Lýsing

Óluva Klettskarð

Óluva Elin Klettskarð er fødd í 1965, ættað úr Haraldsundi og er útbúgvin cand. mag. í føroyskum og søgu.

Óluva er afturvald á tjóðveldislistanum við 212 persónligum atkvøðum og situr í býráðsmeirilutanum. Óluva arbeiðir til dagligt við Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy og á Klaksvíkar HF-skeiði.

Óluva hevur verið landsstýriskvinna í mentamálum (2008), og er nú forkvinna í aðalstjórn Tjóðveldis.

Óluva er gift Andrasi Sólstein, og eiga tey synirnar Páll Andrasson Klettskarð og Ára Andrasson Klettskarð.

Í býráðshøpi situr Óluva E. Klettskarð sum forkvinna í havna- og vinnunevndini umframt at hava sæti í fíggjarnevndini og mentanarnevndini.

Samband:
oluva.klettskard@skulin.fo
217871