Oman

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Oman

Oman (arábiskt: عمان‎) er eitt land í Asia. Landið hevur 4 013 391 íbúgvar (2014). Muscat er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Oman. Sultanríkið Oman er í landsynningshorninum á Arabianesi. Inni í landinum er alt oyðimørk við spjøddum grønum, men fram við strondini dyrka teir dadlur, granatepli, sitrónir, tubbak og hveiti. Summir bøndur halda geit, seyð og neyt. Olja er tydningarmesta útflutningsvøran. Strondin í Oman er 1.700 km long, og fiskiskapur er eisini týdningarmikil vinna. Teir veiða mest sardinur, tunfisk, ansjósir og fisk, ið minnir um tosk, og høgguslokk. Útróðrarmenninir nýta holaðar træbátar við leysamotori.

Í arabiskari søgn verður sagt, at ein glæsiligur býur, ið eitur Ubar, skuldi verða horvin í Suðuroman. Fornfrøðingar hava grivið út ein brunn og toftirnar av einum býi frá um 3.000 f. Kr. tætt við markið til Jemen. Summir serfrøðingar halda hetta verða horvna býin Ubar.


Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kirgistan | Kuveit | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið