinnulívið má blóma
Okt 27

Vinnulívið má blóma

Fjølbroytt og blómandi vinnulív er fortreyt fyri framburði og fólksins trivnaði. Fortreytin eru góðir karmar at virka undir, so tey, sum reka vinnu, kunnu menna og vaksa um sítt virksemi. Tjóðveldi vil tryggja hesar karmar. Tað merkir eitt nú góðar atkomumøguleikar og parkeringspláss, skjótari viðgerð av loyvum og hjálp og stuðul til íverksetan og nýggjar vinnur. Havnirnar í kommununi eru týðandi...

Klubb 188 ein sólskinssøga
Okt 27

Klubb 188 ein sólskinssøga

Í Tórshavnar kommunu eru seks ungdómshús fyri ung úr 6. til 8. flokk. Eitt teirra er Klubb 188 í Hoyvík, sum kommunan setti á stovn í mars 2010, og sum er vorðin ein sólskinssøga. Klubb 188 húsast undir somu lon sum Fríðarskúlin í Hoyvík, har millum 250 og 300 ung koma saman hvørja viku til sosiala samveru og ítriv av ymsum slag. Talan er ikki bert um hoyvíkingar, men um ung allastaðnis frá í...

Stinkar í Havn, tí tað stinkar at tosa um kloakkir
Okt 26

Stinkar í Havn, tí tað stinkar at tosa um kloakkir

Elin Lindenskov segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at kloakkviðurskiftini ikki vóru dagførd í Tórshavnar kommunu, tí at tað ikki er áhugavert hjá politikarum at tosa um hesi viðurskifti. Tað er alvorligt, at so týðandi og átreingjandi mál ikki verða viðgjørd, tí tey eru ov keðiligt at fáast við… Av tí sama stinkar tað nógvastaðni í Havn, tí at tað stinkar at tosa um kloakkir. Heilt...

Tann gloymdi samfelagsbólkurin
Okt 26

Tann gloymdi samfelagsbólkurin

Tað gongur sera væl í Føroyum í løtuni, og hetta merkja vit sjálvsagt eisini í Klaksvík. Arbeiðsloysið er lágt, og inntøkurnar renna inn í kommunukassarnar kring landið. Í slíkum tíðum er ofta lætt at gloyma ein bólk, ið ofta verður forfjónaður. Tað eru tey, ið hava sálarliga sjúku, og sum ferðast millum okkum dagliga. Hóast hetta økið formliga liggur undir landinum, eigur Klaksvíkar kommuna...

Ein pitsa um mánaðin – ella betri røkt?
Okt 26

Ein pitsa um mánaðin – ella betri røkt?

Nú er skjótt val, og longu hava fleiri verið frammi og lovað stóran skattalætta í kommunuskattinum næsta ár, verða tey vald í Býráðið. Tað geri eg ikki. Í mínum huga eru so nógv øki, sum hava tørv á størri játtan, fyri at okkara veikastu og kærastu fáa tann stuðul og tænastu, tey hava tørv á. Hyggja vit eftir fíggjarætlanaruppskotinum fyri 2017 hjá Býráðnum, er ikki nógv at geva út av....

Vit mugu læra at lurta
Okt 26

Vit mugu læra at lurta

Vit mugu læra at hugsa nýggja tankar á eldraøkinum. Alt kann ikki kannast við tølum og spurnarbløðum. Tað ber heldur ikki til at kopiera loysnir ókritiskt úr einari mentan í eina aðra. Tórshavn er egin býur við egnum umstøðum og fólkum. Tað finnist ein røð av ymiskum eldri, alt frá frískum til teimum ið tørva røkt. Tí skjóti eg upp, at vit leggja okkum eftir at halda afturvendandi menningardagar...

Rættvísur skattur
Okt 26

Rættvísur skattur

“Øll uttan Tjóðveldi lova skattalætta”, skrivar Sosialurin í oddagrein í dag og sipar til vallyftini hjá flokkunum upp undir kommunuvalið 8.november. Støða Tjóðveldis til skattalætta er púra greið: Vit eiga at taka sum minst av tí, sum borgarans er, til at tryggja øllum borgarum neyðugar og hóskandi tænastur. Tað er rættvísur skattur. Rættvísur skattur er at nýta skattapengarnar við skili og...

Svimjing skapar trivnað og góða heilsu
Okt 26

Svimjing skapar trivnað og góða heilsu

  Svimjingini tørvar munandi bøttar umstøður í Tórshavnar Kommunu. 50m. svimjihylur er tí ovarlaga í raðfestingini av átøkum, sum vit eiga at fremja í komandi býráði. Eisini eigur svimjihøllin at verða ment til eitt nógv størri spælistað, har børn og familjur og einstaklingar kunnu verða upp í fleiri tímar ein dag, um tey ynskja tað. Svimjihylur og virksemi rundanum hann er við til at økja um...

Arktis – udfordringer og muligheder
Okt 25

Arktis – udfordringer og muligheder

Polarørkenen, både i syd og i nord, har igennem tiderne haft en tiltrækningskraft uden sidestykke. De fleste har orienteret sig vedrørende kapløbet om Sydpolen. Om Roald Amundsens sejr over Scott for snart 105 år siden. Roald blev hyldet verden over som sejrherren, imedens Robert Falcon Scott forfrossen skrev et halvfærdigt brev tiltænkt sin kære enke den 29. mars 1912, før han åndede livet fra sig i bidende kulde,...

Tey eldru eru ikki ein byrða
Okt 25

Tey eldru eru ikki ein byrða

Tey eldru eru ikki ein homogenur bólkur og tey eru ikki ein byrða. Eldrapolitikkurin má laga seg til tann veruleikan, at fólk liva longri nú enn fyrr. Tey eldru hava lívsroyndir, tey flyta førningin víðari til komandi ættarlið. Eldri eru glað, røsk og áhugað í tí, sum ferð fram í samfelagnum. Nógv av okkara eldru luttaka aktivt í samfelagnum, eru vitjanarvinir, passa ommu- og abbabørn, eisini langommu-...

Vestara bryggja og vinnuliga virksemið
Okt 25

Vestara bryggja og vinnuliga virksemið

Hesa býráðssetuna kom Vestara bryggja av álvara í skotmálan, tá partar av býráðnum ætlaðu at gera baðiland, rusjibanar og vælverustovur á gamla Bacalao. Ikki minni var gleimurin, tá summi eisini ætlaðu at gera býráðssal uppi í sjálvari saltsiloini. Tú kendi teg næstan vera lendan í sjálvum Bábylon eina løtu. Ætlanirnar bóru brá av at vera lítið umhugsað upplop, og tær duttu eisini...

Musikkskúlin – langt millum orð og gerð
Okt 25

Musikkskúlin – langt millum orð og gerð

  Hetta skrivaði forkvinnan í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs í grein 15-04-2014: “Tórshavnar musikkskúli verður ikki vallyfti eina ferð afturat – tí áðrenn næsta býráðsval er hann liðugt bygdur. Tað liggur fast, at farið verður undir at byggja nýggjan musikkskúla í Havn nú. Og sum forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fari eg at fylgja hesum máli, líka til skúlin stendur...

Avhøvda umsitingina og brúka pengarnar til tey gomlu? Nei álvara tos….
Okt 24

Avhøvda umsitingina og brúka pengarnar til tey gomlu? Nei álvara tos….

Í grein í Vágaportalinum 24.okt 2016 leggur eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum eftir alment settum starvsfólkum og ynskir at avhøvda umsitingina og í staðin fyri brúka peningin til tey gomlu. Spurt verður um hvør hevur givið loyvi til, at fløkjasliga umsitingin skal eta helvtina av ’køkuni’ fyrst? Sum liður í einum vælskipaðum samskifti millum kommunu og borgara, er lyklaorðið opinleiki og...

Fjaldir dýrgripir skulu brúkast í ferðavinnuni
Okt 24

Fjaldir dýrgripir skulu brúkast í ferðavinnuni

  Visti tú, at vit eiga tvær víkingatoftir í Klaksvík? Og visti tú, at onnur teirra liggur mitt í okkara náttúruperlu, í viðarlundini úti í Grøv? Fáa vit víkingatoftirnar undan kavi aftur, kunnu hesar blíva til ein sannan mentanardýrgrip. Og víkingatoftirnar kunnu eisini fáa ómetaliga stóran týdning fyri okkara lokalu ferðavinnu. Vit eru well fyri ferðavinnuna Seinastu árini hava vit fingið...

Hava dugnaligt vinnulív – men ynskja meiri !
Okt 24

Hava dugnaligt vinnulív – men ynskja meiri !

  Í Vági er ikki vinnuloysi, tvørtur ímóti hava okur í Vágs kommunu eina røð av sera dugnaligum vinnufyritøkum innan fleiri ymiskar vinnugreinar. Fleiri av fyritøkunum eru tær einastu av sínum slagi í Føroyum. -Og okur eru eisini sera stólt um, at okur hava dugnalig vinnulívsfólk, sum tora at ganga aðrar leiðir og ikki minst hava áræði og dugnaskap at skipa soleiðis fyri, at framleiðsla kann...

Meira tíð til umsorgan, aktivering og innihald í gerandisdegnum
Okt 24

Meira tíð til umsorgan, aktivering og innihald í gerandisdegnum

Vit skulu taka okkum væl av øllum borgarum í Tórshavnar kommunu. Kanska týdningarmesta málið hjá komandi býráði er at lofta eldraøkinum og dagstovnaøkinum. Vit eiga at hugsa bæði um starvsfólkini og brúkararnar. Uppgávan er rætt og slætt at vit mugu tryggja meira tíð til umsorgan, aktivering og innihald í gerandisdegnum á báðum økjum.  Eg tosaði við eina unga kvinnu nú ein dagin. Hon er...

Eru vit Farum á bláman?
Okt 24

Eru vit Farum á bláman?

Tá tað eru so góðar tíðir, eigur tað ikki at vera neyðugt at taka lán og skuldarbinda okkum inn í eina framtíð, har vit ikki kenna til inntøkurnar. Vit liva í eini tíð har pengar floyma inn í kommunukassan. Og líka skjótt floyma teir út aftur, og tað skulu teir gera, tí kommunan skal ikki spara upp. Næstu árini standa stórar og kostnaðarmiklar avbjóðingar fyri framman. Kommunan hevur longu sum...

Taka væl ímóti útlendingum
Okt 24

Taka væl ímóti útlendingum

Tórshavnar kommuna eigur at fevna um allar borgarar og hjúkla um teir. Tað er ein av mongu boðskapum Tjóðveldis til býráðsvalið. Hetta merkir eisini at taka væl ímóti útlendingum, sum velja kommununa sum teirra tilverustað. Fólk úr ikki færri enn 100 londum búgva longu sum er í kommununi. Tjóðveldi arbeiðir fyri, at tilmælini fyri integratiónspolitikk fyri Tórshavnar kommunu verða fylgd, og at...

Tíðarandin. Tit skulu eta tað sama!
Okt 24

Tíðarandin. Tit skulu eta tað sama!

Tíðarandin. Tit skulu eta tað sama! Mong eru vallyftini í hesum døgum. Eitt teirra, ið eg havi ilt við bæði, at tyggja og svølgja, snýr seg um eina heilsugóða matarskipan á dagstovnum og í skúlum. Eg eri ikki ímóti at stovnarnir sjálvir finna loysnir og framleiða millummála í køkinum. Men eg kann ikki taka undir við at matpakkin skal avskaffast. Vit sum foreldur elska faktiskt at gleða dóttur okkara...

Vinnumenning, íverksetan, hægri lestur og gransking savnast frá Debesertøð og niðan á Frælsið
Okt 24

Vinnumenning, íverksetan, hægri lestur og gransking savnast frá Debesertøð og niðan á Frælsið

Eitt ungt samfelag er eitt sunt samfelag, og bæði kommunan og samfelagið hevur tørv á gransking og vitanarskapan, so nýggj størv kunnu skapast. Tí skal Tórshavnar Kommuna seta sær høg mál og vilja verða altjóða lestrarbýur, har bæði føroyingar og útlendingar hava hug at lesa og granska. Til tess krevst eitt sterkt og savnað granskingar- lestrar – og íverksetara umhvørvi. Í dag er gransking...

Bussleiðin skal betrast – eisini fyri kollfirðingar
Okt 24

Bussleiðin skal betrast – eisini fyri kollfirðingar

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu kann av sonnum lýsast sum ein sólskinssøga. Hetta er ein tænasta, sum borgarar í kommununi eru glaðir fyri.  At tað so eisini er ókeypis at ferðast við hesum bussum, ger søguna ikki verri.   Siðvenja hevur verið, at broytingar, sum kosta pengar, ikki verða gjørdar í einum sáttmálaskeiði, og hetta hevur eisini verið  praksis í hesum valskeiðnum. Tó eru onkrar...