Forsíða

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Vælkomin á Wikipedia,
11,856 greinir á føroyskum
Yvirlit · Rætting · Spurningar · Hjálp

Bólkar · Set ein spurning · Skriva mánaðargrein

Image-x-generic.svg
Dagsins mynd

Venyov (Tula Oblast) 03-2014 img14 train station.jpg

Jarnbreytastøðin í Venjov, Tula oblast, Russland.

Mánaðargreinin

Suni úr Hørg

Suni úr Hørg (føddur 24. desember 1982 í Sumba) er ein føroyskur timburmaður og fyrrverandi fótbóltsleikari, ið spældi sum verjuleikari til hann var úti fyri einari sera álvarsamari arbeiðsvanlukku 28. mars 2014. Hann spældi við besta liðnum hjá FC Suðuroy tey seinastu árini av fótbóltslívsleiðini. Hann var eisini partur av hópinum í 2014, men náddi ikki at spæla nakran dyst tað árið, tí tann 28. mars var hann úti fyri einari sera álvarsligari arbeiðsvanlukku í Havn, har hann arbeiddi sum hondverkari. Hann datt niður ígjøgnum taki á bygninginum, ið hann og aðrir umvældu, hann datt uttan at hava koyrt trygdarlínuna á, ið annars var eitt krav og sum hann plagdi at hava á. Hann skuldi bara líka orðan okkurt smáting. Fallið var sambært Suna á 9,70 metrar og hann datt niður á betonggólv. Hann segði í sjónvarpssendingini Viljin til lívið, ið snúði seg um hann og tveir aðrir ungir føroyingar, at hann hugsaði tá, at hetta var tað, hetta var endin. Hann náddi at taka armarnar fyri andlitið og so misti hann vitið. Suni vaknaði upp aftur í einari sjúkrahússong í Reykjavík, hagar hann varð sendur við flogfari. Hann hevði brotið seg sundur og lá innlagdur longi, men er so við og við komin nøkulunda fyri seg aftur, tó hevur hann mist stóran part av sjónini. Hann klárar seg tó sjálvur, býr fyri seg sjálvan og gongur runt við blindastavi. Hann hevur verið á blindastovni í Danmark, har hann hevur lært at klára seg í gerandisdegnum. Minni enn eitt ár eftir vanlukkuna fór Suni til arbeiðis aftur hjá Búsetri. Hann kom fyrst í arbeiðsroynd, ið fyribils var 20 tímar um vikuna. Og 1. apríl 2016 varð hann settur í fast starv sum timburmaður og sær ljóst uppá framtíðina.

Internet-web-browser.svg
Aktuellar hendingar
Brussels Airport.jpg
  • Helgi Dam Ziska vinnur einstaklinga talvkapping fyri smátjóðir í Evropa, og tað ger at hann kann luttaka í World Chess Cup 2017 í Tbilisi í Georgia.
  • Minst 31 fólk eru dripin og minst 300 eru særd í yvirgangsálopum í Brussel móti ávikavist Brussel Floghavn (myndin) og Maalbeek metrostøðini. Ein føroyingur var ímillum tey særdu.
  • Elsti føroyingur nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági, er deyður. Hann gjørdist 107 ára gamal.
  • Bogi Olsen úr Rituvík er heimsmeistari í inniróðri 2000 m hjá monnum 40-49 ár lættvekt við tíðini 6.28.8. Jens Kristian Dam gerst nummar tvey í sama bólki á árligu HM-kappingini í Boston.
  • Tórur Mortensen gerst danmarkarmeistari í trístøkk, tá hann loypur 14,39 metrar. Hann er fyrsti einstaki føroyingur, sum gerst danmarksmeistari í frælsum ítrótti.
Office-calendar.svg
Í dag

Hin 16. apríl: Magnusarmessa, Altjóða Raddardagur (World Voice Day)

Norðlýsið nr 1 16-04-1915.jpg
Help-browser.svg
Visti tú...

Frá nýggjastu ella nýliga víðkaðu greinunum á Wikipedia…

Blues Perlan Blueberry Jam Session.JPG

  • ...at Suni úr Hørg úr Sumba yvirlivdi arbeiðsvanlukku, har hann datt 9,70 metrar niður á betong, og nú arbeiðir sum timburmaður, hóast hann er umleið 95% blindur?
  • ...at Hargabrøðurnir úr Sumba róku írskar sjórænarar til rýmingar úr Hvalba og fingu í 1612 boðið Stóru Dímun afturfyri avriksverk teirra, og at teir søgdu nei takk?
  • ...at elsti føroyingurin nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági (1908-2016), át nógva grind, ið granskarar annars siga verða so dálkaða, at hon er heilsuskaðilig?
  • ...at føroyski tónleikarin Ragnar Finsson (myndin) í 2008 gjørdist nummar trý til kappingina hjá DR, ið nevndist Talent?
  • ...at føroyski tónasmiðurin Óli Jógvansson vann "The UK Songwriting Contest 2015" í intrumentala bólkinum fyri lagið Forever Gone?
  • ...at føroyski trúðboðarin Daniel Jacob Danielsen var við til at støðga ræðuleikum ið vóru framdar av belgiarum í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo fyrst í 20. øld?
  • ...at Navajo Nation er eitt reservat í USA, t.v.s. eitt stað serliga ætlað navajo-indiánarum?
  • ...at danski rithøvundurin Klaus Rifbjerg saman við øðrum læt upp matstovuna Kong Hans Kælder í 1976, og at henda matstovan var tann fyrsta í Danmark, ið fekk eina Michelinstjørnu?
Gravestone icon2.svg
Seinastu andlátini
MerleHaggardJun09.jpg


Evnisyvirlit

Føroyar
Coat of arms of the Faroe Islands.svg
Føroyar · Bygdir í Føroyum · Festivalar · Fyritøkur · Søga · Føroyingar · Kommunur í Føroyum · Føroyskt mál · Oyggjar · Politikkur · Ríkisumboð · Tónleikur · Vøtn · Ítróttur · Bókmentir
Samfelagsvísindi og Mentan
Nuvola apps kcoloredit.png
Bókmentir · Feløg · Filmur · Fløgg · Fólk · Heimspartar · Heimspeki · Landafrøði · List · Listafólk · Matur og drekka · Mál · Mátieindir · Mentan · Merkisdagar · Norrøn gudalæra · Politikkur · Samfelag · Sjónleikur · Spøl · Søga · Tjóðskapur · Tónleikur · Undirhald · Virðislønir · Vísindi
Ítróttur
Chess.svg
Borðspøl · Fótbóltur · Hondbóltur · Ítróttur · Kappróður · Oyggjaleikir · Rógving · Spøl · Svimjing · Frælsur ítróttur · Súkkling · Ítróttartiltøk
Ríkisstjórn
Derecho.svg
Løgting · Kommunisma · Lýðveldi · Løgloysi · Politikkur · Ríkisstjórn
Átrúnaður
ReligiousSymbols.png
Átrúnaður · Ásatrúgv · Bahá'í Trúgvin · Buddhisma · Gudalæra · Hinduisma · Islam · Jehova Vitni · Jødadómur · Kristindómur · Norrøn gudalæra · Rómversk-katólska kirkjan · Sikhisma · Trúloysi
Náttúruvísindi
Stylised Lithium Atom.png
Alisfrøði · Alisevnafrøði · Alisfrøðingar · Djórafrøði · Evnafrøði · Frumevni · Heilivágur · Jarðfrøði · Landafrøði · Lívevnafrøði · Lívfrøði · Lívrunnin evnafrøði · Læknafrøði · Mýlislívfrøði · Plantufrøði · Smáverulívfrøði · Stjørnufrøði
Støddfrøði
Nuvola apps edu mathematics.png
Algebra · Grannfrøði · Hagfrøði · Rúmfrøði · Støddfrøði · Støddfrøðingar · Teldufrøði · Tøl
Ymiskt
Wiki letter w.svg
Brúkarakassar · Felagsskaps Portalur · Tilvildarlig síða · Wikipedia
Allir bólkar

Systirverkætlanir

Wikimedia Foundation hýsir eisini øðrum verkætlanum:

Wikiorðabók
Ein orðabók á fleiri málum ISO 639 Icon fo.svg
Wikibooks
Eitt savn av tekstbókum
Wikiquote
Eitt savn av endurgevingum
Wikisource
Eitt savn av opnum greinum/skjølum ISO 639 Icon fo.svg
Wikispecies
Listi yvir djórasløg ISO 639 Icon fo.svg
Wikinews
Opin tíðindi
Commons
Felags miðlasavn ISO 639 Icon fo.svg
Meta-Wiki
Samskipan av øllum verkætlanunum ISO 639 Icon fo.svg
Wikiversity
Savn við lærutilfari og virksemi

Wikipedia á øðrum málum