Lýsing

Listin stuðlar

signera

Ogna tær list við politiskum broddi og ver við til at stuðla valstríðnum hjá Tjóðveldi nú upp undir løgtingsvalið 1. september. 72 verk eru prentað, numrerað og talmerkt av báðum listamonnunum. Tú kanst ogna tær verkið fyri 1600 krónur. Við rammu kostar tað 2100 krónur. Bílegg við at senda teldupost til john@gramar.fo ella á telefon 599001.

Á øðrum sinni upp undi løgtingsval bjóða vit stuðlum og øðrum áhugaðum at ogna sær list á høgum stigi, sum eisini hevur ein avgjørdan politiskan brodd.

listaverk_i_rammuAftur eru tað listamenninir Tróndur Patursson og Carl Jóhan Jensen sum hava gjørt eitt áhugavert og øðrvísi listaverk, sum Jan Andersson grafikari hevur prentað á Steinprenti.

Myndevnið í prentinum er reytt og ímyndar lívið sjálvt, tess bjørtu og minni bjørtu síður og ikki minst tráanina eftir frælsi og ljósinum, sum í tí liggur. Soleiðis lýsir listamaðurin sjálvur myndevnið, sum eisini skal síggjast sum eitt ynski um eitt skipanarligt skifti á tí politiska pallinum og eina bjartari framtíð í Føroyum.

Teksturin á listaverkinum er í handskrift Carl Jóhan Jensens og brot burtur úr einum longri kvæði, sum skaldið nýliga hevur yrkt um sitandi løgmann og hansara næstu skutulsveinar.

Listaverkið er gjørt sum stuðul til valstríð Tjóðveldis, og innkomni pening­urin fer til at rinda útreiðslur til valstríðið hjá valevnum Tjóðveldis til løg­­tingsvalið 1. september. Tað er flokkurin, sum umsitur stuðulin, ið kemur inn.

Les eisini á Facebook