Útvarpsskrá

mánadagur

22. februar 2016

01:00 - 01:55
Also (e)
Kjaksending, her tríggir gestir viðgera ymisk evni, og ymsar støður, sum øll antin hava verið í ella kunna koma í.
Rannvá Fossaberg leggur til rættis.
01:55 - 03:00
Náttarrásin
03:00 - 04:00
Bolero (e)
Sending við klassiskum tónleiki.
Ólavur Olsen leggur til rættis.
04:00 - 05:00
Náttarrásin
05:00 - 05:40
Meg minnist (e)
Jógvan Arge hittir Jóannes Rubeksen í Havn. Onnur sending.
Jóannes Rubeksen gekk í kommunuskúlanum, realskúlanum og á studentaskeiðnum, har hann tók prógv í 1944. Í 1939 var hann í Danmark við skúlabørnunum. Har vann hann ein flúgvitúr yvir Keypmannahavn. Sum skóti í SSB var hann við í fyrstu Tingakrossrenningini. Hersetingin í 1940 var eitt stórt umskifti, og fleiri kravgongur vóru til frama fyri Merkinum. Skúlin var altíð myrkalagdur. Havnin var fyri fleiri bumbuálopum. Eftir skúlaárini arbeiddi Jóannes fyrst á Landsbókasavninum og síðani á ísgerðini hjá Valdemar Lutzen.
05:40 - 07:00
Morguntónleikur
07:00 - 07:07
Tíðindi
07:07 - 07:16
Morgunlestur
Hesa vikuna skrivar Torben Johannesen, og Ása Justinussen lesur.
07:15 - 07:29
Barnaútvarpið
Samson og Roberto 6. partur.
Elin á Rógvi leggur til rættis.
07:30 - 07:35
Tíðindi
07:35 - 08:00
Góðan morgun Føroyar
Morgunútvarp við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
Kári Olsen, Finnur Koba og Rannvá G. Fossaberg eru vertir.
08:00 - 08:05
Tíðindi
08:05 - 09:00
Góðan morgun Føroyar
Morgunútvarp við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
Kári Olsen, Finnur Koba og Rannvá G. Fossaberg eru vertir.
09:00 - 09:05
Tíðindi
09:05 - 09:50
Góðan morgun Føroyar
Morgunútvarp við samrøðum, innsløgum og tónleiki.
Kári Olsen, Finnur Koba og Rannvá G. Fossaberg eru vertir.
09:50 - 10:00
Morgunlesturin (e)
Hesa vikuna skrivar Torben Johannesen, og Ása Justinussen lesur.
10:00 - 10:05
Tíðindi
10:05 - 11:00
Vegamótið
Stundum kann lívið hjá okkum menniskjum broytast, so einki var sum fyrr. Vit hoyra fólk greiða frá, hvussu ávísar hendingar hava broytt lív teirra fullkomiliga.
Rannvá G. Fossaberg leggur til rættis.
11:00 - 11:55
Also (e)
Kjaksending, her trýggir gestir viðgera ymsar støður og ymisk envi, sum øll antin hava verið í ella kunna koma í.
Rannvá Fossaberg leggur til rættis.
11:55 - 12:15
Føroyskur middagstónleikur
12:20 - 12:35
Tíðindi
12:37 - 13:00
Føroyskur døgurðatónleikur
13:00 - 13:02
Veðurtíðindi
13:02 - 14:00
Rót & rútma (e)
Sending við countrytónleiki.
Petur Rouch er vertur.
14:00 - 15:00
Meg minnist (e)
Jógvan Arge hittir Jóannes Rubeksen í Havn. Onnur sending.
Jóannes Rubeksen gekk í kommunuskúlanum, realskúlanum og á studentaskeiðnum, har hann tók prógv í 1944. Í 1939 var hann í Danmark við skúlabørnunum. Har vann hann ein flúgvitúr yvir Keypmannahavn. Sum skóti í SSB var hann við í fyrstu Tingakrossrenningini. Hersetingin í 1940 var eitt stórt umskifti, og fleiri kravgongur vóru til frama fyri Merkinum. Skúlin var altíð myrkalagdur. Havnin var fyri fleiri bumbuálopum. Eftir skúlaárini arbeiddi Jóannes fyrst á Landsbókasavninum og síðani á ísgerðini hjá Valdemar Lutzen.
15:00 - 15:03
Tíðindi
15:03 - 16:00
Kringrás
Tónleikur, ið er í ringrás í Kringvarpinum.
16:00 - 16:03
Tíðindi
16:03 - 17:00
Røddin (e)
Ungdómssending frá fríggjakvøldinum.
Eyðvarður Mohr Iversen og Torbjørn Mikkelsen leggja til rættis.
17:00 - 17:05
Tíðindi
17:05 - 17:55
Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen ferðast kring landið og tosar við fólk á bygd og í bý, um umstøðurnar í teirr a nærumhvørvi.
18:00 - 18:17
Tíðindi
18:20 - 18:35
Barnaútvarpið (e)
Samson og Roberto 6. partur
Elin á Rógvi leggur til rættis
18:35 - 19:05
Harmonikuløtan (e)
Sending við harmonikutónleiki.
Hanna og Terji Jakobsen leggja til rættis.
19:00 - 19:25
Tónleikur
19:30 - 20:30
Bolero (e)
Sending við klassiskum tónleiki.
Ólavur Olsen leggu til rættis.
20:30 - 21:00
Føroyskur tónleikur
21:00 - 21:15
Tíðindi (e)
21:15 - 22:00
Góðan morgun Føroyar (e)
Vit senda tilfar úr morgunsendingini í morgun.
Kári Olsen, Finnur Koba og Rannvá G. Fossaberg eru vertir.
22:00 - 00:00
Tónleikur

mánadagur

22. februar 2016

Sjónvarpsskrá

mánadagur

22. februar 2016

17:55 - 18:23
Tíðindi úr Grønlandi
18:25 - 18:30
Veðrið
18:30 - 19:00
Orrusta
- føroysk spurnarkapping fyri børn
19:00 - 19:20
Dagur & Vika
19:20 - 19:22
Veðrið
19:25 - 19:55
3-2
20:00 - 20:29
Sirkussjómenn 3:5
- norsk røð frá 2014
Fimm ungir menn gera av at sigla úr Grikkalandi til Haiti. Thor Heyerdahl og hansara hugsan, at havið var bindilið millum tær stóru, gomlu mentanirnar, hevur givið teimum íblástur til ferðina. Teir hava ongar royndir í sigling men duga væl sirkus og gøtusjónleik. Teir leggja frá landi í eini rustaðari dangu, sum er í ólagi í heilum, og teir fíggja ferðina við sýningum og gøtutónleiki á leiðini.
20:30 - 20:39
Reiðgentur í fremstu røð: Stallurin 12:12
- svensk dokumentarrøð frá 2014
Seinasti partur um reiðgenturnar. Ársins hæddarpunkt. Nervar eru í luftini, serliga hjá reiðgentunum.
Linnéa pakkar taskurnar og fer úr Kronekulla.
20:40 - 21:08
Menniskjaroyndir 7:10
- donsk røð frá 2014
Vit eru til reiðar at gera nógv fyri at gerast so sunn sum gjørligt. Detox-kurar, steinaldarkostur og tveir føstudagar um vikuna er fast hjá nógvum. Men summi fara enn longri. Í sendinigini hjá DR3 "Menniskjaroyndir" skulu royndarpersónarnir royna at gerast "EKSTREMT SUNN" og royna nakrar lívsseigar mytur á egnum kroppi.
21:10 - 21:39
Kroppur mín - ein ræðumynd 3:6
- donsk røð
Vit fylgja 12 fólkum, sum hava oyðilagt kroppin í royndini at gera hann perfektan. Í triðju sending síggja vit, hvussu fiti overvar kroppin og oyðileggur húðina. Sandie hevur barst móti yvirvekt alt lívið. Fyri tveimum árum síðani fór hon 70 kilo aftur, og úrslitið er, at hon hevur avlopshúð um allan kroppin. Vit eru við, tá Sandie verður løgd undir skurð at minka um búkskinnið. Vit hitta eisini 23 ára gomlu Mariu, sum hevur sett sær fyri at slakna.
21:40 - 22:09
Tveir á skíð 2:6
- donsk røð frá 2015
Rasmus DJ fer við Thomas Uhrskov og familjuni til hvítklædda Wagrain í Eysturríki. Hann hittir konu Thomas og børnini, sum hjálpa honum í royndini at vinna eitt serligt heimsmet.
Partur 2:6.
Framl. fyri: TV 2 DANMARK
Framl.ár: 2015
22:10 - 22:34
Marknapatruljan 12
- avstr. dokumentarrøð
Dugir tú at gjøgnumskoða eina lygn, tá tú sært hana?
Sum marknavørður í Australia er tað ein partur av starvinum at skilja ímillum vanlig ferðandi og yvirgangsfólk, smuglarar og onnur brotslig. Upprunaheiti: Border Security.

22:35 - 22:55
Dagur & Vika
22:55 - 23:00
Veðrið
23:00 - 23:30
3-2

mánadagur

22. februar 2016