Gott at verða eldri í Føroyum – eisini í framtíðini
Tey, sum undan okkum gingu, eiga stóran lut í tí ríkidømi, vit nú heysta.
Tey eiga í stóran mun æruna fyri, at vit í dag búgva í einum ríkum, góðum og framkomnum landi.
Rætturin hjá eldri fólki í Føroyum at hava frælsi at velja, virka og vera vird, er grundleggjandi rættur hjá øllum, og hetta skal eisini í framtíðini tryggjast í samhaldsføstum skipanum.
Nógv er frammi um, at vit í komandi tíðum vera fleiri eldri í Føroyum. Hetta hevur við sær avbjóðingar, men eisini møguleikar. Vit skulu minnast til, at nógv vitanartilfeingi liggur í fólki, sum eru komin til árs. Eitt samfelag er bygt upp av fólki í øllum aldri, og øll eru neyðug fyri at fáa tað góða samfelagið at virka væl.
Við einum góðum eldrapolitikki ber til at tryggja fólki góða lívsgóðsku alt lívið.
Sjálvsavgerðarrætturin hjá fólki skal virðast og skipanir skulu tryggja, at fólk fáa ta hjálp tey hava brúk fyri.
Tjóðveldi byggir á hugsjónina hjá Heimsheilsustovninum WHO um at ”leggja ár til lívið og leggja lív til árini ”
Katrin Kallsberg
Tjóðveldi