Lýsing

  • Kykmyndir
  • Lesarabrøv
  • Tíðindi
  • Tingarbeiði
Arktis – udfordringer og muligheder
Oct 25

Arktis – udfordringer og muligheder

Polarørkenen, både i syd og i nord, har igennem tiderne haft en tiltrækningskraft uden sidestykke. De fleste har orienteret sig vedrørende kapløbet om Sydpolen. Om Roald Amundsens sejr over Scott for snart 105 år siden. Roald blev hyldet verden over som sejrherren, imedens Robert Falcon Scott forfrossen skrev et halvfærdigt brev tiltænkt sin kære enke den 29. mars 1912, før han åndede livet fra sig i bidende kulde,...

Tey eldru eru ikki ein byrða
Oct 25

Tey eldru eru ikki ein byrða

Tey eldru eru ikki ein homogenur bólkur og tey eru ikki ein byrða. Eldrapolitikkurin má laga seg til tann veruleikan, at fólk liva longri nú enn fyrr. Tey eldru hava lívsroyndir, tey flyta førningin víðari til komandi ættarlið. Eldri eru glað, røsk og áhugað í tí, sum ferð fram í samfelagnum. Nógv av okkara eldru luttaka aktivt í samfelagnum, eru vitjanarvinir, passa ommu- og abbabørn, eisini langommu-...

Vestara bryggja og vinnuliga virksemið
Oct 25

Vestara bryggja og vinnuliga virksemið

Hesa býráðssetuna kom Vestara bryggja av álvara í skotmálan, tá partar av býráðnum ætlaðu at gera baðiland, rusjibanar og vælverustovur á gamla Bacalao. Ikki minni var gleimurin, tá summi eisini ætlaðu at gera býráðssal uppi í sjálvari saltsiloini. Tú kendi teg næstan vera lendan í sjálvum Bábylon eina løtu. Ætlanirnar bóru brá av at vera lítið umhugsað upplop, og tær duttu eisini...

Musikkskúlin – langt millum orð og gerð
Oct 25

Musikkskúlin – langt millum orð og gerð

  Hetta skrivaði forkvinnan í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs í grein 15-04-2014: “Tórshavnar musikkskúli verður ikki vallyfti eina ferð afturat – tí áðrenn næsta býráðsval er hann liðugt bygdur. Tað liggur fast, at farið verður undir at byggja nýggjan musikkskúla í Havn nú. Og sum forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fari eg at fylgja hesum máli, líka til skúlin stendur...

Avhøvda umsitingina og brúka pengarnar til tey gomlu? Nei álvara tos….
Oct 24

Avhøvda umsitingina og brúka pengarnar til tey gomlu? Nei álvara tos….

Í grein í Vágaportalinum 24.okt 2016 leggur eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum eftir alment settum starvsfólkum og ynskir at avhøvda umsitingina og í staðin fyri brúka peningin til tey gomlu. Spurt verður um hvør hevur givið loyvi til, at fløkjasliga umsitingin skal eta helvtina av ’køkuni’ fyrst? Sum liður í einum vælskipaðum samskifti millum kommunu og borgara, er lyklaorðið opinleiki og...

Fjaldir dýrgripir skulu brúkast í ferðavinnuni
Oct 24

Fjaldir dýrgripir skulu brúkast í ferðavinnuni

  Visti tú, at vit eiga tvær víkingatoftir í Klaksvík? Og visti tú, at onnur teirra liggur mitt í okkara náttúruperlu, í viðarlundini úti í Grøv? Fáa vit víkingatoftirnar undan kavi aftur, kunnu hesar blíva til ein sannan mentanardýrgrip. Og víkingatoftirnar kunnu eisini fáa ómetaliga stóran týdning fyri okkara lokalu ferðavinnu. Vit eru well fyri ferðavinnuna Seinastu árini hava vit fingið...

Hava dugnaligt vinnulív – men ynskja meiri !
Oct 24

Hava dugnaligt vinnulív – men ynskja meiri !

  Í Vági er ikki vinnuloysi, tvørtur ímóti hava okur í Vágs kommunu eina røð av sera dugnaligum vinnufyritøkum innan fleiri ymiskar vinnugreinar. Fleiri av fyritøkunum eru tær einastu av sínum slagi í Føroyum. -Og okur eru eisini sera stólt um, at okur hava dugnalig vinnulívsfólk, sum tora at ganga aðrar leiðir og ikki minst hava áræði og dugnaskap at skipa soleiðis fyri, at framleiðsla kann...

Meira tíð til umsorgan, aktivering og innihald í gerandisdegnum
Oct 24

Meira tíð til umsorgan, aktivering og innihald í gerandisdegnum

Vit skulu taka okkum væl av øllum borgarum í Tórshavnar kommunu. Kanska týdningarmesta málið hjá komandi býráði er at lofta eldraøkinum og dagstovnaøkinum. Vit eiga at hugsa bæði um starvsfólkini og brúkararnar. Uppgávan er rætt og slætt at vit mugu tryggja meira tíð til umsorgan, aktivering og innihald í gerandisdegnum á báðum økjum.  Eg tosaði við eina unga kvinnu nú ein dagin. Hon er...

Eru vit Farum á bláman?
Oct 24

Eru vit Farum á bláman?

Tá tað eru so góðar tíðir, eigur tað ikki at vera neyðugt at taka lán og skuldarbinda okkum inn í eina framtíð, har vit ikki kenna til inntøkurnar. Vit liva í eini tíð har pengar floyma inn í kommunukassan. Og líka skjótt floyma teir út aftur, og tað skulu teir gera, tí kommunan skal ikki spara upp. Næstu árini standa stórar og kostnaðarmiklar avbjóðingar fyri framman. Kommunan hevur longu sum...

Taka væl ímóti útlendingum
Oct 24

Taka væl ímóti útlendingum

Tórshavnar kommuna eigur at fevna um allar borgarar og hjúkla um teir. Tað er ein av mongu boðskapum Tjóðveldis til býráðsvalið. Hetta merkir eisini at taka væl ímóti útlendingum, sum velja kommununa sum teirra tilverustað. Fólk úr ikki færri enn 100 londum búgva longu sum er í kommununi. Tjóðveldi arbeiðir fyri, at tilmælini fyri integratiónspolitikk fyri Tórshavnar kommunu verða fylgd, og at...

Tíðarandin. Tit skulu eta tað sama!
Oct 24

Tíðarandin. Tit skulu eta tað sama!

Tíðarandin. Tit skulu eta tað sama! Mong eru vallyftini í hesum døgum. Eitt teirra, ið eg havi ilt við bæði, at tyggja og svølgja, snýr seg um eina heilsugóða matarskipan á dagstovnum og í skúlum. Eg eri ikki ímóti at stovnarnir sjálvir finna loysnir og framleiða millummála í køkinum. Men eg kann ikki taka undir við at matpakkin skal avskaffast. Vit sum foreldur elska faktiskt at gleða dóttur okkara...

Vinnumenning, íverksetan, hægri lestur og gransking savnast frá Debesertøð og niðan á Frælsið
Oct 24

Vinnumenning, íverksetan, hægri lestur og gransking savnast frá Debesertøð og niðan á Frælsið

Eitt ungt samfelag er eitt sunt samfelag, og bæði kommunan og samfelagið hevur tørv á gransking og vitanarskapan, so nýggj størv kunnu skapast. Tí skal Tórshavnar Kommuna seta sær høg mál og vilja verða altjóða lestrarbýur, har bæði føroyingar og útlendingar hava hug at lesa og granska. Til tess krevst eitt sterkt og savnað granskingar- lestrar – og íverksetara umhvørvi. Í dag er gransking...

Bussleiðin skal betrast – eisini fyri kollfirðingar
Oct 24

Bussleiðin skal betrast – eisini fyri kollfirðingar

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu kann av sonnum lýsast sum ein sólskinssøga. Hetta er ein tænasta, sum borgarar í kommununi eru glaðir fyri.  At tað so eisini er ókeypis at ferðast við hesum bussum, ger søguna ikki verri.   Siðvenja hevur verið, at broytingar, sum kosta pengar, ikki verða gjørdar í einum sáttmálaskeiði, og hetta hevur eisini verið  praksis í hesum valskeiðnum. Tó eru onkrar...

Portur okkara til útheimin
Oct 23

Portur okkara til útheimin

Sum høvuðshavn landsins er Tórshavnar havn portur okkara til útheimin. Við hesum fylgir ein stór skylda til allatíðina at hava eitt vakið eyga við tí, ið rørir seg innan nýtíðar havnarvirksemi, so havnirnar í kommununi altíð eru brynjaðar og førar fyri at veita tær tænastur, ið kundarnir hava tørv á. Tórshavnar havn er tíbetur væl fyri fíggjarliga og sostatt før fyri at lúka hesa stóru...

Grundhugsjónin um tey sum hava minni um hendi
Oct 21

Grundhugsjónin um tey sum hava minni um hendi

Grundhugsjónin um tey sum hava minni um hendi Í Klaksvík er tað soleiðis, at eitt pláss á einum røktarheimi liggur áleið á 7000,- Um tað pensjónin ikki røkkur til tað, mugu tey avvarðandi gjalda restupphæddina um ikki almannaverkið rindar tað, ið restar í. Fyri tey einligu foreldrini og tey ungu, sum vilja búsetast í býnum mugu vit finna eina loysn, møguliga við tvinnum bygningum, har tað liggur...

Vit eiga sjálvi okkara veikastu
Oct 21

Vit eiga sjálvi okkara veikastu

Tað eru fólk, sum vilja øllum gott, og so eru tað fólk, sum í verki veruliga gera nakað munagott fyri fólk. Til seinna bólkin hoyrir barndomsvinur mín Martin Kúrberg. Hann virkar í tí dagliga sum leiðari á Herberginum hjá Frelsunar herinum á Dalavegnum. Herbergið hjálpur fyrst og fremst teimum á niðastu rok, teimum sum av ymiskum orsøkum ikki eiga tak yvir høvdið. Tey fáa eina heita song og morgunmat...

Tey flokkast um okkara valskrá
Oct 21

Tey flokkast um okkara valskrá

Tjóðveldi hevur í tveir mánaðir víst á, at farandi býráðsmeiriluti hevur verið eitt byggi- og betongstýri uttan mál og mið, og at neyðugt tí er at seta fólkið fyrst og fremst, so borgarar í øllum aldri kunnu fáa veruligar ábøtur. Serliga hava vit víst á, at ongin í meirilutanum tykist hava hugsað ein tanka um tær stóru avbjóðingar, ið verða á eldraøkinum í framtíðini, og at átøk tí...

Vit skulu laga umstøðurnar til framtíðar bygging
Oct 21

Vit skulu laga umstøðurnar til framtíðar bygging

Tað er stórur tørvur á bústaðartilboðum í  Tórshavnar kommunu. Fólk standa á bíðilista í langsamiligar tíðir, og hjá teimum nógvu er tað til fánýtis. Vit noyðast tí at finna alternativar loysnir, og vit noyðast at hugsa íbúðarmynstrið øðrvísi fyri at fáa eitt meira fjøltáttað tilboð, sum í størri mun enn nú  nøktar bústaðartørvin hjá ymiskum bólkum í kommununi. Tórshavnar...

Eldraøkið – títt val
Oct 20

Eldraøkið – títt val

Tjóðveldi er einasta andstøða til politikkin á vaglinum, Einasta veruliga alternativ, ein flokkur ið setir “Fólkið Fyrst og Fremst”. Eldraøkið vantar orku, og tíbetur hava vit stak dugnalig starvsfólk, ið kempa sum úlvar fyri at fylgja við uppgávuni, okkurt meir skal til. Tí setir tjóðveldi inn á eldraøkinum við tíggjutúsund túsundkrónuseðlum. Tær 10 milliónirnar fara millum annað til at...

Perlan í Norðuratlantshavi
Oct 20

Perlan í Norðuratlantshavi

Tað er hugaligt sum umboð fyri Tjóðveldi at bjóða seg fram til býráðsval í Føroya størsta býi. Tórshavnar kommuna er landsins størsta við teimum flestu íbúgvunum og flestu skattakrónunum. Hon hevur serliga skyldu at veita bestu tænastur og vera framsíggin á øllum økjum. Moderniteturin í Føroyum sprettur úr Tórshavnar kommunu, og her virka vit fyri fólkaræði, javnrættindum og nýskapan. Vit eru...

Danska embætisverkið vil ikki viðurkenna løgtingssamtykt
Oct 20

Danska embætisverkið vil ikki viðurkenna løgtingssamtykt

Í vár samtykti løgtingið eitt uppskot til ríkislógartilmæli, so fólk av sama kyni kunnu giftast borgarliga, men nú vilja danskir myndugleikar hava løgtingið at viðgera málið av nýggjum av sonevndum lógartekniskum orsøkum. Millum annað vil danska Almanna- og innlendismálaráðið í einum føri hava talið ”7” broytt til ”VII”. – Tað vísir seg sum, at danska embætisverkið hevur misskilt, at...

Fólkaflokkurin og jólamenninir á Vaglinum
Oct 19

Fólkaflokkurin og jólamenninir á Vaglinum

Líkt er til, at fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð er vaknaður við kaldan dreym. Tá flokkurin á fundi í gjár legði valskrá sína til býráðsvalið fram, boðaði hann frá, at “nú skal skil koma á fíggjarpolitikkin í býráðnum!” Sambært flokkinum hevur “verandi býráð spælt jólamaður í ríkiligt mát”. Men nú skal fíggjarpolitikkurin altso ”strammast”, er boðskapurin...

Enn betri Bussleið
Oct 19

Enn betri Bussleið

Bussleiðin er lívæðrin í kommununi og skal gerast enn betri. Fólk eru sera glað fyri Bussleiðina, tó ynski eru um broytingar í ferðaætlanini, eyka túrar, og fleiri túrar fyrr um morgnarnar, seinni um kvøldarnar og um vikuskiftini. Bussleiðin er hjartabarnið hjá mær. Tá eg frá 2005-2011 var forkvinna í teknisku nevnd, varð arbeitt miðvíst við at menna Bussleiðina. Eg eri tí sera glað og ikki sørt...

Vetrarfriðingin skal avgreiðast
Oct 18

Vetrarfriðingin skal avgreiðast

Eitt av málunum, sum eg setti mær fyri at loysa í hesi býráðssetuni, var at fáa seyðin úr bygdum øki. Flestu kommunur í Føroyum hava longu loyst hendan trupulleika. Tíðin, har fólk og seyður mala um beinini á hvørjum øðrum, er farin. Og hesa uppgávu eigur Tórshavnar býráð eisini at loysa fyri sínar borgarar, soleiðis at seyðurin heldur til uttan fyri bygt øki, meðan fólkið í frið og náðum...

Valagn ella varandi loysn?
Oct 18

Valagn ella varandi loysn?

Avvarðandi hjá yngri sjúklingum við demens vilja av góðum grundum hava trygd fyri, at nýstovnaða dagtilboðið hjá Tórshavnar kommunu til hesar sjúklingar ikki bert er valagn, men ein varandi loysn. Kommunan setti í síðstu viku dagtilboð á stovn sum úrslit av einum pallborðsfundi, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í síðsta mánaða, har álvarsama støðan hjá hesum bólki varð viðgjørd. Sjúklingar...

Eitt ríkt vinnulív ríkar kommununa
Oct 18

Eitt ríkt vinnulív ríkar kommununa

  Meðan Tjóðveldi hevur sitið í samgongu farna valskeið, hevur privata vinnulívið fingið betri karmar. Hetta sæst aftur í býnum, har nýggjar fyritøkur hava tikið seg upp, og kommunan hevur verið ein týðandi viðspælari fyri at økja virksemið í okkara býi. Um býurin framhaldandi skal mennast, hevur tað stóran týdning, at vinnulívið hevur góðar sømdir. Sum privat vinnurekandi eru tað mínar...

Liðugt við hálvlidnum loysnum
Oct 17

Liðugt við hálvlidnum loysnum

Vegir so smalir, at ein bilur so dánt fær smoygt seg ímillum parkeraðar bilar. Nýggir vegir uttan gongubreytir og onkuntíð eisini uttan neyðugar stuðlamúrar, ímeðan slitlagið á vegnum onkuntíð eisini manglar. Gamlar gongubreytir, sum fyri ein rørðslutarnaðan virka eins høgar sum Enniberg. Hetta er tíverri veruleikin í okkara kommunu, hóast flest øll vildu ynskt tað ørvísi. Men nú má og skal vend...

Fólkið fyrst og fremst
Oct 17

Fólkið fyrst og fremst

Vit fara til val við einum greiðum setningi. Vit seta fólkið fyrst og fremst. Hetta merkir, at vit í komandi setu vilja gera munandi fleiri íløgur í fólkið, ið her býr. Tórshavnar kommuna er landsins størsta við teimum flestu íbúgvunum og flestu skattakrónunum. Tí hevur kommunan eisini serliga skyldu at veita bestu tænastur og vera framsíggin á øllum økjum. Vit í Tjóðveldi vilja tí tryggja betri...

20 mió. kr. til dagstovna- og eldraøkið
Oct 17

20 mió. kr. til dagstovna- og eldraøkið

Tjóðveldi vil seta 10 mió. kr. eyka av á fíggjarætlanini fyri næsta ár til at lyfta dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu. Tjóðveldi vil somuleiðis seta 10 mió. kr. eyka av til at styrkja heimatænastuna og økja normeringina á ellis- og røktarheimum. Peningur er tøkur til hetta í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2017. Tjóðveldi raðfestir hesi bæði økini høgt í valskrá síni til...

Snópisligt avrik í Steinagøtu
Oct 16

Snópisligt avrik í Steinagøtu

Tað var bæði hugvekjandi og snópisligt at hoyra samrøðuna við forkvinnuna í Blindafelagnum, Ruth Thomsen, í útvarpinum leygarkvøldið í sambandi við alheims dag teirra blindu. Høvuðsboðskapurin var, atkomuviðurskiftini er størsti trupulleikin hjá blindum og sjónveikum í Føroyum. Ruth Thomsen harmaðist í hesum sambandi um, at myndugleikarnir ikki í nóg stóran mun geva hesum viðurskiftum gætur í...

Talið Róm ímóti!
Oct 16

Talið Róm ímóti!

Í Tórshavnar kommunu skulu allir borgarar verða líka fyri lógini! Tað skal ikki verða ein fyrimunur at kenna onkran, sum kennir onkran, ella hava rætta politiska litin, ella verða í krithúsinum.  Reglur og mannagongdir skulu hinvegin stýra rættindum hjá borgarunum. Ikki vinar- og kenningarpolitikkur! Fært tú sum borgari rætt, so er tað tí, at tú hevur reglur og mannagongdir at halda teg til. Ikki...

Kommunan er næst borgaranum
Oct 15

Kommunan er næst borgaranum

Endamálið við kommununum Kommunurnar vórðu á sinni stovnaðar við tí endamáli at veita týdningarmiklar tænastur til fólkið í nærumhvørvinum. Tá býar- og bygdasamfeløgini fingu skap gjørdis skjótt greitt, at skil mátti fáast á kloakkviðurskiftum, renovatiónini og drekkivatninum. Landsumfatandi lógarverkið var ikki snikkað til bý- og bygdasamfeløg. Eisini á tilbúgvingarøkinum vóru tað...

Atkomuligheitin skal bøtast hjá fólki við rørslutarni
Oct 15

Atkomuligheitin skal bøtast hjá fólki við rørslutarni

Atkomuligheitin í býnum er ikki góð. Tað hoyri eg dagliga frá fólki sum eg umgangist í mínum arbeiði. Bæði vaksin fólk og foreldur at børnum við rørslutarni lata illa at. Millum annað er tað høgir fortovskantar, manglandi rampur, smalar hurðar og út av lagi vánalig almenn toiletviðurskifti. Verði eg vald í býráðið í heyst fari eg at arbeiða fyri at fáa játtanina til hetta økið økta munandi....

Sáttmáli undirskrivaður, men trupulleikin varð ikki loystur
Oct 14

Sáttmáli undirskrivaður, men trupulleikin varð ikki loystur

Nú er avtalan millum borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen og landstýrismannin í innlendismálum, Henrik Old um atkomuvegin loksins undirskrivað. Hetta er ein sera kærkomin avtala, sum bíðað hevur verið eftir í mong ár. Men er henda avtalan nakað verd tá alt kemur til alt ? Henda avtalan skal virka fyri, at alt tað stóra ferðslutrýstið, sum væntast tá ið tunnilin til Eysturoynna letur...

Parkering í Tórshavnar Kommunu
Oct 14

Parkering í Tórshavnar Kommunu

Vantandi parkeringsbásar er ein stórur trupulleiki í Tórshavnar kommunu. Alneyðugt er at útvega fleiri parkeringspláss í miðbýnum, men ikki bara har. Tørvurin á fleiri parkeringsbásum er líka stórur í økjunum uttan fyri miðbýin. Tá nýggjar útstykkingar verða gjørdar, eigur atlit at verða tikið fyri hesum. Hetta eru mál, ið ikki tola at bíða longur, tí má farast til verka sum skjótast.

Viðlíkahald raðfestast fremri
Oct 14

Viðlíkahald raðfestast fremri

Kommunan kann ikki bara byggja, uttan eisini at viðlíkahalda tað, ið bygt verður. Annars kann hetta koma henni – og okkum øllum somlum – aftur um brekku, og tað í dýrum dómum. Tíverri er líkt til, at tað júst er tað, sum er í ferð við at henda. Eyðsæð er, at viðlíkahald av ognum og vegum ikki hevur høga raðfesting hjá sitandi býráð. Hesi óhepnu gongd ætlar Tjóðveldi at venda. Vit ætla...

Ítróttur setir okkum á heimskortið og skapar trivnað
Oct 14

Ítróttur setir okkum á heimskortið og skapar trivnað

  Liðíttróttur og frælsur ítróttur eiga at hava høga raðfesting í Tórshavnar kommununi. Vit hava fleiri dømi um, at ítróttur hevur sett okkum á heimskortið við jaligari umtalu: Heimsmeistarakapping í fimleiki í Føroyum, vit eiga svimjarar í fremstu røð m.a við luttøku í OL og Paraolympics, fótbólturin og landsliðið tekur okkum aftur og aftur av bóli við sínum imponerandi úrslitum,...

Vandi fyri óviðkomandi atlitum
Oct 14

Vandi fyri óviðkomandi atlitum

Nú býráðsvalið stundar til, er eyðsýnt, at fleiri valevnir, sum frammanundan eru løgtingsfólk, eisini vilja stjórna Tórshavnar kommunu. Vandi er tí fyri, at fleiri enn eitt nú borgarstjórin enda í dupultleiklutum í býráðnum og løgtinginum. Avleiðingina av dupultleiklutinum hjá borgarstjóranum hava vit longu sæð, og vit kunnu ímynda okkum, hvussu standurin verður, um 4-5 fimm løgtingsfólk sum limir...

Tey ungu eru framtíðin
Oct 13

Tey ungu eru framtíðin

Vit eiga ein fantastiskan ungdóm Í mínum arbeiði sum lærari eri eg so heppin at hava eitt tætt samband við okkara ungdóm, og vit eiga ein fantastiskan ungdóm. Tað er eingin ivi um, at framtíðin er bjørt, tí tað verða hesi frálíku ungu fólk, ið koma at mynda framtíðar Havnina og framtíðar Føroyar. Tí skulu vit geva okkara ungu borgarum bestu forteytir at liva, læra og virka undir. Havnin skal verða...

Grøn orka er vegurin fram
Oct 13

Grøn orka er vegurin fram

Landsstýrið hevur nú boðað umheiminum frá, at Føroyar taka undir við veðurlagssáttmálanum, ið gjørdur varð í París í fjør. Endamálið við sáttmálanum er at tálma vøksturin í útláti av vakstrarhúsgassi. Samgongan hevur eisini sett sær fyri, at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku innan 10 ár, og at í 2030 skal øll elorka á landi stava frá varandi...

Innkomuvegur uttan kostnaðarmeting
Oct 12

Innkomuvegur uttan kostnaðarmeting

Landsstýrið og Tórshavnar kommuna kunngjørdu um dagarnar tey gleðitíðindi, at partarnir umsíðir hava funnið eina loysn á drúgva trætumálinum um nýggja innkoyringarvegin, ið skal gerast til Havnar í sambandi við Eysturoyartunnilin. Partarnir hava avtalað, hvørji vegastrekki, íbindingar og flættingar, ið ávikavist landið og kommunan skulu gera, og grót frá undirsjóvartunlinum skal í størst...

Íbúðir til fólk í Suðurstreymi við serligum avbjóðingum NÚ
Oct 12

Íbúðir til fólk í Suðurstreymi við serligum avbjóðingum NÚ

Tað er ikki rúm fyri fólk við menningartarni og øðrum serligum avbjóðingum í miðstaðarøkinum Alt ov leingi hava okkara politikarar vitað av, hvussu illa stendur til við bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum í miðstaðarøkinum, uttan at gera nakað sum helst við trupulleikan annað enn at yppa øksl. Tað er ein sannroynd, at í 2015 vóru útvið 100 fólk í hesum partinum av landinum, sum antin...

Gev teimum eldru møguleika at verða heima so leingi tey ynskja
Oct 12

Gev teimum eldru møguleika at verða heima so leingi tey ynskja

Vit skulu virða ynski hjá teimum gomlu at sleppa á sambýli ella á eitt røktarheim.  Hinvegin skulu vit eisini virða ynski hjá teimum gomlu at verða heima so leingi, sum tey ynskja tað. Einsemi og vantandi sjálvbjargni ger, at tey ofta ynskja at flyta á heim, so tey kunnu hava dagligt samband við onnur menniskju og fáa hjálp til grundleggjandi tørvir. Men hesi viðurskifti kunnu bøtast munandi uppá, um bara...

Betri heimatænastu og eldrarøkt
Oct 12

Betri heimatænastu og eldrarøkt

Við størstu virðing fyri teimum, sum hava bygt og lagt lunnar undir okkara væl útbygda land, og sum nú treingja til frið eftir eitt langt lív á arbeiðsmarknaðinum, fer Tjóðveldi at hjúkla um eldrarøktina og heimatænastuna. Teimum, eins og okkum sjálvum, ynskja vit sjálvsagt ein góðan aldurdóm. Jú, sanniliga skal tøkkin til teirra gevast við, at vit fara at styrkja um heimatænastuna. Eisini fara vit at...

Fleiri flógvar hendur og meir innihald í gerandisdegnum á røktarheimum
Oct 12

Fleiri flógvar hendur og meir innihald í gerandisdegnum á røktarheimum

Tey síðstu árini hava vit í familjuni verið avvarðandi og dagligir gestir í ymsum røktarheimum. Og eg má aftur og aftur staðfesta, hvussu ófør røktarstarvsfólkini eru. Tá tey avvarðandi ikki megna meir, er tað ein stórur lætti at vita, at man trygt kann lata professionel taka yvir. Hetta hóast starvsfólkini eru alt ov illa normerað og tað at røkta gomul og óhjálpin man vera eitt av teimum kropsliga...

Borgarstjórin gifta samkynd
Oct 12

Borgarstjórin gifta samkynd

Sjálvandi skal ein komandi borgarstjóri rætta hondina út og siga, at “hendan kommunan er fyri okkum øll. Og ja, eg vil tí eisini fegin gifta samkynd!” Ein av uppgávunum hjá komandi borgarstjórum er heimildin at gifta samkynd. Hetta er ein nýggj uppgáva og nýggj heimild, sum verandi og undanfarnu borgarstjórar ikki hava havt. Tá ið málið var fyri í løgtinginum vóru nøkur, sum ikki vistu, hvat tey...

Býráðsvalið 8. nov.
Oct 11

Býráðsvalið 8. nov.

Tá eg fyri skjótt fýra árum síðani fyri fyrstu ferð stillaði upp til Tórshavnar býráð bar eg fram, at tað var av stórum týdningi fyri Kollafjørð at hava umboð í býráðnum, tí viðkomandi veit, hvat rørir seg millum fólkið í bygdini. Eg lovaði at fara positivt til verka og arbeiða fyri teimum málum, sum eg helt vera týdningarmikil fyri at menna bygdina. Sum lova so gjørt. Í góðum samstarvi...

Áhugafelagskapir hava virði og vitan
Oct 10

Áhugafelagskapir hava virði og vitan

Tórshavnar kommuna veitir týðandi vælferðartænastur. Tað setir stór krøv til politikarar og fyrisiting so hvørt uppgávurnar vaksa og broytast. Nærløgd stýring og planlegging er neyðug á sosialu økjunum. Politikkurin má vera haldbarur og inndragandi. Skúlar, eldraøkið, dagstovnaøkið, brekøkið, integrasjón ella hvat enn talan er um, eru økir í støðugari broyting. Loysnin í dag er kanska ikki...

Nýggja ferju, ella bíða vit eftir Teistanum?
Oct 10

Nýggja ferju, ella bíða vit eftir Teistanum?

Hvussu nógv í løgtinginum ella landsstýrinum, hava innlit í samferðsluni til Nólsoyar? Eg vildi ynskt, at onkur fólkavaldur setti seg í ein koyristól (altso bert sum eina roynd) og gjørdi ein túr til Nólsoyar. Ella kanska einir tríggir løgtingslimir fóru túr til Nólsoyar við barnavogni? Hugsi ikki, at nakar tekur hetta fyri fult. Men eg meini tað allíkavæl! Tað er undrunarvert, at farleiðin til...

Staðbundnu nevndirnar ongan myndugleika
Oct 10

Staðbundnu nevndirnar ongan myndugleika

Býráðslimir taka ikki staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu og uppgávu teirra í nóg stórum álvara. Tað halda ið hvussu er nevndarumboð og borgarar, sum vit tjóðveldisvalevni higartil hava hitt á rundferð okkara í kommununi undir heitinum “Vit lurta”. Sambært kommunustýrislógini hava kommunur møguleika at seta staðbundnar nevndir til tess at útinna eitt munadygt, staðbundið...

Býráðspolitikkur er ikki bara lyktarpelar
Oct 10

Býráðspolitikkur er ikki bara lyktarpelar

Uppundir val verða lyktarpelar orðnaðir og vegir umvældir. Tað er fínasta slag, men býráðspolitikkur snýr seg vónandi um meira enn tað. Býráðspolitikkur ávirkar í stóran mun okkara gerandisdag; møguleikarnar fyri at fáa ein bústað, karmarnar í fólkaskúlanum og normeringar á ansingarstovnunum. Sjálvsagt skulu lyktarpelarnir í kommununi vera í lagi, men eg ætli mær at arbeiða fyri størri...

Musikkskúlin á vegamóti
Oct 10

Musikkskúlin á vegamóti

Samgongan á Vaglinum hevur ikki megnað at útvega Tórshavnar Musikkskúla nýggj og tíðarhóskandi høli í hesum valskeiðnum. Ivasamt er, um nøkur slík avgerð verður tikin fyri býráðsvalið 8. november. Fyrireikingarnar til skúlan eru tambaðar so langt út, at nýggi musikkskúlin enn sum áður hongur í leysum lofti. Greitt tekin um tað er, at hóast projekteringin av spildurnýggjum skúla úti við...

Lat fólk keypa grundstykki nú!
Oct 10

Lat fólk keypa grundstykki nú!

Í Nólsoy hevur í mong ár verið eftirspurningur eftir grundstykkjum. Men einki spyrst burturúr! Tíanverri hava vit mist ung og familjur av oynni av hesi orsøk. Men nú Bústaðir ivast í bygging mugu vit seta alla orku inn at bjóða grundstykkini fram! Tórshavnar kommuna er ríkað við bygdum í ymsari stødd. Nólsoy er ein teirra. Í Nólsoy búgva í dag umleið 210 fólk. Áleið 120 hús eru í bygdini og av...

Vaksandi avlop, lágur rakstrarvøkstur og málrættaðar íløgur
Oct 9

Vaksandi avlop, lágur rakstrarvøkstur og málrættaðar íløgur

Skynsamur búskaparpolitikkur: Vit stevna – við vøkstri, vælferð og varsemi – fram móti búskaparligum sjálvbjargni. Avlop landskassans væntast at gerast 112 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2017. Eftir 8 ár við halli hjá landinum væntast sostatt avlop í ár og vaksandi avlop í 2017. Eisini gerst fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá landinum betur. Hetta verður rokkið við skynsomum...

Røða hjá Ingolf S. Olsen: 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017
Oct 7

Røða hjá Ingolf S. Olsen: 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017

Harra formaður Tað er gleðiligt, at vit í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er til viðgerar, kunnu rokna við einum avlopi á góðar 112 milliónir krónur. Gongdin er av álvara vend, og tað er gott. Men kynstrið nú er at halda fast í gongdini. Ella fáa sum mest burtur úr hákonjunkturinum, so vit einaferð tola ein lágkonjunktur aftur. Tí teir fara við vissu at vitja aftur.   Fiskimálaráðharrin...

Tann køvisligi kloakkroykurin
Oct 6

Tann køvisligi kloakkroykurin

Spillivatnsætlanin er eitt hugtak í kommunalum høpi. Hetta er ein ætlan um at beina alt skitið frárensl frá rottangum og vatnavlopum út á streymasjógv. Til tess er neyðugt at hava eitt gott og trygt undirstøðukervi við rørum og savningar- og reinsibrunnum. Av kommununum hevur Tórshavnar kommuna sjálvsagt størstu uppgávuna í so máta. Javnt og samt hevur verið arbeitt við at leggja gamlar kloakkir av...

’Nærri framtíðini, hugsjón og planlegging’
Oct 6

’Nærri framtíðini, hugsjón og planlegging’

Um vikuskiftið eru arkitekturardagar við hesi yvirskriftini. Dagarnir verða settir fríggjadagin 30.9, og alla vikuna hava børn og ung havt møguleika at luttaka á eini verkstovu um framtíðar arkitektur. Umframt framsýningar vera eisini temafundir um arkitekturpolitikk og landsplanlegging.   Nærri framtíðini   ’How will the world look, when we are your age?’ Henda spurning fekk eg og fleiri hundrað...

Valstríð fyri skattapengar ?
Oct 6

Valstríð fyri skattapengar ?

Eitt skula tey eiga, hesi okkara kosnu fólk á Vaglinum, tey duga at føra valstríð. Tað hevði tó verið dámligari, um tað varð gjørt fyri egna rokning, ikki skattgjaldarans. Herfyri komu samgongulimir kropp av kroppi, við hvør sínum tíðindaskrivi til miðlarnar og kunngjørdu, at nú nakrar fáar vikur undan kommunavalinum, hava tey avgjørt á býráðsfundi, at havnaborgarar skula fáa bæði skattlætta og...

Tann køvisligi kloakkroykurin
Oct 6

Tann køvisligi kloakkroykurin

Spillivatnsætlanin er eitt hugtak í kommunalum høpi. Hetta er ein ætlan um at beina alt skitið frárensl frá rottangum og vatnavlopum út á streymasjógv. Til tess er neyðugt at hava eitt gott og trygt undirstøðukervi við rørum og savningar- og reinsibrunnum. Av kommununum hevur Tórshavnar kommuna sjálvsagt størstu uppgávuna í so máta. Javnt og samt hevur verið arbeitt við at leggja gamlar kloakkir av...

Landsstýrið, pensjóns- og fíggjarstovnar og fakfeløg hava vald og fígging til at loysa íbúðarneyðina
Oct 6

Landsstýrið, pensjóns- og fíggjarstovnar og fakfeløg hava vald og fígging til at loysa íbúðarneyðina

Sum skilst, trýtir ikki við pengum hjá fakfeløgunum, síðan tey byggja sær stór, dýr hús á bestu adressum í Havn, sum tey so leiga út til skrivstovur. Samstundis er stórur bústaðarmangul í Havn, – eisini millum fakfelagslimir. Neyvan fáa feløgini eins nógvan forrentning av íbúðum sum skrivstovum, men kortini undrist eg á, at fakfeløgini ikki eru meira aktivir viðspælarar í at loysa...

Tey eldru hava rætt til eitt gott og virðiligt lív
Oct 5

Tey eldru hava rætt til eitt gott og virðiligt lív

Kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið. Tjóðveldi fer í verki at vísa, at hetta er ein gongd leið. Tórshavnar kommuna kann við einum burðardyggum búskapi veita eina góða og virðiliga tænastu til allar okkara eldru borgarar og teirra avvarðandi. Um peningur er til skattalætta, so er peningur eisini at nøkta tørvin á eldraøkinum. Tørvur er á at dagføra kommunalu heimini á eldraøkinum. Húsfólkini skulu...

Kennir tú ráman av mannatrekki?
Oct 5

Kennir tú ráman av mannatrekki?

Býráðsmeirilutin hevur slept endanum, tá tað snýr seg um at loysa stóra trupulleikan av vantandi og skipaðum spillivatnsleiðingum. Men hvat nyttar tað við torgum og trappum, um vit skulu liva við rámanum av mannatrekki? Longu áðrenn kunngerðin um spillivatnsætlan varð sett í gildi, hevði eg sum forkvinna í teknisku nevnd árini 2005-12 ein harðan politiskan bardaga at fáa sett kloakkirnar á breddan. Í...

Fólkið fyrst og fremst
Oct 4

Fólkið fyrst og fremst

Tórshavnar kommuna hevur ábyrgd av sínum fólki úr vøggu í grøv. Dagstovnaøkið við barnagørðum og vøggustovum varð flutt frá landinum til kommunurnar um aldarskiftið. Fyri tveimum árum síðani slepti landið eisini eldraøkinum og legði tað á kommunurnar. Kommunurnar hava viljað dagstovnaøkinum og teimum mongu børnum, sum har eru dagliga, alt tað besta. Tað sama hava kommunurnar í hyggju fyri tey...

Frá føroyakortinum á heimskortið!
Oct 4

Frá føroyakortinum á heimskortið!

Í øldir hava vit dugað at yvirlivað saman við øgiligu og stórfingnu náttúruni kring okkum. Avmarkað fólkatal og tøkni hevur syrgt fyri, at fiskar, fuglar og kríatúr sum heild hava trivist væl saman við føroyingum. Men hetta er als ikki nøkur sjálvfylgja í dag. Avleiðingarnar frá manngjørdum vakstrarhús útláti, harímillum veðurlagsbroytingar, er ein tann størsta altjóða avbjóðingin í...

Um skattaprosent, kommunala uppsparing og borgarstjórasessin
Oct 4

Um skattaprosent, kommunala uppsparing og borgarstjórasessin

Umframt eina skattalækking upp á millum 2 og 4 prosent, mælir Bogi Andreasen í grein í dag til, at Tórshavnar kommuna “í størri mun” leggur pengar til viks til verri tíðir. Í báðum førum skurrar hetta ikki sørt í mínum oyrum. Árvakni borgarin mann neyvan heldur hava ilt við at ímynda sær, hvat ein inntøkulækking upp á 140 mió. kr. hevði havt við sær fyri tænastuveitingarnar og...

Átrokandi bústaðartørvur
Oct 3

Átrokandi bústaðartørvur

Vælkomin til Tórshavnar kommunu Fólkatalið í Føroyum er vaksandi, og tað er sera gleðiligt, tí vit ynskja jú, at okkara útisetar flyta heim, og at vit verða fleiri at byggja land. Tey eru nógv, ið vilja seta búgv í Tórshavnar kommunu, og tað fegnast vit somuleiðis um, tí vit hava brúk fyri teimum. Men tey hava eisini brúk fyri onkrum at flyta heima til. Hvar skulu tey búgva? Eru tey heppin, so hava tey...

Setanarrøða: Arkitekturdagar 2016
Oct 3

Setanarrøða: Arkitekturdagar 2016

  Eg fari fyrst av øllum at takka Arkitektafelagnum fyri at hava boðið mær at koma og seta árliga arkitekturdagarnar 2016. Aftur í ár seta tit sjóneykuna á áhugaverd og viðkomandi evni – nevniliga arkitekturpolitikk og landsplanlegging. Hetta eru evni, sum ikki altíð eiga nóg nógva rúmd í almenna rúminum, men kortini eru týðandi at fyrihalda seg til, tá ið vit byggja og menna okkara tjóð....

Kubanar vilja hava føroyskan fisk
Oct 3

Kubanar vilja hava føroyskan fisk

  Tá amerikanski forsetin Barack Obama og kubanski El Jefe, Raoul Castro, hin 17. desember 2014 boðaðu frá, at USA og Kuba fóru undir eina tilgongd at normalisera viðurskiftini landanna millum, kveikti tað nýggjan áhuga fyri Kuba. Tað gongur ongin vika uttan prominentar vitjanir í kubanska høvuðsstaðnum, hóast landið bert telur 11 milliónir fólk. Hvørja einastu viku er ein parlamentarisk nevnd á...

Eldraøkið ikki nóg høga raðfesting
Oct 2

Eldraøkið ikki nóg høga raðfesting

Als onki samsvar er millum gyltu vallyftini hjá sitandi býráðssamgongu um batar á eldraøkinum og upphæddirnar, ið settar eru av til hetta endamál í uppskotinum til fíggjar- og íløguætlan fyri næsta ár. Sambært uppskotinum hækkar raksturin á eldraøkinum við 5 mió. kr. í mun til í ár. Av hesum fer ein góð miljón til lønarhækkingar. Eftir eru fýra miljónir, sum ikki røkka langt, tá tað kemur...

Skynsamur búskaparpolitikkur
Sep 30

Skynsamur búskaparpolitikkur

Samgongan fremur málrættaðan fíggjarpolitikk og fer við ábyrgd og áræði inn í framtíðina. Tað er greitt, nú Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyri løtu síðani legði fíggjarlógina fyri 2017 fram. Komandi ár verður avlopið eftir ætlan 112 mió. kr. Trivaliga avlopið kemur av, at samgongan heldur aftur, nú stórur búskaparvøkstur er í Føroyum. Komandi ár veksur vanligi...

Demenssjúklingar hanga framvegis í leysum lofti
Sep 29

Demenssjúklingar hanga framvegis í leysum lofti

Yngri borgarar við demens og avvarðandi teirra standa framvegis líka hjálparleys sum undan pallborðsfundinum í síðstu viku, har ótolandi og vanæruliga støða teirra varð umrødd. Á fundinum hjá Alzheimer-felagnum lovaði forkvinnan í trivnaðarnendini hjá Tórshavnar býráð annars at koma teimum til hjálpar við einum dagtilboði beinanvegin. Men ætlanin vann tíverri ikki frama á fundinum í...

Tað er so deiliga bygdasligt í Tórshavnar kommunu!
Sep 28

Tað er so deiliga bygdasligt í Tórshavnar kommunu!

Stóra takið hjá høvuðsstaðnum er at røkja og menna teir stóru býirnar í kommununi, – sum eg skal koma nærri inn á í seinni greinum.  Men tað er eisini sera týdningarmikið at røkja og menna  tær smærru bygdirnar, sum hava lagt saman við Tórshavnar kommunu. Hesar hava sín serstaka leiklut í kommununi. Fyrst og fremst skapa tær fjølbroytni í kommununi og økja  um trivnaðin hjá fleiri...

Ongi serlig átøk á eldraøkinum í fíggjarætlan
Sep 28

Ongi serlig átøk á eldraøkinum í fíggjarætlan

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar býráð fekk eina sjáldsama framløgu á seinasta býráðsfundi. Ætlanin varð gjørd við teirri fortreyt, at skattaprosentið varð tað sama í 2017, sum tað er í 2016. Men longu áðrenn málið var komið á býráðsborð, var uppskotið broytt, tí órógv var í samgonguni. Tað prutlaði undir lokinum, og tá málið loksins kom fyri býráðsfundin, endaði framløgan við, at...

Integratiónspolitikkur
Sep 28

Integratiónspolitikkur

Útlendingar skulu beinanvegin hava møguleika at skapa sær eina tilveru, sum samsvarar við teirra evnir og førleikar, og á jøvnum føti við onnur. Nokta vit teimum tað, er vandi fyri at tey kenna seg minni verd enn onnur. Hetta kann ganga í arv og í ringasta føri kloyva samfelagið í tvey millum A og B borgarar. Um ársskiftið fingu býráðslimir eina frágreiðing og tilmæli um ein integratiónspolitikk fyri...

Útlendingar javnsetast føroyingum
Sep 28

Útlendingar javnsetast føroyingum

Integrasjón: Broytið kommunuvallógina, so tilflytarar við varandi uppihaldsloyvi javnsetast føroyingum   Tilflytari við varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur mist valbarið og valrættin til kommunuvalið! Orsøkin er, at hon hevur verið í Danmark og lisið! Her er ein sonn søga um ein tilflytara. Eina kvinnu, sum vit kalla Sheila og vit siga, at hon er fødd og uppvaksin í USA. Sheila hevði eftir...

Aftursvar til Bárð á Steig Nielsen
Sep 27

Aftursvar til Bárð á Steig Nielsen

Bárður á Steig Nielsen skrivar í lesarabrævið, at hendan samgongan er búskaparpolitiskt ábyrgdarleys, og at nú er longu vandi á ferð! Harumframt ákærir hann okkum fyri ikki at vilja lurta eftir búskaparfrøðini, og biður okkum hyggja at skjótt vaksandi sethúsaprísum.   Um hann hevði rætt, og vit valdu at seta ferð á og ignoreraðu serfrøðini,  so var rakstrarvøksturin ikki bara 1,8% komandi...

Kjakkvøld í Sólarmagnshúsinum
Sep 26

Kjakkvøld í Sólarmagnshúsinum

“Vit lurta” Mikukvøldið 28. sep. kl. 19-21. Í sambandi við, at kommunuvalið stendur fyri durum, skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum kjakkvøldi í Sólarmagnshúsinum mikukvøldið 28. september kl. 19.   Nú síðsta hond í hesum døgum verður løgd á endaligu valskrá floksins, ynskja valevnini at gera sær eina mynd av, hvørjir tørvirnir eru á teimum ymisku politisku økjunum í...

Tórshavnar kommuna er ikki bert “Kontórshavn”!
Sep 25

Tórshavnar kommuna er ikki bert “Kontórshavn”!

Onkuntíð verður skotið okkum í skógvarnar, at Tórshavn er “bert kontór” og at vit bert liva av at klippa hvørjum øðrum. Í Havn eru nógv kontór, men Tórshavnar kommuna fevnir eisini um virksemi innan bæði landbúnað og sjóvinnu.. Í Tórshavnar kommunu eru 42 bøndur. Teir flestu eru seyðabøndur, og haraftrat hava nakrir mjólkineytahald. Í Kollafirði eru 11, Kaldbak 5, Kaldbaksbotni 2, á Sundi 1,...

Sirið Stenberg svarar § 52a fyrispurningi um bróstkrabbatoymi á LSH
Sep 23

Sirið Stenberg svarar § 52a fyrispurningi um bróstkrabbatoymi á LSH

Svar  upp á fyrispurning nr. 6/2016 eftir § 52a í tingskipanini um bróstkrabbatoymið á Landssjúkrahúsinum frá Anniku Olsen, løgtingsmanni   Spurningurin var soljóðandi:   Eru ætlanir um at niðurleggja vælvirkandi bróstkrabbatoymið á Landssjúkrahúsinum? Er ætlanin at avtaka møguleikan hjá føroyskum kvinnum at fáa viðgerð fyri bróstkrabba í Íslandi?   Svar:   Til nr. 1 og...

Illgitingar um fiskivinnunýskipanina
Sep 22

Illgitingar um fiskivinnunýskipanina

Landsstýrið hevur tikið stig til at seta nýggja skipan í verk fyri fiskivinnuna galdandi frá 2018 í seinasta lagi. Til tess at fremja nýggju skipanina í verki er ein arbeiðsbólkur settur við fakligum og vinnuligum royndum, so politikarar kunnu hava bæði roynd fólk, vinnu og breiða fakliga vitan at koma við uppskoti um, hvussu ein góð nýskipan kundi sæð út. Bólkurin hevur viðgjørt viðkomandi evni...

Parkeringshús í miðbýnum beinanvegin
Sep 22

Parkeringshús í miðbýnum beinanvegin

Tað var hugaligt at koma fram við á Hálsi í dag. Eftir fáum vikum er eitt nýtt og stórt parkeringspláss gjørt mestsum klárt til asfaltering við Høllina á Hálsi. Hetta kemur í staðin fyri plássið, sum nú er sprongt burtur til frama fyri nýggju høllina. Nýggja plássið er væl størri enn tað gamla. So væl hevur ikki gingið at útvega nýggj parkeringspláss niðri í miðbýnum. Sambært Eiriki...

Mugu ikki vera blind fyri etisku tvístøðunum
Sep 21

Mugu ikki vera blind fyri etisku tvístøðunum

Setanarrøða hildin av Sirið Stenberg  í samband við Genomráðstevnu 20. september 2016 Góðu tit øll, Hjartaliga vælkomin til Genomráðstevnu. Hugaligt at síggja, at tit eru so mong, ið hava leitað til hesa ráðstevnu, sum snýr seg um hvussu vit kunnu brúka nýggjastu granskingina við skili fyri at menna okkara heilsutænastur og eisini okkara samfelag frameftir. Her eru mong ymisk fólk og eru øll...

Lítlan skattalætta – ella brúka skattapengarnar betri?
Sep 21

Lítlan skattalætta – ella brúka skattapengarnar betri?

Við øllum tí, vit bjóða borgarum okkara, krevst nakað av skatti. Men hvussu nógv? …og til hvat? Hvussu kunnu vit leggja greiðar linjur, hvussu raðfest er, heldur enn at lova upp í saman? Eg loyvi mær at standa á báðum beinum, heldur enn at leypa á vognin at lova skattalætta. Sleppi eg at umboða teg í býráðnum, fari eg at leggja orkuna í at nýta hvørja einastu skattakrónu sum best – eisini til...

Meðan borgarstjórin svevur í New York
Sep 21

Meðan borgarstjórin svevur í New York

Borgarstjórin hevur verið oman fyri garðarnar í New York og sannført seg um, at tað er hann við øllum sínum vísdómi, sum ger av, um ein varaborgarstjóri í Havn er skikkaður ella ikki. Men soleiðis er skipanin ikki. Útgangsstøðið er, at eitthvørt býráð sambært lóg skal hava tveir varaborgarstjórar at taka til, tá borgarstjóranum berst frá. Býráðið velur 1. varaborgarstjóra og 2....

Pláss til pedagogikk í dagstovnum
Sep 20

Pláss til pedagogikk í dagstovnum

  Fleiri fulltíðarstørv og betri treytir til námsfrøðingar og starvsfólk Starvsfólkini á kommunalu dagstovnunum renna alsamt skjótari og skjótari. Eingin tíð er til fyrireiking ella at hugsavna seg til sítt arbeiði. Av somu orsøk er útskiftingin av starvsfólki øgiliga stór, eitt barn í vøggustovu ella barnagarði skal alla tíðina fyrihalda seg til nýggj starvsfólk, nýggj andlit, nýggjar...

Lokomotivið Tórshavnar havn
Sep 19

Lokomotivið Tórshavnar havn

  Sum høvuðshavn er Tórshavnar havn samstundis lokomotiv okkara á hesum stóra og týdningarmikla øki. Sum slík hevur hon skyldu til allatíðina at hava eitt vakið eyga við tí, ið rørir seg innan nýtíðar havnarvirksemi, so hon altíð er brynjað og før fyri at veita tær tænastur, ið kundarnir hava tørv á. Hetta eisini hóast kostnaðarmiklar íløgur. Men tíbetur er Tórshavnar havn før fyri at...

Vestara bryggja er og skal vera miðdepil fyri tænastur til sjóvinnuna
Sep 19

Vestara bryggja er og skal vera miðdepil fyri tænastur til sjóvinnuna

Tað virksemi, ið kemur inn í tómu bygningarnar á økinum, skal sampakka við og kunna liva lið um lið við verandi virksemi. Ein gamal havnarmaður, sum eigur nógv sporini niðri á Vestaru Bryggju, plagdi at siga, at Havnin var blivin teir beru blomsturkassar. Men blomsturkassarnir følna í mun til hugskotið, ið var frammi herfyri um at gera hotell, vatnland og rusjibanar í gomlu Saltsøluni og Bacalao! Í...

Ein kommuna fyri øll
Sep 19

Ein kommuna fyri øll

Tórshavnar kommuna fevnir um býin og bygdirnar og tí eigur opinleiki og kunning at leggja lunnar undir at øll eiga eina ognarkenslu í kommununi – kenna seg at verða kunnaði og hoyrd. Tórshavnar kommuna er rík – vit hava ein vakran og hugnaligan miðbý, nógv virkin eigarafeløg og snotuligar býlingar. Harafturat hava vit bygdir, ið á ymsan hátt gera sítt íkast til eina høvuðsstaðarkommunu, ið hevur...

Busskoyring eisini sunnudag
Sep 17

Busskoyring eisini sunnudag

Eitt afturvendandi ynski frá serliga teimum eldru, ið nýta Bussleiðina, er, at hon eisini koyrir sunnudag. Hetta ynskið fekk eg enn eina ferð staðfest, tá eg um dagarnar var inni á gólvinum í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Har sótu 15 hugagóðar kvinnur í 70-90 ára aldri og bundu gávur til tiltakið Christmas Child, sum hevur verið fastur táttur hjá Tilhaldinum í fleiri ár, mikudag seinnapart. Kvinnurnar...

Kommunurnar á Facebook
Sep 15

Kommunurnar á Facebook

Tað er ikki nógmikið hjá eini kommunu í dag bara at hava eina heimasíðu sum kunningaramboð. Tað vísa m.a. mongu viðmerkingarnar í hesum døgum frá valevnum, sum vilja virka fyri størri opinleika og gjøgnumskygni í síni kommunu. Hetta kann loysast uttan stórvegis hóvasták. Kommunurnar eiga sjálvandi at vera við har, sum borgararnir eru. Og ein stórur partur av borgarunum eru í dag á Facebook. So hví...