Dagsins útvalda innihald
Aktuellar hendingar
- Á kommunuvalinum 2016 verða fleiri kvinnur enn menn valdar í Tórshavnar býráð fyri fyrstu ferð, 8 kvinnur og 5 menn verða vald.
- Donald Trump (myndin) verður valdur til forseta í USA.
- Føroyska U17 fótbóltslandsliðið hjá monnum vann seg víðari í undan-undankapping í Luksemburg.
- Víkingur vinnur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins føroyameistaraheitið í fótbólti hjá monnum.
- Bob Dylan fær bókmentavirðisløn Nobels 2016.
Visti tú...
Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…
- ...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
- ...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
- ...at elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), át nógva grind, ið granskarar annars siga verða so dálkaða, at hon er heilsuskaðilig?
- ...at føroyski tónleikarin Ragnar Finsson (myndin) í 2008 gjørdist nummar trý til kappingina hjá DR, ið nevndist Talent?
- ...at føroyski tónasmiðurin Óli Jógvansson vann "The UK Songwriting Contest 2015" í intrumentala bólkinum fyri lagið Forever Gone?
- ...at føroyski trúðboðarin Daniel Jacob Danielsen var við til at støðga ræðuleikum ið vóru framdar av belgiarum í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo fyrst í 20. øld?
- ...at Navajo Nation er eitt reservat í USA, t.v.s. eitt stað serliga ætlað navajo-indiánarum?
- ...at danski rithøvundurin Klaus Rifbjerg saman við øðrum læt upp matstovuna Kong Hans Kælder í 1976, og at henda matstovan var tann fyrsta í Danmark, ið fekk eina Michelinstjørnu?
Seinastu andlátini
- 8. november - Peter Brixtofte, politikari og borgarstjóri í Farum (føddur 1949).
- 7. november - Leonard Cohen (myndin), kanadiskur yrkjari og sangari (føddur 1934)
- 11. oktober - Óla Hans Andreasen, føroyskur tónleikari.