Lýsing

Katrin Kallsberg

Um meg:

Eg eri 48, og eg eri mamma at tveimum fantastiskum børnum – 12 ára gomlu Sólju og 10 ára gamla Brandi. Eg starvist til dagligt sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Eg eri forkvinna í Javnstøðunevndini, umframt at eg eri virkin sum sjálvboðin í Krabbameinsfelagnum.

Eg eri fødd í Danmark og búði fyrstu 6 árini av lívinum har. Eg eri uppvaksin í Havn og á Eiði. Sum 16 ára gomul búði eg eitt ár í USA sum skiftisnæmingur. Eftir lokið studentsprógv úr Hoydølum flutti eg til Danmarkar at lesa til lækna. Eftir loknan læknalesnað fór eg várið 1995 við Læknum uttan Landamørk til Screbrenica í Bosnia, har eg starvaðist sum lækni.

Síðani gekk leiðin heim til Føroya í nøkur ár at arbeiða, til eg í 1999 flutti til Noregs at útbúgva meg til serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Í 2002 fluttu maðurin Poul Henrik og eg heim aftur til Føroya, til okkara dreymastað í Sandagerði at skapa okkara lív við børnum. Poul Henrik andaðist í 2005 eftir drúgva krabbasjúku, og hóast hann ikki er millum okkum longur, er hann framvegis ein stórur partur av lívinum hjá mær og børnunum.

Orsøkin til, at eg havi valt at bjóða meg fram til løgtingsvalið er, at eg fegin vil vera ið til at geva mítt íkast til samfelagið. Eg havi valt Føroyar til í fleiri umførum, og eg ynski nú at luttaka í at gera Føroyar til eitt enn betri land at vaksa upp í hjá mínum børnum, og hjá okkara framtíðar ættarliðum. Eg vóni at kunna virka fyri einum rættvísari samfelag, har øll hava somu møguleikar at gera seg galdandi við teimum ymisku fortreytunum fólk hava. Eg vil virka fyri einum rúmligum samfelagi, tí eg meti vit hava tørv á hvørjum einstøkum borgara í hesum landinum. Tað er júst teir ymisleikarnir vit hava, sum gera Føroyar til tað samfelagið vit elska.

Vit mugu innrætta okkara framtíðar samfelag soleiðis, at tað er pláss fyri okkum øllum – óansæð tørv ella avbjóðingar.

Hetta loysa vit saman