Brennivín

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jólaakvavit, 2005.

Brennivín er rúsdrekka, sum er sterkari enn 21 % alkohol. Í brennivíni er nógv meiri alkohol enn í víni og øli. Rúsnøgdin í brennivíni er viðgjørd á serstakan hátt, hon er dropadrivin. Brennivín er løgur við høgum alkoholinnihaldi, sum verður framleiddur við distillatión. Smakkurin er tengdur at, hvussu løgurin er distilleraður, hvør frukt er nýtt til framleiðsluna, og hvussu brennivínið verður goymt eftir destillering. Tað hevur eisini týdning, hvussu leingi tað verður goymt, og hvørjum træi tað verður goymt í, áðrenn tað verður tappað.

Brennivín er til dømis vodka, akvavit og whisky. Í Føroyum er ikki loyvt at selja brennivín og annað alkohol í vanligum handlum. Brennivín verður selt í Rúsuni (Rúsdrekkasøla Landsins), sum hevur deildir í Tórshavn, Klaksvík, Skálavík á Sandoynni, á Drelnesi í Suðuroynni, Saltangará og í Miðvági[1]. Eitt føroyskt felag framleiðir alkohol. Tey fyrstu árini noyddist felagið at framleiða brennivíni í Danmark og Íslandi, men í 2011 samtykti Føroya Løgting, at nú er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum[2].

Alhohol[rætta | rætta wikitekst]

Alkohol í brennivíni

  • Vanligt brennivín: 20-40 %
  • Sterkt brennivín: 40-60 %
  • Fínsprit: Um 95 %

Sløg[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Rusdrekkasolalandsins.fo
  2. Kringvarp.fo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið