Lýsing

  • Kykmyndir
  • Lesarabrøv
  • Tíðindi
  • Tingarbeiði
Tjóðveldi bás á Fólkafundinum
Sep 17

Tjóðveldi bás á Fólkafundinum

Tjóðveldi hevur bás á fólkafundinum, sum er í Høllini á Hálsi 18. & 19. september. Á básinum vera politikarar floksins, og báðar dagarnar ber til at fáa eitt prát um politisku støðuna, veður og vind og annars tað sum fellur einum inn. Báðar dagarnar skipar fyrireikararnir fyri kjakfundum og fyrilestrum. Formannsumfar verður millum politisku floksformennirnar leygarkvøldið kl. 18.30 Opið er...

Tøkk frá Norðoya Tjóðveldisfelag
Sep 16

Tøkk frá Norðoya Tjóðveldisfelag

Fólkið ynskti eina nýggja politiska kós fyri Føroyar á valinum týsdagin 1. september. Fólkið ynskti einar rættvísar, samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar. Vit fegnast tí um, at Tjóðveldi nú aftur er í samgongu og serliga gleðir tað okkum, at vit kunnu ynskja Óluvu Klettskarð hjartaliga tillukku sum nývalt umboð á Føroya løgtingi. Hjartans tøkk til øll tykkum, sum stuðlaðu flokkinum til...

Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi
Sep 14

Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi

Samgonguskjal millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn     Vit staðfesta, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum náttúruríkidømi, ríkari mentan, skapandi og dugnaligum fólki og framtakshugaðum vinnulívi. Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt sjálvbjargið samfelag við ríkum møguleikum, sterkum felagsskapi og javnbjóðis rættindum fyri okkum...

Fínteljingin liðug
Sep 6

Fínteljingin liðug

Fínteljingin av atkvøðunum frá løgtingsvalinum 1. september var leygardagin 5. september. Fínteljingin broytti ikki tingmannabýtið. Somuleiðis broytti fínteljingin heldur ikki hvør bleiv valdur á ting. Tjóðveldi fekk 6681 atkvøður sum er 20,8 % av atkvøðunum. Tingmanning floksins er, eftir atkvøðubýtið: Høgni Hoydal, 1142 Sirið Stenberg, 751 Kristina Háfoss, 658, Magni Arge. 440 Annita á...

Vel einar sterkari, ríkari og bjartari Føroyar!
Sep 1

Vel einar sterkari, ríkari og bjartari Føroyar!

Góði veljari. Undir øllum mínum politiska arbeiði liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi og mátti, sum eg meti vera eina fyritreyt fyri framburði hjá tí einstaka, hjá vinnuni og hjá tjóðini. Samhaldsfesti – tað at vit taka okkum hvør av øðrum, og tolsemi – tað at vit rúma ymiskleikanum – er ein sterk grund undir einum væl virkandi og trivnaðarríkum samfelag. Tað byrgir...

Konsolidering og kassaeftirlit
Sep 1

Konsolidering og kassaeftirlit

Árini 1998-2004 var yvirskot á hvørjum ári, og landskassin var skuldafríur í 2004. Síðani tá hevur hall verið á hvørjum ári, og hvør føroyingur skyldar nú 120.000 kr., ella 6 mia.kr. tilsamans. Klassiska neokapitalisman ríður føroyingum sum marran, har fá scorað vinningin, meðan øll rinda skuldina. Funnu vit olju ella diamantar var úrslitið tað sama við sama politikki. Eingin konsolidering hevur...

Bil á valstaðið – ringið 210096
Sep 1

Bil á valstaðið – ringið 210096

Tjóðveldisveljarar Veljarar sum ynskja bil á valstaðið, ringja  210096 Tjóðveldi

Góði veljari
Aug 31

Góði veljari

Í kvøld bórust tíðindi frá umboðum hjá arbeiðsgevarunum. Teir heittu á politisku skipanina um at gera eina skattanýskipan, og hartil skutu hesi upp at innføra brúkaragjald. Brúkaragjøld hava fyrr spøkt undir borgarligari leiðslu, men hesar ætlanir vunnu tá tíbetur ikki frama. Men góði veljari, tak ikki feil, tí henda samgonga arbeiðir nógv meiri fyri kapitalin, enn hon arbeiðir fyri meiniga...

Mong hava spurt meg, ”Hví eg stilli upp”?  Tað er tí eg veit at eg kann gera mun!
Aug 31

Mong hava spurt meg, ”Hví eg stilli upp”? Tað er tí eg veit at eg kann gera mun!

At pensiónin má hækkast Tað er harmuligt at tey eldru, sum hava arbeitt alt teirra lív og bygt hetta samfelagð upp, skulu stríðast fyri at koma ígjøgnum dagin. At noyðast at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa endar at røkka saman í dagligdegnum skal ikki verða neyðugt. Skattalættan til lág- og miðallønt Tí at tey hava tørv á hesum, vit liva í einum vælferðar samfelag og skula vit øll...

Arbeiðstrygdin á breddan
Aug 31

Arbeiðstrygdin á breddan

Man bjóðar seg fram í politikki, tí man hevur hjartamál Eitt hjartamál er trygd og heilsa á føroysku arbeiðsplássunum. Rætturin hjá einum og hvørjum løntakara í Føroyum, til at koma eins frískur heim frá arbeiði, sum tá viðkomandi fór til arbeiðis, er fyri mær, og fyri Tjóðveldi, sjálvsagdur. Hetta fevnir bæði likamligu og sálarligu arbeiðsheilsu. Vit í Tjóðveldi hava ta greiðu fatan, at...

Børnini – okkara dýrasta tilfeingi
Aug 31

Børnini – okkara dýrasta tilfeingi

Ein orsøk til at eg valdi at stilla upp er stutt sagt míni børn. Eg ynski, sum onnur foreldur tað besta fyri tey. Eg ynski at tey vaksa upp í einum samhaldsfastum og burðardyggum samfelag, har ymiskleikin hevur rúmd. Børnini – okkara dýrasta tilfeingi Morgun og nýføddur grátur Vælkomin, lítli, stíg inn Í henda heimin sum gestur Kanska tú dvølur eitt bil. Tað at fáa eitt barn er stórt. Ein hin stórsta...

Rúsevnini floyma inn í landið – og eingin ger nakað við tað!
Aug 31

Rúsevnini floyma inn í landið – og eingin ger nakað við tað!

Tað er trupult at verða ungur í dag. Tey ungu hava nógvar møguleikar. Men eisini nógvar freistingar. Rúsevnini floyma inn í landið, og fleiri ung, nógv fleiri enn vit halda, brúka rúsevni tá tey eru í ball, í býnum og til festivalar. Nógv ung eru í vanda fyri at fáa stóran skaða, bæði til likams og sálar. Men gera myndugleikarnir nóg mikið fyri at hjálpa teimum ungu sum koma illa fyri? Nei tað...

Mítt persónliga vallyfti
Aug 31

Mítt persónliga vallyfti

So er val í morgin, og eg havi ikki runnið landið runt við heimabakaðum køkum við mínum navni á. Eg havi heldur ikki sent sms´ir til fólk, eg kenni ella ikki kenni, og biðið tey um at valt meg í morgin. Ei heldur havi eg havt tíð til at renna land og ríki runt og luttaka í øllum møguligum tiltøkum. Eg havi verið til arbeiðis, og aftaná arbeiðstíð havi eg tikið mær av mínum 4 børnum. Men tað...

Man fólkið lata samgonguna vinna valið?
Aug 31

Man fólkið lata samgonguna vinna valið?

“Fólkaflokkurin verður størsti flokkur, og samgongan varðveitir meirilutan”, segði tíðindamaðurin á middegi Flokkarnir, sum hava staðið á odda fyri politiskari útlutan av fiskiloyvum. Fyri loyniligum CIP sáttmála, og avtøku av Landsbankanum. Fyri at økja um stættamunin og at fella uppskot um at veita stuðul til børn í fátækadømi. Fyri at syndra álitið á politisku skipanina og hækka...

Rúsevnini floyma inn í landið
Aug 31

Rúsevnini floyma inn í landið

– og eingin ger nakað við tað! Tað er trupult at verða ungur í dag. Tey ungu hava nógvar møguleikar. Men eisini nógvar freistingar. Rúsevnini floyma inn í landið, og fleiri ung, nógv fleiri enn vit halda, brúka rúsevni tá tey eru í ball, í býnum og til festivalar. Nógv ung eru í vanda fyri at fáa stóran skaða, bæði til likams og sálar. Men gera myndugleikarnir nóg mikið fyri at hjálpa teimum...

Tað skal loysa seg at liva!
Aug 31

Tað skal loysa seg at liva!

At liva tær løtur vit eiga, er fremsta uppgávan her á foldum, og at liva tær so væl vit nú einaferð duga. Rákið er tíbetur í broyting, og tey nógvu ásanna nú, at nærveran við børnum, vinfólkum og skyldfólkum, er tey veruligu virðini í lívinum. Tað merkir ikki, at vit ikki skulu gera okkara skyldu móti samfelagnum, tí tað skulu vit, men at tíðin, dýrabaru løturnar har vit geva okkum stundir saman...

Í morgin hevur tú valdið í Føroyum
Aug 31

Í morgin hevur tú valdið í Føroyum

Verður veljarakanningin frá fríggja­degnum veruleiki, so fáa ABDH flokkarnir meirilutan. Sambært veljarakanningini fáa teir, sum skipaðu samgongu saman fyri fýra árum síðan, 52 prosent av atkvøðunum, 17 tingfólk og harvið meiriluta á Løgtingi. Ein av teimum flokkunum er ikki partur av samgonguni í dag, men lítið bendir á, at hesir flokkarnir ikki seta seg saman aftur, um valúrslitið verður tað sama...

Trý sjúkrahús er ikki ein vansi, men ein fyrimunur
Aug 31

Trý sjúkrahús er ikki ein vansi, men ein fyrimunur

Trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum er ikki at finna norðri í Klaksvík ella suðri á Tvøroyri Nógva kjakið um okkara heilsuverk, fer mangan av sporinum. Ein fær ta fatan av kjakinum í miðlunum, at avbjóðinganar í okkara heilsuverki eru orsakað av, at vit hava trý sjúkrahús.   Trý sjúkrahús er ikki ein vansi, men ein fyrimunur. Í hesum fótbóltsdøgum er kanska hóskandi at nýta dømi úr...

Vit velja – Føroyska framleislu og loysnir
Aug 31

Vit velja – Føroyska framleislu og loysnir

Eitt fjøltáttað og nýskapandi vinnulív, við meira føroyskari framleiðslu og loysnum. Tað er kjarnan í vinnupolitikki Tjóðveldis. Føroyar hava ríkar møguleikar at byggja upp nýggjar vinnur og fjøltátta verandi vinnur, og harvið skapa fleiri inntøkumøguleikar. Vit hava orðað ein framfýsnan vinnupolitikk, har vit vísa á møguleikarnar fyri menning og virðisøking innanfyri tær ymisku...

Náttúruvernd
Aug 31

Náttúruvernd

Tørvur er á dagførdum lógarverki á umhvørvisøkinum. Bæði tá talan er um náttúruvernd og náttúrufriðing. Somuleiðis skal neyðuga orkan og tilfeingi fylgja við eini styrktari og dagførdari lóggávu. Tað er gleðiligt at ferðavinnan hevur vind í seglunum. Men um vit ikki hava eina burðardygga ferðavinnu saman við dagførdum lógarverki og sterkari umsiting, so kann tað gerast løtuvinningur hjá...

Vel nýggja og savnandi kós!
Aug 31

Vel nýggja og savnandi kós!

Góði veljari Nú hevur tú møguleika at velja  eina nýggja og savnandi kós fyri okkara land og fólk. Undanfarnu árini er tíverri førdur ein politikkur, sum í stóran mun hevur skapt ótryggleika, savnað virðir landsins á alsamt færri hondum, og undirgravað álitið á landsins leiðslu. Hartil er førdur politikkur, ið hevur flutt okkum longur burtur frá einum haldførum og sjálvbjargnum samfelag.  Hetta...

Gávubúðin skal steingjast
Aug 31

Gávubúðin skal steingjast

Á valfundi í Runavík her fyri, stóð Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, við nøsini hægst og rópti og geylaði. Hann hevði ongantíð latið nøkrum eitt einasta veiðiloyvi, var boðskapurin. Sama boðskap hevur hann júkað upp í saman í áravís, hvørja ferð onkur setur spurnartekin við politisku útlutingina av okkara náttúruríkidømi, grundarlagnum undir okkara búskapi. Journalistar og flestu...

Skúlaskapur og gransking hornasteinar í framkomnum og samhaldsføstum samfelag
Aug 31

Skúlaskapur og gransking hornasteinar í framkomnum og samhaldsføstum samfelag

Í skúlanum skal vera pláss fyri øllum, og ymiskleiki einstaklingsins skal vera ein avbjóðing og ikki ein forðing. Tá ið tað er sagt, so er lívsneyðugt við fakliga sterkum lærarum, sum geva næmingunum fakliga avbjóðingar á tí fakliga og menningarliga stigi, sum tey eru á. Tað krevur støðuga eftirútbúgving av lærarum og frálærutilfar, sum er í samsvari við nýggjastu fakligu granskingina. Serliga...

Ábyrgdin
Aug 31

Ábyrgdin

Føroya fólk. Vit hava eitt land, ið er ein ómetalig gáva. Men vit eru á vandakós politiskt, mentanarliga og sosialt.Vit hava eitt øki í norðuratlantshavi, her vit búleikast. Her virka vit í álvara og í gaman. Men vit eru ikki sjálvráðandi. Vit hava eina fólkasál, ið ikki veit hvat hon vil. Ja hetta ljóðar dapurt, men tað nýtist ikki vera so. Ein partur sigur “lat okkum ikki royna okkum sjálvi, tað...

Endurskoðan av støðuni hjá menningartarnaðum
Aug 30

Endurskoðan av støðuni hjá menningartarnaðum

Eg meti støðan hjá fólki við skerdum førleikum og menningartarni, má endurskoðast. Vit mugu sum land hava eina langtíðarætlan hesum viðvíkjandi. Vit liva í 2015, og eiga fólk ikki at sendast av landinum, stríðast fyri neyðug hjálpitólum, stríðast fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman ella hugsa um hvussu atkomu viðurskiftini eru, um tey skulu til eitt hvørt tiltak. HESI fólk eru gull verd fyri...

Enn eru listaverk eftir at fáa
Aug 30

Enn eru listaverk eftir at fáa

Listaverkið, sum Tróndur Patursson og Carl Jóhan Jensen hava gjørt til frama fyri stuðli til valstríð hjá Tjóðveldi, er sum heild sera væl móttikið. Málið er at fáa umsett øll listaverkini til fíggjarligan stuðul, tí valstríð er sera dýrt fyri flokkin, serliga tá hugsað verður um, at vit fyri kortum hava havt fólkatingsval, umframt at vit hava kommunustýrisval í 2016. Tey, sum hava hug at ogna...

Republikkin er í eygsjón
Aug 30

Republikkin er í eygsjón

Tá Julius Cæsar ár 49 fyri Kristi føðing fór yvirum ánna Rubicon og setti kósina beint ímóti Rom, mælti hann tey kendu orðini “alea iacta est”. Nú var bara ein vegur; tað var beint fram ímóti tí rómverska senatinum. Og helt hann ikki kósina, var tapið honum víst. Men Julius Cæsar helt kósina, og hann vann. Í pinkulandinum Føroyar meira enn 2000 ár seinni, tykist støðan at verða hin sama....

Kom heim og bygg jarnbreytir
Aug 30

Kom heim og bygg jarnbreytir

Hoyrdi á einum valfundi herfyri, at eitt av valevnunum førdi fram, at tað nyttar onki at fara niður til Danmarkar at læra til tokførara, og so koma heim aftur til Føroyar og sita uttan arbeiði. Tí at  útbúgvingin, man stuðlar okkara lesandi við, má kunna nýtast í praksis í Føroyum. Helt tað vera eina stuttliga og nokkso beinrakta útsøgn, um eg ikki eri heilt samdur. Sjálvandi skal okkara ungdómur...

Varandi orka skal hava lut í øllum almennum íløgum
Aug 30

Varandi orka skal hava lut í øllum almennum íløgum

Føroyskar loysnir og varandi orkukeldur eiga sín sjálvsagda lut í hvørjari íløgu løgtingið samtykkir. Eisini tá stuðul verður veittur til, til dømis, bygging av kommunalum bygningum. Avvarðandi stovnar skulu hoyrast. Í dagsins politikki er einki skil á hesum viðvíkjandi! Samskifti og “kommandovegir” eru láturligir! Eitt gott dømi er Marknagilsdepilin. Mentamálaráðharrin situr við einari játtan at...

Vit velja – Útbúgvingar og lestraríbúðir!
Aug 30

Vit velja – Útbúgvingar og lestraríbúðir!

Útbúgving, gransking og íløga í lestrarumhvørvi skal háraðfestast í einari nýggjari samgongu. Tí hetta er ein hin besti mátin at framtíðartryggja samfelag okkara við tilflyting og fólkavøkstri. Eitt fjølbroytt útboð av útbúgvingum, leggur eisini dygt grundarlag undir víðfevndari gransking. Saman við tættari sambandi millum vinnuna og Setrið gerst hetta ein framdrívari av einari meira nýskapandi og...

Fakfelags kafE á Áarvegnum
Aug 30

Fakfelags kafE á Áarvegnum

Vígdis Johannesen og Jóhan Carl Dam verða at hitta. Kaffir, te og køkur, umframt frukt er at fáa. Støkkið inn á gólvið til eitt gott prát. Opið er frá klokkan 17.00  

Føroyska málið má og skal uppraðfestast
Aug 30

Føroyska málið má og skal uppraðfestast

Tað er eitt bragd at vit hava okkara egna mál her í Føroyum. Kring allan heim eru hópurin av málum horvin, men okkara er varðveitt og ment, hóast sera trupul kor søguliga. Men ikki bert søguliga, tí okkara føroyska mál hevur eisini stórar avbjóðingar í hesum døgum. Nýggju miðlarnir og atgongdin til vitan og undirhald umvegis alnót, sjónvarpsrásir, spøl v.m. geva ríkar møguleikar. Hetta ger, at vit...

Størv til fólk við hægri útbúgving
Aug 30

Størv til fólk við hægri útbúgving

Vit mugu síggja fólk við hægri útbúgving, sum eina íløgu í føroyska samfelagið. Menna vit vitanartung størv fáa vit fólk við hægri útbúgvingum í viðkomandi størv. Tað eru tey framkomnu samfeløgini, sum hava nógv fólk við hægri útbúgvingum í starvi.  Meðan menningarlond siga tey úr starvið.   Landsbankin Millum annað eigur eitt framkomið samfelag at hava ein óheftan eftirlitsstovn...

Burturkast sum orkukelda
Aug 30

Burturkast sum orkukelda

Sum eitt fjarskotið oyggjaland miðskeiðis í Norðuratlantshavinum hava vit serligar avbjóðingar. Eisini á burturkastsøkinum. Nøgdirnar eru ikki stórar og tí kunnu vit ikki bara avrita útlendskar loysnir, sum lønsemi er í, tí tær eru gjørdar til lond við mongum íbúgvum og lond sum liggja millum onnur lond við fleiri milliónum íbúgvum. Tað er ein grund til, at vit ikki fáa lønsemi í at framleiða egg...

KAJ LEO OG BANKARÁNIÐ
Aug 30

KAJ LEO OG BANKARÁNIÐ

Tað mundi falla mongum fyri bróstið, tá løgmaður í hólmgongu framman fyri øllum Føroya fólki tignarleyst samanbar eina løgtingssamtykt við eitt kriminelt bankarán og soleiðis eisini spjaldraði løgtingsfólk sum brotsmenn. Orðið er frítt, og í fólkaræðinum skal rúm vera fyri ymsum áskoðanum, tí soleiðis ynskja vit tað, men seriøsa kjakið um, hvørja leið vit skulu halda, heldur fullkomiliga...

Línuskipini eru gloymd
Aug 29

Línuskipini eru gloymd

Nú tá tað gongur so fantastiska væl í uppisjóðarvinnuni og so nógv fokus er á makrel og sild, haldi eg, at vit hava gloymt línuflotan.   Sitandi samgonga ger rætt og slætt ov stóran mun á teimum fyrimununum, sum tey geva til teir ymisku skipabólkarnir.   Meðan politiska skipanin brúkar øgiliga orku uppá at skaffa føroyingum størri og størri kvotur av sild og makreli til ógvuliga fá skip, so...

Lækni í løgtinginum?
Aug 29

Lækni í løgtinginum?

’Hví stillar tú upp?’ ’Gert tú ikki meira nyttu á LS?’ ’Eg kundi gott hugsað mær at atkvøtt fyri tær, men eg vil heldur at tú arbeiðir sum lækni’ Eg havi møtt nógvum kvinnum (og fleiri monnum) sum hava sagt hetta við meg. Tað vísir seg, at tey halda tað vera betur, at eg starvist sum lækni, enn at eg royni at koma mær inn á løgting. Orsøkirnar siga tey vera at ov fáir læknar eru. Til tað...

Orkudepil á Sundi
Aug 29

Orkudepil á Sundi

  Ber tað til at ímynda sær, at í 2050 er eingin oljufýring, eingin skorsteinur og eingin oljutangi í Suðuroy, Sandoy, Streymoy, Vágoy, Eysturoy, Borðoy, Kunoy og Viðoy? Undantikið á verkinum á Sundi? Tað ber til um tunlarnir eru borðaðir og um politiska skipanin hevur viljan at fremja neyðugu broytingarnar. Á Sundi er eitt gott boð, tí fjarhitanetið og el-netið er har frammanundan. SEV, kommunurnar...

Góður fundur við Antares
Aug 29

Góður fundur við Antares

  Nøkur  av valevnum floksins byrjaðu dagin við fundi við umboð fyri Antares, ið er felagið fyri útisiglarar. Fleiri viðurskifti vórðu umrødd. Millum hesi eru trupulleikarnir við lógartvungna pensjónsgjaldinum, ið samgongan hevur ásett. Tí hetta ger, at m.a. útisiglarar, ið eru noyddir at rinda inn í aðrar pensjónsskipanir, í verandi støðu rinda dupulta pensjón, tí lógartvungna pensjóns...

Tjóðveldishugni á Virkinum á Sandi
Aug 29

Tjóðveldishugni á Virkinum á Sandi

Hugnakvøld fyri øll tjóðveldisáhugaði, verður í Virkinum á Sandi, leygarkvøldið 29.08 kl 18.30. Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu luttaka og valskráin verður framløgd. Vit fara at hugna okkum við góðum mati, tónleiki, sangi og pubbkviss.

Havrannsóknir uttan skip?
Aug 29

Havrannsóknir uttan skip?

Hóast fiskivinnutjóð burturav og við vaksandi krøvum um vísundaliga próvførslu av okkara fiskitilfeingi og havumhvørvi, ikki minst tá um fiskivinnusamráðingar ræður, so er støðan enn sum áður, at niðurslitni og ótíðarhoskandi Magnus Heinason er álitið, sum havrannsóknarskip. Tað er ikki nakað dulsmál, at tíðin er farin frá góða gamla Magnus Heinason. Vit hava strongt á í fleiri ár at fáa...

Vit velja – Hvørjar Føroyar?
Aug 28

Vit velja – Hvørjar Føroyar?

Dyggari og tryggari Føroyar: Tað er millum mest átrokandi mál hjá komandi samgonguni, at fáa tryggja eitt sterkt sameint og væl útbygt Sjúkrahúsverk, við neyðugari starvsorku, sum kann veita øllum borgarum skjóta og framkomna viðgerð. Heildarætlanin, sum skal seta ítøkilig mál, má gerast veruleiki og politiskur vilji setast handan føgur orð um at finna neyðugu pengarnar.   Vitandi Føroyar:...

Fólkaskúlin skal vera fyri fólk
Aug 28

Fólkaskúlin skal vera fyri fólk

Eg haldi tað vera ófatiligt sum samfelagskjakið altíð fer av sporinum tá fólkaskúlin er á breddanum. Vit hava ídag eina stóra og tunga skipan. Skúlin skal rúma øllum, øll skulu inkluderast, alt gott um tað, og tað tykist eftirhondini sum at vit ongantíð fara at gevast við at trýsta enn fleiri evnir inn í skúlan.   Eg havi verið til mong kjak, og so skjótt ein samfelagstrupuleiki stingur seg upp,...

Tjóðveldi vil byggja land saman við føroyingum
Aug 28

Tjóðveldi vil byggja land saman við føroyingum

The whole problem with the world is that fools and fanatics are always so certain of themselves, and wiser people so full of doubts. (sitat Betrand Russell)   Tjóðveldi vil byggja land saman við føroyingum. Vit bjóða til samstarv, fyri at loysa tær risa avbjóðing okkara samfelag og fiskivinna stendur fyri. Vit hava tørv á tínum stuðli.   Tá vit tosa um fiskivinnu, so vera allar konstruktivar og...

Nýhugsaðar skipanir styrkja samfelagið
Aug 28

Nýhugsaðar skipanir styrkja samfelagið

Fyri at Føroyar skulu mennast til javnbjóðis at kappast við onnur lond, skulu vit seta fokus á skapandi evni hjá øllum borgarunum í hesum landi. Hettar skal gerast í barnagarði, í skúla, í vinnuni, ja, í arbeiðslívinum sum heild.   At hugsa kreativt og finna nýhugsaðar loysnir eru gávur, sum vit hava íborið. Eins og aðrar gávur vit hava fingið, skulu hesar hjúklast um og mennast. Síðani er tað...

Skapandi lærugreinirnar skulu fáa betri sømdir í fólkaskúlanum
Aug 28

Skapandi lærugreinirnar skulu fáa betri sømdir í fólkaskúlanum

Sum smíðlærari og limur í skúlastýrinum í einum av størstu skúlanum í Føroyum veit eg, at skúlar í Føroyum als ikki fáa teir tímar tillutaðar, ið eru neyðugir fyri at fáa ein nóg góðan og fjølbroyttan fólkaskúla, sum tekur í støði í hvørjum einstøkum næmingi og, sum samstundis heldur øll tey mál, ið eru sett í námsætlanunum.   Lærarar og leiðslur gera alt fyri at røkka settu...

FIMM STIG Á SJÁLVBJARGNISLEIÐ
Aug 28

FIMM STIG Á SJÁLVBJARGNISLEIÐ

Eftir valið 1. september eigur eitt nýtt landsstýri beinanvegin at fara undir arbeiðið at tryggja fiskivinnuna á føroyskum hondum, fáa sum mest burtur úr øllum tilfeingi og gera Føroyar sjálvbjargnar eftir eini skipaðari ætlan. Í hesi ætlan eiga ið hvussu er at vera fimm stig, og hon skal setast í verk beinanvegin í heyst. Tey fimm stigini eru hesi: 1. Virðisøkja tilfeingið 3-4 milliardir...

Burtur fra politiskari útlutan av veiðiloyvum
Aug 28

Burtur fra politiskari útlutan av veiðiloyvum

Tað eru føroyingar, ið skulu hava atgongd til veiðuloyvini í Føroyum, og ikki bert tann við atgongd til størstan kapital. Vit í Tjóðveldi vilja hava eina skipan, har allur handil við fólksins ogn millum privatar aktørar verður steðgaður, og óbrúkt loyvir fella aftur til landið, so næsti ágrýtni og vágafúsi føroyingurin fær ein møguleika. Vit vilja hava eina skipan, har veiðiloyvir verða veitt til...

Sterk vinna í sterkum landi
Aug 27

Sterk vinna í sterkum landi

At reka ein góðan og framskygdan vinnupolitikk er alt avgerandi fyri góða samfelagið Føroyar. Tað er vinnan sum í størstan mun er grundarlagið undir samfelagnum, og tí má vinnan útbyggjast so hon eisini framhaldandi kann vera grundarsteinurin. Vinna er so nógv, men í dag eru tað fiskivinnan og alivinnan sum eru nógv tann størsti og virknasti parturin í samfelagnum. Tað er umráðandi at vit afturat tí at...

Er pensjónin farin upp í royk ?
Aug 27

Er pensjónin farin upp í royk ?

Nógv hevur verið tosað um forskattingina av pensjónini og um avleiðingarnar av hesum. Samgongan framdi broytingar í pensjónsskattinum, soleiðis at galdandi frá 2012 eru pensjónirnar skattaðar við inngjald. Hetta merkir, at nú verður beinanvegin rindað 40% í pensjónsskatti til landskassan av inngjaldinum. Henda broyting førdi við sær, at pensjónsskatturin hækkaði úr 35% upp í 40%, eins og hetta...

Góði veljari
Aug 27

Góði veljari

Vit, sum búgva her á klettunum, eru føroyingar. Tað hava vit altíð verið og tað fara vit altíð at vera. Vit hava okkara egna land, egna mál, egnu søgu og egna mentan. Vit hava okkara egna samleika og kenna okkum bert sum føroyingar. Hvussu ber tað tá til, at føroysk ítróttarfólk í altjóða kappingum verða tvungin at kappast undir øðrum fløggum enn Merkinum? Hetta kennist ikki bert skeivt, men hetta ER...

Fjølmiðlarnir skulu styrkjast
Aug 27

Fjølmiðlarnir skulu styrkjast

Eitt sunt fólkaræði hevur tørv á eini óheftari pressu. Miðlarnir hava stóra ávirkan á okkara mentan og somuleiðis hava miðlarnir týðandi leiklut at varðveita og menna føroyska málið. Miðlagrunnur skal setast á stovn og umstøðurnar hjá miðlunum skulu styrkjast fyri at tryggja eitt gott fólkaræði. Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut í almennum tilbúgvingarskipanum. Eitt greitt samskifti í...

Flytingarvindeygað letur aftur 1. september
Aug 27

Flytingarvindeygað letur aftur 1. september

Eitt stjórnarskifti er alneyðugt og bráneyðugt. Evstafreistin er 1. september. Vit kunnu ikki halda fram við einum løgmanni, ið sigur ósatt fyri løgtinginum – tilvitað, verður sagt.  Hevði tað so verið ótilvitað, men kanningarstjórin sigur tilvitað. Hetta er í lagi, sigur stjórnin! Hetta er í lagi, siga Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin. Trupulleikin er, at hetta við at siga ósatt...

Fyrigeving og Sjórnarskifti
Aug 27

Fyrigeving og Sjórnarskifti

Valstríðið er ein serlig tíð fyri politisku flokkarnar og tess limir, nú er gjørligt at koma til valdið, bæði sum flokkur og einstaklingur. Vit hava flest øll valevni verið úti fyri ymiskum herverki á plakatir, og eg haldi ikki at vit skulu jamra um hvussu synd tað er í okkum sjálvum, tá vit eru so sjálvglað at bjóða okkum fram. Tá eg var 17 skræddi eg eina fólkafloksplakat niður av einum manni, eg...

Føroyar framá
Aug 27

Føroyar framá

Fyri at menna føroyskan fótbólt uppaftur meira, mugu vit hava fótbóltshallir, har okkara talentir kunnu mennast uppaftur meira. Tí legði eg í seinasta valskeiði fram uppskot, um at byggja tvær fótbóltshallir í einum samstarvi millum land, kommunur og FSF. Uppskotið fall, men eg ætli mær at virka fyri, at tað verður veruleiki, tí einki marknaðarførir Føroyar so væl sum fótbólturin og einki savnar...

Skulu verja starvsfólk, ið rópa varskó
Aug 27

Skulu verja starvsfólk, ið rópa varskó

Hví vilja samgonguflokkarnir ikki, at starvsfólk skulu kunna kenna seg trygg við at varskógva? Hví vil landsstýrið, at bankar skulu hava varskógvaraskipan, men ikki almenn arbeiðspláss? Og hví velur samgongan – eisini í hesum máli – at vera eftirbátur, heldur enn undangonguland? Ber til at finna bara eina haldgóða grundgeving fyri, hví vit ikki skulu hava eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk í...

Hjúnaðarbandslógin definerar ikki eitt Tjóðveldisfólk
Aug 27

Hjúnaðarbandslógin definerar ikki eitt Tjóðveldisfólk

Eftir at hava sæð valfundin í Trongisvági um broyting av hjúðnarbandslógini, so meti eg, at tað er rætt av mær at koma við einum úttalilsi hesum viðvíkjandi. Fólkið fekk eina fatan av, at flokkurin er fullsamdur um øll hjúnarbandsviðurskifti. Hetta er ikki heilt rætt. Í Tjóðveldi stendur tað upp til hvønn einstakan lim, at hava sína egnu hugsan um hesi viðurskifti. Undirritaði, sum er valevni fyri...

Ongin skattlætti frá Jørgen
Aug 26

Ongin skattlætti frá Jørgen

Valgass og bluff. So stutt kann skattalættin lýsast, sum Fólkaflokkurin í síni valskrá lovar okkara lægst løntu borgarum. Eftir handritinum hjá Fólkaflokkinum og tess formanni, Jørgeni Niclasen, fíggjarmálaráðharra, skal lættin nevniliga latast av avlopinum, sum hann sigur fer at verða á fíggjarlógini næsta ár. Men har verður onki avlop. So verri enn so. Lyftini hjá Jørgeni Niclasen byggja nevniliga...

Eftirskúla- og háskúlatilboð í Føroyum
Aug 26

Eftirskúla- og háskúlatilboð í Føroyum

Tað hevur skund at byggja eftirskúla og útbyggja háskúlar í Føroyum. Nógv ung leita uttanlands til tey mongu eftirskúla- og háskúlatilboð, sum finnast. Alt gott um tað, men í Føroyum hava vit eisini alskyns møguleikar at menna okkara egnu tilboð, bæði til tey ungu sum her búgva, men eisini til onnur, sum ynskja at koma til Føroyar í longri ella styttri tíðarskeið. Eftirskúlatilboð kunnu eisini...

Hvørjar Føroyar velur tú?
Aug 26

Hvørjar Føroyar velur tú?

Um 6 dagar fellur avgerðin. Tá valhølini eru latin aftur 1. September 2015, hevur hvør einasta atkvøða gjørt av, hvørjar Føroyar, ið vit vakna til morgunin eftir. Eru tað einar Føroyar, har vit vakna til nýggja vón? Eina vón um, at vit nú eru savnað um at beinanvegin at fara undir at byggja upp av nýggjum. Har vit nú saman fara at fáa skil á, og hava álit á okkum sjálvum. Har vit kunnu hava álit á,...

Undirhald og politikkur í Atlantis í kvøld
Aug 26

Undirhald og politikkur í Atlantis í kvøld

Ein stuttlig vitjan verður í kafÉ í  Atlantis í Klaksvík kvøld: Altíð stuttligu Berny og Høgni koma í kvøld kl. 20. Umframt at valevnini sjálvandi eisini eru at hitta í kvøld – so eru nýbakaðar vaflur til øll.

Hatta er snýt, Fólkaflokkurin!
Aug 26

Hatta er snýt, Fólkaflokkurin!

Fólkaflokkurin er enn eina ferð í ferð við at snýta føroyska veljaran. Í 2011 kollvelti Fólkaflokkurin føroyska samfelagið við flatskatti og forskatting av pensjónum eftir einans 17 døgum. Grundgevingin var: “Tað skal loysa seg at arbeiða”. Nú sigur Fólkaflokkurin: “Tað var ikki ein skattalætti – tað var fyri at seta ferð á búskapin”. Øll vita, at lágur oljuprísur, lág renta, viðgongd í...

Vardar íbúðir skulu byggjast í Vágum
Aug 26

Vardar íbúðir skulu byggjast í Vágum

Stig eiga sum skjótast at verða tikin til at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi í Vágum. At hetta ikki langt síðani er gjørt, kunnu vit bara takka sitandi samgongu fyri og ikki minst hennara lokalu umboðum her vesturi. Mánakvøldið var Rósa Samuelsen, tinglimur fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi almannamálaráðharri, í politiskari hólmgongu í Sørvági við Biritu á Løgmansbø Bláhamar,...

Tunlarnir Norður um fjall fyrst
Aug 26

Tunlarnir Norður um fjall fyrst

Vit hoyra fleiri valevnir, millum annað úr Fólkaflokkinum og valevni úr mínum egna flokki siga, at nú eigur Hvalbiartunnilin tørn. Størsta grundgevingin er, at nú er Viðareiðistunnilin gjørdur. Fyri okkum sum búgva í Hvannasunds kommunu, hevur Viðareiðistunnulin ikki so stóra ávirkan, vit koma ikki at brúka tunnilin serliga nógv. Eg vil her vísa á nøkur dømi, hví tunlarnir Norður um fjall mugu og...

Klaksvíkar Sjúkrahús er okkara tryggleiki
Aug 26

Klaksvíkar Sjúkrahús er okkara tryggleiki

Týdningarmiklar tænastur skulu liggja so tætt hjá borgaranum sum gjørligt. Hendir ein arbeiðsvanlukka á Kósini, ella fær onkur ein hjartatilburð í miðbýnum, so vita vit, at skjót hjálp er avgerandi. Sjálvandi duga alsamt fleiri fyrstuhjálp. Men í eini akuttari støðu, hevði tað verið óluksáliga leingi at skula bíða eftir einum ambulança av Landssjúkrahúsinum, um hetta var tann einasta...

Fimm konkret lyfti til veljaran: meiri vælferð!
Aug 25

Fimm konkret lyfti til veljaran: meiri vælferð!

Samgonguflokkarnir renna í løtuni undan politikkinum, teir hava ført seinastu fýra árini. Tað skilji eg væl, tí at fólk vilja jú hava ein heilt annan politikk! Tjóðveldi rennur ikki undan nøkrum, sum vit hava gjørt. Vit vilja hava nógv meiri vælferð, og tað hava vit vilja alla tíðina! Tað er onki nýtt ella smart við tí – tað er bara okkara politikkur! Heilt konkret fara vit, millum annað, at fremja...

Gott at verða eldri í Føroyum – eisini í framtíðini
Aug 25

Gott at verða eldri í Føroyum – eisini í framtíðini

Tey, sum undan okkum gingu, eiga stóran lut í tí ríkidømi, vit nú heysta. Tey eiga í stóran mun æruna fyri, at vit í dag búgva í einum ríkum, góðum og framkomnum  landi. Rætturin hjá eldri fólki í Føroyum at hava frælsi at velja, virka og vera vird, er grundleggjandi rættur hjá øllum, og hetta skal eisini í framtíðini tryggjast í samhaldsføstum skipanum.   Nógv er frammi um, at vit í...

NÚ HAVA VIT MØGULEIKAN
Aug 25

NÚ HAVA VIT MØGULEIKAN

Um eina viku er løgtingsvalið, og eg vóni, at fólkið talar líka greitt á hesum valinum sum á… fólkatingsvalinum 18. juni, tí Føroyum tørvar eina nýggja kós. Í fýra ár hevur fólki longst eftir eini nýggjari leiðslu í Tinganesi, sum savnar tjóðina um felags virðir og eina felags kós heldur enn at elva til spjaðing, sjálvsøkni og niðurlaðing av samfelagsligum grundsúlum. Okkum tørvar eina...

Stong Klaksvíkar sjúkrahús
Aug 25

Stong Klaksvíkar sjúkrahús

Soleiðis hoyrir tú fólk taka til, verður tosað um smáu sjúkrahúsini og heilsuverkið. Tað skal vera spurningur um trygd. Tað skal vera spurningur um fakligheit, tað skal sparast Tað skal ikki vera spurningur um útjaðara og Havnina.   Tað er helst øgiliga lætt at steingja Klaksvíkar sjúkrahús, lata vit serfrøðina tala einsamalla. Alt hevði verið lættari, tryggari og bíligari, høvdu vit...

Vit vassa í ríkidømi
Aug 25

Vit vassa í ríkidømi

Meiri enn hálv millión tons av fiski, 70.000 seyðir, nakrir 100 grindahvalir, fleiri 1000 fuglar, ókeypis rennandi vatn sum fossar á sjógv, loftrúmið sum ikki er yvirtikið, ferðavinnan sum leggur nógv eftir sær, undirgrunnin við tí svarta gullinum, vindorka, døglingar, føroyskt grønmeti, føroysk epli, vøtnini, oksakjøt, nokk av mjólk, vatnorka, tarin, alivinnan og Golf-streymurin, 49.000 vitug fólk og...

Minnist tú alarmerandi avrikslistan?
Aug 24

Minnist tú alarmerandi avrikslistan?

Valið 1. september verður eitt tað mest avgerandi nakrantíð. Tí valið stendur í stóran mun millum at halda áfram við verandi samgongu, ið hevur framt ein tann mest sambandssinnaða og ósosiala politikkin nakrantíð – ella eina nýggja og savnandi kós fyri land og fólk.   Listin yvir alarmerandi átøkini hjá hesi samgonguni – millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin – er langur....

Fólkaflokkurin ynskir at rudda upp eftir sær sjálvum
Aug 24

Fólkaflokkurin ynskir at rudda upp eftir sær sjálvum

Fólkaflokkurin sigur nú, at tey vilja aftur til valdið fyri at avtaka flatskattin. Og hetta skal gerast við at geva lág og miðalinntøkum ein skattalætta. Sjálvandi er tað gott, at tey soleiðis vilja rudda upp eftir sær sjálvum.   Men tað er nokkso margháttligt, at tey við flatskattinum uttan himpr hava sett 600 fleiri føroyingar í fátækravága í navninum á “at tað skal loysa seg at arbeiða”....

Nú er nokk!
Aug 24

Nú er nokk!

Eg sum mong onnur, havi fingið nokk av tí politiska óskili, sum hevur valdað hesi seinastu árini. Eg sakni erligheit í føroyskum politikki, eg sakni áræði, tryggleika og eina visión, at føroyskir politikarar kunnu føra okkara land trygt fram á leið. Eitt tað størsta dømi um óskil í nýggjari tíð er flatskatturin. Flatskatturin verður fíggjaður við at forskatta pensjónir, og øll vita vit, at pengar...

Tá Føroyar flyta heimanífrá
Aug 24

Tá Føroyar flyta heimanífrá

Eins og nógv ung í hesum døgum flyta heimanífrá, til onnur lond at lesa, mugu Føroyar flyta heimanífrá. At standa á egnum beinum krevur vitan, dugnaskap og árræði. Tað, at taka fetið og flyta, er bæði sorgblýtt, men eisini mennandi og neyðugt fyri at blíva ein ábyrgarfull menska, sum klárar at taka ábyrgd fyri sær sjálvum og fyri at vera ein partur av samfelagnum. Føroyar eru í dag eitt framkomið...

Hettar loysa vit saman!
Aug 24

Hettar loysa vit saman!

Høgni Hoydal staðfesti í andglettinum í kvøld, at ongin verður blakaður út úr fiskivinnuni eftir 2018, men at farið verður til eina nýggja skipan. Hann staðfesti, at spekulatiónin við fiskiloyvunum skal steðga. Og hann legði áherslu á, at okkara fiskiríkidømi ikki skal forerast burtur til nøkur heilt fá, og í seinasta enda koma á útlendskar hendur.   Eg haldi, at boðskapurin hjá Tjóðveldi er...

Er ætlanin veruliga, at Hvalbiartunnilin aftur skal bíða ??
Aug 24

Er ætlanin veruliga, at Hvalbiartunnilin aftur skal bíða ??

Sum skilst eru fólk farin at savna undirskriftir saman fyri at skunda undir ætlanina at gera tunlarnir Norður um Fjall. Grundgevingin er, at arbeiðið hevur gingið so væl við Viðareiðistunlinum, og útgerðin er í økinum, so skilabest er at gera tunlarnir Norður um Fjall beinanvegin. Og tað grundgevingina skilji eg sera væl. Lat ongan iva vera um, at eg meti tað vera av allarstørsta týdningin, at tunlarnir...

Sjálvstøðugar Føroyar
Aug 24

Sjálvstøðugar Føroyar

Tjóðveldi er ein fullvedisflokkur ið heldur fast um at tað ber til at skipa ein sjálvberandi búskap í føroyum óheft av donskum ríkisveitingum. Vit vita eisini at tað er tað einasta rætta at gera. Tað er strævi men umráðandi at sannføra fólk, ið ikki líta á egnar førleikar og stríðshug. Tað er synd at partur av fólkinum ikki ynskir fíggjarliga ábyrgd av egnum landi. Har partur av fólkinum sær,...

JACOB VESTERGAARD SVARAR IKKI
Aug 24

JACOB VESTERGAARD SVARAR IKKI

Góði Jacob! …Spurdi tykkum herfyri, um tit taka undir við, at havtilfeingið er ogn Føroya fólks, um tit taka undir við, at fiskivinnan skal vera á føroyskum hondum, og um tit taka undir við, at privata spekulatiónin við fiskiloyvum skal halda uppat. Tú svarar ikki spurningunum í greinini ”Teir útvaldu.” Vit hava eina púra greiða ætlan um at steðga privatari sølu av fiskiloyvum, sum eru til láns...

Ein Suðuroyarpakka, Takk!
Aug 24

Ein Suðuroyarpakka, Takk!

Miðstaðarøkið í Føroyum er í støðugari menning, og fólkatalið veksur.   Tann ovurhonds menning, ið hevur verið á samferðsluøkinum og heilsuøkinum seinastu 20 árini eru ein fyritreyt fyri slíkum framburði.   Tað steðgar ikki her, Samtykt er at brúka aðrar 3.000 milliónir til undirsjóvartunlar og tosað verður í álvara um at brúka uppaftur aðrar 2-3.000 milliónir til nýggjan flogvøll,...

EITT LÍTIÐ FET AFTRAT ÍMÓTI SJÁLVBJARGNI
Aug 24

EITT LÍTIÐ FET AFTRAT ÍMÓTI SJÁLVBJARGNI

Føroyar hava átrokandi tørv á eini savnandi kós fram ímóti búskaparligum sjálvbjargni og politiskari sjálvstøðu. Teirri kósini vil eg fegin virka fyri, og tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 1. september.Meðan Sambandsflokkurin nátt og dag tosar um blokk, vísa vit í Tjóðveldinum á, at búskapurin síðan 1998 er vaksin úr 7,5 mia. kr, upp í 15,2 mia. kr. Hann er onki minni enn...

Kvinnukor og pensjónir
Aug 24

Kvinnukor og pensjónir

Stríðið fyri størri kvinnurættindum er ikki av. Langt frá. Hóast sigrar eru náddir gjøgnum hart arbeiði, so er framhaldandi nógv at arbeiða fyri. Tað er kent, at umleið helmingurin av kvinnunum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, arbeiða niðursetta tíð. Fyri tey, sum ynskja hetta, er tað fínt, men stórur partur av kvinnunum, sum arbeiða niðursetta tíð, ynskja fulltíðarstørv. Almennu tølini um...

Við hamara og saksi
Aug 24

Við hamara og saksi

Læra og útbúgving hava lagt lunnar undir føroyska samfelagið síðstu mongu árini. Summi er sterkast bókliga, meðan tað hjá øðrum liggur betri fyri við tí handaliga. Og kanska er tað so at vit, sum samfelag, hava lagt ov nógva orku í at slúsa ov stóran part av okkara ungdómi  gjøgnum siðbundna miðnámsskúlan. Undir øllum umstøðum hevur lærlingatalið verið minkandi seinnu árini. Orsøkirnar eru...

Fólkaflokkurin hækkar skattin
Aug 24

Fólkaflokkurin hækkar skattin

Nú er tað staðfest: Fólkaflokkurin ætlar sær at hækka skattin hjá lágløntum. Teir siga, at skatturin hjá lágløntum skal verða 30%, men ongin lágløntur rindar 30% í skatti. Sostatt kemur skatturin hjá lágløntum at hækka, stendur tað til Fólkaflokkin. Sagt verður eisini, at tey miðalløntu skulu fáa eina skattalækking. Henda skal fíggjast við yvirskotinum á fíggjarlógini. Men seinasta ár var...

Valhugni í Hæddini í Runavík kl.19.30
Aug 24

Valhugni í Hæddini í Runavík kl.19.30

Mánakvøldið kl. 19.30 eru valevnini hjá Tjóðveldi at hitta í Hæddini í Saltangará. Skrá: Røður, kaffi og sangur við Steintór Rasmussen. Øll eru vælkomin! Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

Tá stormarnir ýla, leita summi sær skjól, meðan onnur byggja vindmyllur
Aug 24

Tá stormarnir ýla, leita summi sær skjól, meðan onnur byggja vindmyllur

Nú farið verður undir endaspurtin av valstríðnum, fara tónarnir helst at hvessast nakað. Flokkar og valevnir fara undir at gera sítt til at ávirka veljaran, soleiðis at hann setir krossin við ein sjálvan. Lættast verður fyri fleiri at leggja seg eftir at fortelja, hvat hini hava gjørt, og ikki minst, gjørt skeivt. Tað er eisini neyðugt, tí man skal sum politikkari berjast fyri sínum sjónarmiðum og...

Góði veljari – lat teg ikki lumpa !
Aug 23

Góði veljari – lat teg ikki lumpa !

Nú ræður um hjá øllum veljarum at vera á varðhaldi, tí tað vísir seg, at einki mark er fyri, hvat tey ymsu valevnini og flokkarnir nú bjóða fram. Alt millum himmal og jørð verður brúkt at egna við. Freistandi er at bíta á, tá gott og leskiligt agn er á; men ver varin, tí tá krossurin er settur 1. september, so vendst ikki aftur. Fólkaflokkurin er farin at lova skattalætta til láglønt. Hetta er...

Sálarsjúka ájavnt við likamliga sjúku
Aug 23

Sálarsjúka ájavnt við likamliga sjúku

Í Føroyum skulu øll takast í álvara. Sálarsjúkur og likamligar sjúkur skulu raðfestast eins, tí hetta ávirkar tann einstaka, avvarðandi og samfelagið á eins hátt. Ein hugburðsbroyting skal til bæði í politisku skipanini og í føroyska samfelagnum. Fyri at fáa hugburðsbroytingina má politiska skipanin raðfesta psykiatriska økið. Tá ið tosað verður um sálarligar sjúkur skulu allar ikki koyrast í...

Tjóðveldi fekk nógv burturúr í andstøðu
Aug 23

Tjóðveldi fekk nógv burturúr í andstøðu

“Gott uppskot, men vit taka ikki undir við tí, tí landsstýrið arbeiðir við málinum”. Næstan hvørja ferð, Tjóðveldi legði uppskot fram seinasta valskeið, hoyrdist hendan sama svadan frá samgonguni. Men hvat hendir eins ofta? Jú, so leggur samgongan sama uppskot fram aftur – og tá verður tað samtykt. Og tað gleðast vit um, tí tað eigur ikki at snúgva seg um, hvør fær heiðurin, men at vit...

Veljarar vaknið!!!
Aug 23

Veljarar vaknið!!!

Tað verður ikki við Fólkaflokkinum og Jacob Vestergaard, at vit fáa eina fiskivinnu nýskipan! Hetta hava teir mótarbeitt av øllum alvi seinasta valskeið. Fólkaflokkinum dámar best, at fiskiríkidømi er á so fáum hondum sum møguligt! Fólkaflokkurin er eisini garanturin fyri, at útlendingar fara avstað við yvirskotinum av ogn Føroya fólks! So kunnu tokuhornini ýla um, at pengarnir skulu arbeiða úti í...

Føroyingar – útpurring!
Aug 23

Føroyingar – útpurring!

Skulu tjóðveldisfólk hava umboð á Føroya Løgting, so er tað nú, vit skulu tørna út. Tað er okkara skylda at steðga hesum svarta afturhaldinum. Blokkurin er for lítil. Vit eru for lítil. Vit eru for fá. Og hví skulu vit klára okkum sjálvi? Vit kenna hvønn annan, og tí eru vit so ræðuliga ógegnig. Vit kunnu ikki yvirtaka nakað. Loftrúmið, nei. Politiið, nei. Útlendingamál, nei. Nei, nei, einki ber...