Tórshavn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tórshavn (Havn)
Thorshavn (danskt)
Høvuðsstaður
Vestaravágin í Havn.
Vestaravágin í Havn.
Land  Føroyar
Sýsla Suðurstreymoy
Oyggj Streymoy
Kommuna Tórshavnar kommuna
Vídd 158 km²
Íbúgvar 12,964 (2015)[1]
Postnummur FO-100
Markatal 21-00-00
Torshavn on Faroe map.png

Tórshavn ella Havnin (danskt heiti: Thorshavn) er høvuðsstaður í Føroyum og nógv størsti býurin, hóast hann ivaleyst er ein av heimsins minstu høvuðsstøðum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handli, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við ítrótti og einum blómandi mentanarlívi.

Hon er við tvær smáar vágir: Vestaru Vág og Eystaru Vág, sum Tinganes gongur út millum. Havnin er vaksin nógv í seinnu tíðini. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv av frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnarøkið hevur stóran týdning. Her kemur fiskur upp á land, og mesti farmurin og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin.

Havnin er sjálvur landsins landafrøðiligi miðdepil, og her er landsins tingstaður, sum hann hevur verið í meira enn 1.000 ár.

Navnið[rætta | rætta wikitekst]

Navnið er samansett av Tór, sum er norrønur gudur, og havn.

Vinnuvegir[rætta | rætta wikitekst]

Havnin hevur nógv skip og nógv tann størsta handil í Føroyum. Har er t.d. stór skipasmiðja, sum teir byggja nógv skip á, bæði úr stáli og viði, og har eru stór fiskavirkihús. Havnin er brimpláss, hon liggur opin fyri havalduni, men har er so góður brimgarður gjørdur, at tað er lendandi í næstan øllum veðri. Higar koma eisini ferðafólk úr útheimi til Føroya, og meginparturin av øllum farmi, og vestan fyri er fiskivinnuhavn og hugnalig smábátahavn. Til Havnar kemur nógv fólk ferðandi úr útlondum og úr øllum bygdum í Føroyum. Nógv før sigla í fastari innanoyggja ferðasigling til Havnar - úr Suðuroy og oyggjunum sunnanfyri, úr Vágum og úr Norðoyggjum, av Skálafirði og úr Sundalagnum.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Tórshavn í 1839.

Tórshavn liggur mitt í landinum. Á gamla tingstaðnum, Tinganesi, hevur landsins stjórn, landsstýrið, sæti. Hetta er nesið, sum býtir sjálva havnina sundur. Eystan fyri er havnin fyri ferðafólk og farm. Á Stansatanga, sum fyrr var nevndur Stanganes, bygdi Magnus Heinason ein skansa til at verja Havnina fyri ófriðaskipum. Húsini og virkini hava, serliga aftan á Seinna heimskríggið verið í ringum standi, men nú er bøtt um tey, so skansin er í dag eitt søguligt prýðiligt minni.

Í Havn er alt, sum einum stórbýi hoyrir til. Bæði til arbeiði, frítíð, lærustovnar, studentaskúli, fólkaskúlar og ymiskt til persónliga røkt og menning. Her eru dagstovnar, skúlar, ítróttarøki við fótbóltsvøllum, svimjihøll og rennibreyt, heilsuverk við sjúkrahúsi, og øðrum viðgerðamøguleikum, tilhald til eldri fólk, eins og fleiri ellis- og røktarheim og sambýli eisini eru í býnum. Stór hús eru til dømis tey gomlu amtmanshúsini, Føroya Fólkaháskúli, Landssjúkrahúsið, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, telefonhúsið, Kommunuskúlin, Bacalao, SMS, v.f. Í Tórshavn eru fleiri danskir stovnar: Sorenskrivarin, Ríkisumboðsmaðurin, Landslæknin og Løgreglan. Har er eisini bæði Føroya biskupur, Fornminnissavnið, Landsbókasavnið og Býarbókasavnið. Í Tórshavn er hægstu skúlar í Føroyum - Føroya Handilsskúli, fólkaháskúli, tekniskur skúli, sjómansskúli, Sjúkrasystraskúli og Føroya Læraraskúli. Har eru breiðar beinar gøtur, prúð hús og vakrir urtagarðar, og har er ein stór viðalund mitt í býnum. Í viðalundini stendur ein prýðilig standmynd til minnis um føroyskar sjómenn, sum gingu burtur undir 2. heimskríggi.

Í miðstaðarøkinum eru fleiri kommunusamanleggingar farnar fram seinastu umleið tjúgu árini. Síðan 1974 er kommunan økt munandi við kommunusamanleggingunum við Kaldbak, Hoyvík, Argir, Nólsoy, Hest og Kollafjørð. Hetta hevur givið høvuðsstaðarkommununi størri møguleikar at menna byggimøguleikar og virksemi annars, og við tí alt størri fólkagrundarlagnum, sum nú er umleið 19.300 fólk, eisini størri møguleikar at átaka sær ymiskar uppgávur, sum almennu Føroyar áður hava røkt.

Minsti høvuðsstaður í Norðurlondum er Havnin.

Veðurlag[rætta | rætta wikitekst]

Klimadáta fyri Tórshavn (1981–2010, ekstremt 1961–2010)
Mánaður Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des Árið
Record high °C (°F) 11.6
(52.9)
12.0
(53.6)
12.3
(54.1)
18.3
(64.9)
19.7
(67.5)
20.0
(68)
20.2
(68.4)
22.0
(71.6)
19.5
(67.1)
15.2
(59.4)
14.7
(58.5)
13.2
(55.8)
22.0
(71.6)
Average high °C (°F) 5.8
(42.4)
5.6
(42.1)
6.0
(42.8)
7.3
(45.1)
9.2
(48.6)
11.1
(52)
12.8
(55)
13.1
(55.6)
11.5
(52.7)
9.3
(48.7)
7.2
(45)
6.2
(43.2)
8.8
(47.8)
Daily mean °C (°F) 4.0
(39.2)
3.6
(38.5)
4.0
(39.2)
5.2
(41.4)
7.0
(44.6)
9.0
(48.2)
10.7
(51.3)
11.0
(51.8)
9.6
(49.3)
7.5
(45.5)
5.5
(41.9)
4.3
(39.7)
6.8
(44.2)
Meðal lágt °C (°F) 1.7
(35.1)
1.3
(34.3)
1.7
(35.1)
3.0
(37.4)
5.1
(41.2)
7.1
(44.8)
9.0
(48.2)
9.2
(48.6)
7.6
(45.7)
5.4
(41.7)
3.4
(38.1)
2.1
(35.8)
4.7
(40.5)
Metlágt °C (°F) −8.8
(16.2)
−11.0
(12.2)
−9.2
(15.4)
−9.9
(14.2)
−3.0
(26.6)
0.0
(32)
1.5
(34.7)
1.5
(34.7)
−0.6
(30.9)
−4.5
(23.9)
−7.2
(19)
−10.5
(13.1)
−11.0
(12.2)
Average precipitation mm (inches) 157.7
(6.209)
115.2
(4.535)
131.6
(5.181)
89.5
(3.524)
63.3
(2.492)
57.5
(2.264)
74.3
(2.925)
96.0
(3.78)
119.5
(4.705)
147.4
(5.803)
139.3
(5.484)
135.3
(5.327)
1,321.3
(52.02)
Miðal dagar við avfalli (≥ 1.0 mm) 22 17 21 16 13 12 13 13 18 22 21 22 210
Average relative humidity (%) 90 89 89 87 88 88 90 90 90 90 89 90 89.2
Miðal pr. mánað sóltímar 14 36 71 106 124 125 111 98 80 49 20 6 840
Source #1: Danish Meteorological Institute[2]
Source #2: NOAA (sun, humidity and precipitation days 1961–1990)[3][4]

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í Føroyingasøgu kunnu vit lesa, at í Tórshavn hevur líka frá gamlari tíð verið tingstaður hjá føroyingum. Tá komu Føroya bøndur við stórum fylgi til tinga í Tórshavn. Úti í Tinganesi settu teir búðir sínar upp, og har vóru tær standandi, so leingi sum tingið vardi. Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin ein savnandi miðdepil, har føroyingar hittust. Eftir tátíðarmáti var tað eitt fátæksligt pláss, við kargari jørð og nógvum mjørka, ongum rekaviði og ongum fuglabjørgum, og haruframt trupult at verja móti álopum. Eisini vóru lendingarviðurskiftini vánalig, sjálvt eftir føroyskum mátistokki, og var Havnin tískil ikki egnað sum niðursetupláss. Men sum miðdepil varð hon vælegnað, og her hittust føroyingar - til avgerð av trætum, til rættargongd og til tingsetur. Og her varð avgerðin tikin ár 999, at føroyingar skuldu taka við kristnari trúgv. Í tilknýti til tær árligu tingseturnar vaks upp ein marknaður og Tórshavn gjørdist eitt fast handilspláss. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga.

Føroyar komu undir Noreg og seinni undir Danmark, kom einahandilin og við honum embætismenninir. Hesir búsettust í Havnini og bygdu teir skansar fyri at verja handilsvørurnar. Tað nógva virksemið í Havnini fekk nógv fátækrafólk av bygd at flyta til Havnar, tí har kundu tey vinna sær til lívsins uppihald við handilin, við at byggja skansa ella sum soldátar.

Longu undir einahandlinum fekk Niels Ryberg loyvi at seta á stovn ein transithandil í Vágsbotni. Við hesum byrjaði nýggj tíð, og eitt nýtt handverk kemur fram. Fólk lærir seg at salta sild og at turka klippfisk. Um somu tíð verða rundan um Havnina stykkjaðar út traðir og latnar Havnafólki til traðarbrúk.

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu. Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum.

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856. Byrjanin til tann føroyska fiskiflotan varð løgd, tá Trappubrøðurnir úr Havn keypa sluppina Fox. Men orsaka av teimum vánaligu havnaviðurskiftunum í Tórshavn, mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnaviðurskiftini, og í 1927 var Tórshavnar Havn ein veruleiki.

Havnin gjørdist keypstaður tann 1. januar 1909 og býurin er í støðugari menning.

Fólkatalsfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Býarvøksturin hevur verið ógvuliga stórur seinastu árini. Í 1801 var íbúgvaratalið í Havn 554, í 1950 10 ferðir so stórt - 5.607. Í 2015 var íbúgvaratalið í nýggju stórkommununi vaksið til 20.227. Meira enn 1/3 av fólkinum í Føroyum býr í Tórshavnar kommunu, og enn flyta fólk til Havnar.

Ítróttur[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltur[rætta | rætta wikitekst]

Fýra fótbóltsvøllir eru í kommununi: Ovari vøllur, Niðari vøllur, Vøllurin á Argjum og Tórsvøllur. Teir tríggjar fyrru umsitur mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu. Grunnurin Tórsvøllur umsitur Tórsvøll. Ein og hvør kann læna fótbóltsvøllirnar, tá fótbóltsfeløgini ikki nýta teir. Tað er ókeypis at brúka fótbóltsvøllirnar hjá Tórshavnar kommunu.

Svimjing[rætta | rætta wikitekst]

Fimm svimjihyljar eru í kommununi. Tann størsti er Svimjihøllin í Gundadali. Hinir fýra eru í Argja skúla, Eysturskúlanum, Kollafjarðar skúla og úti í Hesti. Svimjihøllin í Gundadali verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing, men eisini skúlar, stovnar og feløg brúka hana. Hinir svimjihyljarnir eru fyrst og fremst til skúlabrúks, men tann í Kollafirði er eisini opin fyri almenninginum.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Olaf Finsen var býráðsformaður í Tórshavn frá 1904 til 1909.

Nú býr Føroya yvirvald úti á Tinganesi, tí har úti hevur Føroya Landsstýri innivist. Enn kemur Føroya Løgting saman í Tórshavn á hvørjum ári, men løgtingshúsið er ikki á Tinganesi, tað stendur longur uppi í býnum.

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur 13 limir, ið verða valdir eftir reglunum í kommunulógini. Býráðið ger av, nær og hvar regluligir býráðsfundir skulu vera. Fyrst í hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, sum vanliga verður nýttur í kommununi. Vanliga hevur býráðið almennan fund eina ferð um mánaðin. Borgarstjórin fyrisitur dagligu leiðsluna av kommununi. Hann ansar eftir, at málini verða býtt út til avvarðandi nevndir og starvsfólk í kommununi. Um tað er neyðugt, ger hann reglur fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd.

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu eru borgaravald umboð, sum eru stillað upp í politiskum flokkum. Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta, har meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki. Siðvenjan við meiriluta og minniluta hevur verið í kommununi í fleiri áratíggju. Tey, sum skipa meiriluta, undirskriva eitt samgonguskjal, har ætlanirnar hjá meirilutanum fyri valskeiðið verða settar út í kortið. Í Tórshavnar kommunu er ikki vanligt at almannakunngera sjálvt samgonguskjalið. Nývalda býráðið velur ein borgarstjóra fyri alt valskeiðið. Starvið sum borgarstjóri er fulltíðarstarv. Eisini velur býráðið ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani tær føstu nevndirnar: Fíggjarnevndina, Sosialu nevnd, Teknisku nevnd, Byggi- og býarskipanarnevndina, Mentamálanevndina, Heilsu- og umhvørvisnevndina og Havnanevndina. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir.

Kommunuval er fjórða hvørt ár annan týsdag í november. Til Tórshavnar býráð verða valdir 13 limir. Fyri at kunna velja og stilla upp til kommunuval í Tórshavnar kommunu, skalt tú vera fylt/-ur 18 ár og hava heimarætt í Føroyum. Eisini skalt tú vera tilmeldað/-ur hjá fólkayvirlitinum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin og framvegis vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin. Borgarar úr øðrum londum, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum, hava eisini rætt at velja og stilla upp til kommunuval. Uppstilling fer fram á vallista, har í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarar kunnu stilla millum 1 og 17 valevni upp til býráðið. Í Tórshavnar kommunu er siðvenja at hava politiska uppstilling, t.v.s. at valevnini verða stillað upp í politisku flokkunum, ið vit kenna frá landspolitikki. Ein valnevnd, sum býráðið velur, hevur evstu ábyrgdina av valinum í kommununi. Aftrat henni eru valstýri, sum taka sær av valinum úti í teimum ymsu atkvøðuøkjunum. Nýggja býráðið tekur við 1. januar árið eftir valið og situr í fýra ár.

Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir sínum borgarum. Toll- og Skattstova Føroya tekur sær av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o.ø. Tað er eisini Toll- og Skattstovan, sum krevur skattin inn.

Vitjanarverd støð[rætta | rætta wikitekst]

Viðgitið fólk frá Tórshavn[rætta | rætta wikitekst]

J.H.O. Djurhuus, Jørgen-Frantz Jacobsen, William Heinesen og Hans A. Djurhuus, fýra av størstu yrkjarum og rithøvundum í Føroyum.

Systurstaðir[rætta | rætta wikitekst]

Vinabýir[rætta | rætta wikitekst]

Samstarvsbýir[rætta | rætta wikitekst]

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 62°0′N 6°46′W / 62.000°N 6.767°W / 62.000; -6.767

  1. Hagstova.fo
  2. "Monthly means and extremes 1961–1990 and 1981–2010 for air temperature, atmospheric pressure, hours of bright sunshine and precipitation–Denmark, The Faroe Islands and Greenland". Danish Meteorological Institute. pp. 16–19. http://www.dmi.dk/fileadmin/Rapporter/TR/tr11-20.pdf. Heintað January 18, 2015. 
  3. "TORSHAVN Climate Normals 1961-1990". National Oceanic and Atmospheric Administration. ftp://ftp.atdd.noaa.gov/pub/GCOS/WMO-Normals/TABLES/REG_VI/DN/06011.TXT. Heintað November 15, 2012. 
  4. "Sunshine data for Tórshavn 1961-1990". National Oceanic and Atmospheric Administration. ftp://ftp.atdd.noaa.gov/pub/GCOS/WMO-Normals/TABLES/REG_VI/DN/00033069.TXT. Heintað November 15, 2012.