Dubai
Dubai دبي |
|
---|---|
Metropolis | |
Dubai | |
Við urinum frá ovast: umhvarv við Burj Khalifa; Burj Al Arab; fylgisveinamynd ið vísur Palm Jumeirah og The World Islands; Dubai Marina; og Sheikh Zayed road.
|
|
Staðseting av Dubai í Sameindu Emirríkjunum |
|
Coordinates: 24°57′N 55°20′E / 24.950°N 55.333°ECoordinates: 24°57′N 55°20′E / 24.950°N 55.333°E | |
Býur | Sameindu Emirríkini |
Emirat | Dubai |
Stovnað av | Ubaid bin Saeed and Maktum bin Butti Al Maktoum |
Sæti | Dubai |
Subdivisions | |
Stjórn | |
• Slag | Constitutional monarchy[1] |
• Emir | Mohammed bin Rashid Al Maktoum |
• Krúnprinsur | Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum |
Øki[2] | |
• Tilsamans | 4,114 km2 (Bad rounding here1,600 sq mi) |
Fólkatal (1. januar 2013) | |
• Tilsamans | 2,106,177 |
Tíðasona | UAE Standard Time (UTC+4) |
GDP | US$ 82,9 milliard, PPP[3] |
GDP per íbúgva | US$ 24,866,PPP[3] |
Heimasíða | Dubai Emiratið Dubai Kommuna Dubai Ferðavinna |
Dubai (/duːˈbaɪ/; Arabiskt: دبي Dubayy, Gulf-úttala: [dʊˈbɑj]) er tann fólkaríkasti býurin í Sameindu Emirríkjunum á Arabisku hálvoynni.[4] Býurin liggur á landsynningsstrondini við Persiska flógvan og er eitt av teimum 7 emiratunum í landinum. Abu Dhabi og Dubai eru tey einastu emiratini, ið hava vetarætt móti týdningarmiklum málum í tjóðartinginum.[5] Býurin Dubai liggur á norðaru strondini og er tann ovasti parturin av Dubai-Sharjah-Ajman stórbýarøkinum. Dubai hevur mark móti emiratið Abu Dhabi í vestri og suðri, emiratið Sharjah í landnyrðingi og móti Oman í landsynningi. Emiratið Dubai fevnir um 3 900 km² og hevur umleið 1,6 milliónir íbúgvar (2008), harav tey allarflestu - umleið 1,4 milliónir – búgva í býnum Dubai. Umleið 3/4 av íbúgvunum eru menn, tað er orsakað av tí stóra talinum av útlendskum arbeiðsmonnum í býnum. Dubai hevur ikki so strangar lógir viðvíkjandi vesturlendskum livimáta enn hini emirríkini, t.d. er tað søla av rúsdrekka loyvd á hotellunum og í rúsdrekkahandlum.
Dubai verður vertur fyri World Expo 2020.[6]
Innihaldsyvirlit
Emirar av Dubai[rætta | rætta wikitekst]
miniatyr|höger|150px|Einfaldgjørt famijutræ yvir emirar og dato. Dubai hevur verið stýrt av Al Maktoum-dynastiinum síðan 1833. Núverandi regentur í emiratinum (síðan 2006)er Mohammed bin Rashid Al Maktoum, ið eisini er forsætisráðharri og varaforseti av Sameindu Emirríkjunum.
- Sjeik Bati ibn Suhayl, (1906–1912)
- Sjeik Said ibn Maktum, (1912–1929)
- Sjeik Mani ibn Rashid, (1929)
- Sjeik Said ibn Maktum, (1929–1958)
- Sjeik Rashid bin Said Al Maktoum, (1958–1990)
- Sjeik Maktoum bin Rashid Al Maktoum, (1990–2006)
- Sjeik Mohammed bin Rashid Al Maktoum, (2006–)
Veðurlag[rætta | rætta wikitekst]
Dubai og Sameindu Emirríkini hava oyðimarkarveðurlag við einum longum turrum tíðarskeiði summarhálvuna. Avfallsmongdin er sera lítil og kemur serliga í januar, februar og mars[7]; tað regnar ikki í apríl—november. Hvørt ár regnar tað umleið 100 millimetrar.
|
Jan | Feb | Mar | Apr | Maj | Jun | Jul | Aug | Sep | Okt | Nov | Dec | ||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|||||||||||||
Vatnhitin | (°C) | 21 | 21 | 21 | 25 | 29 | 31 | 32 | 32 | 31 | 30 | 27 | 23 |
Sóltímar | (tím./dag) | 8 | 9 | 9 | 10 | 11 | 12 | 11 | 11 | 10 | 10 | 9 | 8 |
[8] |
Samferðsla[rætta | rætta wikitekst]
Dubai hevur eitt vælútbygt buss-net við 69 leiðum, ið fluttu yvir 90 milliónir ferðafólk í 2006. Veg- og flutningsmyndugleikin (RTA) váttaði í 2006 at 620 nýggir bussar afturat vóru bílagdir til flotan ið frammanundan hevði 170 dupultdekkbussarnir.[9] Ein vælskipað hýruvognsskipan er eisini í Dubai.
Dubai hevur eisini undirgrundartok, Dubai Metro, har ið metti kostnaðurin er umleið 3,89 milliardir dollarar. Metroin læt lutvíst upp 9. september 2009 og varð liðugt í 2012. Metroin hevur tvær leiðir: "grøna leiðin" frá Rashidiya til miðbýin , og "reyða leiðin" frá flogvøllinum til Jebel Ali. Hesar báðar leiðir hava tilsamans 70 kilometrar spor og 43 støðir, 33 yvir og tíggju undir jørðini. [10]
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ "UAE Constitution". Helplinelaw.com. http://www.helplinelaw.com/law/uae/constitution/constitution01.php. Heintað 21 July 2008.
- ↑ Økið "Dubai emiratið", fevnir eisini um manngjørdar oyggjar.
- ↑ 3.0 3.1 "Global city GDP 2014". Brookings Institution. http://www.brookings.edu/research/interactives/global-metro-monitor-3. Heintað 18 November 2014.
- ↑ "United Arab Emirates: metropolitan areas". World-gazetteer.com. http://www.world-gazetteer.com/wg.php?x=&men=gcis&lng=en&dat=32&geo=-12&srt=pnan&col=aohdq&va=&pt=a. Heintað 31 July 2009.
- ↑ The Government and Politics of the Middle East and North Africa. D Long, B Reich. p.157
- ↑ "Where is Dubai and Dubai city?". Thatsdubai.com. 2007-06-14. http://www.thatsdubai.com/where-is-dubai.html. Heintað 2013-03-12.
- ↑ "Medelnederbörd för Dubai" (in engelska). http://www.dia.ae/dubaimet/met/climate.aspx. Heintað 3 nov 2012.
- ↑ "Dubai Metrological Centre" (in enskt). services.dubaiairports.ae. https://services.dubaiairports.ae/dubaimet/MET/Climate.aspx. Heintað 28. jan. 2014.
- ↑ "Fleet of new buses for Dubai" (in enskt). 2007. http://www.7days.ae/en/2007/03/12/fleet-of-new-buses-for-dubai.html. Heintað 3. nov. 2012.
- ↑ Dubai Municipality signs Dhs12.45 billion Metro contract. Dubai Metro. 29 mai 2005