Útvarpsskrá

leygardagur

5. mars 2016

01:00 - 02:45
Vikuskiftið (e)
Tróndur Vatnhamar leggur til rættis.
02:45 - 04:00
Náttarrásin
08:30 - 09:30
Brunsj (e)
Sending við tónleiki og gesti.
Eyðfinn Jensen hevur lagt til rættis.
09:50 - 09:59
Morgunlesturin
Hesa vikuna hevur Torben Johannesen skriva, og Ása Justinussen lisið.
09:59 - 10:00
'Lýsing
10:00 - 10:05
Tíðindi
10:05 - 11:00
Also
Kjaksending, her tríggir gestir viðgera ymisk evni, og ymsar støður, sum øll antin hava verið í ella kunna koma í.
Elin Michelsen er vertur.
11:00 - 12:00
Rót og rútma
Sending við countrytónleiki.
Petur Rouch leggur til rættis.
12:00 - 12:18
Føroyskur middagstónleikur
12:20 - 12:35
Tíðindi
12:37 - 13:00
Surk
Beinleiðis sending við samrøðum, práti og tónleiki.
Kári Sólstein og Øssur Egholm er vertir.
13:00 - 13:02
Veðurtíðindi
13:02 - 14:00
Surk
Beinleiðis sending við samrøðum, práti og tónleiki.
Kári Sólstein og Øssur Egholm eru vertir.
14:00 - 17:00
Bólturin
Vit fylgja 1. umfarið í fótbóltslandskappingini hjá monnum sum byrjar í dag.
17:00 - 17:45
Meg minnist (e)
Jógvan Arge hittir Jóannes Rubeksen í Havn. Triðja og seinasta sending.
Telegrafstøðin var arbeiðsplássið hjá Jóannesi Rubeksen frá 1948 til 1991. Hann byrjaði sum fjarritari, var síðani á skrivstovuni og at enda stjóri á støðini, sum Stóra Nordiska slepti í 80unum. . Mesta starvsfólkatalið var 64. Helvt um helvt telefongentur á ríkistelefonini og fjarritarar og teknikarar á Tórshavn radio. Nýggj telegrafstøð kom í kalda krígnum við tjúkkum betongmúrum og stálplátum fyri vindeyguni. Í frítíðini hevur Jóannes eitt nú dansað í Dansifrøi og verið limur í Lions.
17:45 - 17:58
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, skrivar og lesur.
18:00 - 18:10
Tíðindi
18:15 - 18:30
Tónleikur
18:30 - 19:00
Harmonikuløtan
Sending við harmonikutónleiki.
Hanna og Terji Jacobsen leggja til rættis.
19:00 - 20:00
Tónleikur
20:00 - 00:00
Plátubarrin
Beinleiðis leygarkvøldssending við tónleikatema og lurtaraynskjum, ið kunna sendast sum sms til 224000, og sum telduboð á facebooksíðuna hjá Plátubarrina
Jákup Magnussen er vertur.

leygardagur

5. mars 2016

Sjónvarpsskrá

leygardagur

5. mars 2016

00:30 - 00:50
Dagur & Vika
00:50 - 00:55
Veðrið
17:10 - 17:53
Kinesisk náttúra 2:6
- náttúrurøð frá 2011
"Ørkener i nord"
(Untamed China With Nigel Marven)
Kina er heimsins fjórðstørsta land og eitt av teimum mest margføldu bæði tá vit tosa um landslag, plantur og djóralív. Við hálvari aðru milliard íbúgvum kann tað tykjast samanstúgvað, men sjónvarpsverturin og náttúrumenniskjað Nigel Marven vísir okkum nøkur fjarløgd støð. Hann byrjar ferðina í Yunnan, har meir enn helvtin av øllum plantu- og djórasløgum í Kina eru.
Meir enn ein triðingur av Kina er oyðimørk. Nigel leitar eftir einum sjáldsomum villum kameli í Gobi-oyðimørkini og jagstrar eina serliga støkkmús í Kalimaly-oyðimørkini.
17:55 - 18:00
Fiks Triks við Flying Superkids
18:00 - 18:31
Orrusta
- føroysk spurnarkapping fyri børn
18:30 - 18:55
Snipp snapp
- sending fyri smábørn
Í "Snipp snapp" eru teknifilmar, ið eru ætlaðir smáum børnum. "Snipp snapp" er hvørt mikukvøld og verður endursent um vikuskiftið.
18:55 - 19:00
Uki
19:00 - 20:05
Danmark hevur talent
- donsk talentkapping
20:10 - 20:19
Djórasøgur
- norsk sending
Tríggjar stuttar søgur um djór: Hvítabjørn, likka og reindýr.
Nordvisión úr Noreg.
20:10 - 20:21
CPH floghavn
Raðsending um floghavnina í Keypmannahavn.
20:25 - 20:45
Danmark hevur talent
- avgerðin
20:45 - 22:31
Tann einasti eini
- am. kærleiksfilmur frá 1998
Nina Borowski (Jennifer Aniston) arbeiðir sum sosialráðgevi í Brooklyn, har hon eisini hevur íbúð og unnusta, Vince (John Pankow), sum kanska ikki júst er hennara einasti eini. Tá hon hittir homoseksuella skúlalæraran George (Paul Rudd), verða tey væl og hann flytir inn til hana. Tað gongur fínt, Nina og George hava tað sum eini væl virkandi hjún, og tó er líka onkur trupulleiki: Nina er í grundini forelskað í George. Harafturat er hon upp á vegin. Og George? Hann er forelskaður í einum ungum manni!
Leikandi: Nina Borowski: Jennifer Aniston, George Hanson: Paul Rudd og Vince McBride: John Pankow.
Sidney Miller: Alan Alda. Rodney Fraser: Nigel Hawthorne. Paul: Amo Gulinello. Dr. Robert Joley: Timothy Daly. Melissa Marx: Kali Rocha. Constance Miller: Allison Janney.
Handrit: Wendy Wasserstein eftir skaldsøgu hjá Stephen McCauley.
Leikstj.: Nicholas Hytner.
Upprunah.: The Object of My Affection
Framl.ár: 1998
22:30 - 00:08
Ghost Rider
- am. spenningsf. frá 2007, óhósk. f. børn
Í royndini at bjarga pápa sínum ger Johnny Blaze (Nicolas Cage) eina avtalu við devulin (Peter Fonda), og afturfyri skal Johnny hava ein illan anda, sum umskapar hann til hevnara, Ghost Rider, um náttina. Men tá hann hittir fyrrverandi unnustuna Roxanne (Eva Mendes), vil hann sleppa burtur úr aftur avtaluni. Filmurin byggir á teknirøðirnar hjá Marvel.
Við eru: Johnny Blaze/Ghost Rider: Nicolas Cage, Roxanne Simpson: Eva Mendes og Mephistopheles: Peter Fonda.
Gravarhjálpari: Sam Elliott. Blackheart: Wes Bentley. Mack: Donal Logue. Johnny Blaze sum ungur: Matt Long. Roxanne Simpson sum ung: Raquel Alessi.
Handrit og leikstj: Mark Steven Johnson.
Uppr.h.: Ghost Rider

leygardagur

5. mars 2016